Leita
 

§ 1 í lógini fyri landsbankan sigur:
Landsbanki Føroya hevur sum almennur banki til uppgávu samsvarandi hesi lóg og teimum við heimild í hesi lóg fyrisettu reglum at vera við til at røkja samfelagslig áhugamál við tí í hyggju at varðveita trygg fíggjarviðurskifti í Føroyum og eina javna útbygging av føroyska samfelagnum.

Uppgávurnar, ið lagdar eru til landsbankan at umsita, eru sambært løgtingslóg sostatt:
          1) at vera almennur banki,
          2) at varðveita trygg fíggjarviðurskifti, og
          3) at virka fyri javnari útbygging av samfelagnum

Almennur banki
Endamálið kann lýsast at vera fíggjarumsiting fyri landið, fyrst og fremst fyri landskassan, men eisini við fyrimuni fyri almennar stovnar ella skipanir, t.d. AMG og ætlaða búskapargrunnin. Fíggjarumsitingin eigur at hava fyrilit fyri føroyska fíggjarmarknaðinum og harvið eisini vinnulívinum og húsarhaldunum.

At varðveita trygg fíggjarviðurskifti
Endamálið er at útvega dagførda vitan um gongdina og støðuna í fíggjarsektorinum og fíggjarviðurskiftum eins og at virka fyri tillagingum, sum styrkja tryggleikan, smidleikan og kappingarførið í fíggjarsektorinum og í fíggjarviðurskiftum og búskapinum sum heild.

At virka fyri eina javna útbygging av samfelagnum
Endamálið er at fáa realistiskar upplýsingar og fatanir um støðu, gongd og útlit fyri føroyska búskapin.