Landsbanki Føroya virkar eftir tveimum løgtingslógum.
Løgtingslóg nr. 57 frá 29. september 1978 um Landsbanka Føroya hevur ásetingar um Landsbanka Føroya sum heild, og løgtingslóg nr. 31 frá 21. februar 1995 um landskassans innlán og lán í landsbankanum hevur ásetingar um innlán og lán í Landsbanka Føroya.
Hartil eru tvær kunngerðir galdandi fyri Landsbankan. Tann eina hevur ásetingar um viðtøkur Landsbankans, og hin hevur ásetingar um val av limum fyri vinnufeløgini í umsjónarráðið hjá Landsbankanum.
Tú kanst síggja lógir og kunngerðir fyri Landsbanka Føroya her:
Løgtingslóg nr. 57 frá 2. oktober 1978 um Landsbanka Føroya, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 86 frá 17. mai 2000
Kunngerð nr. 135 frá 14. september 1992 um val av limum fyri vinnufeløgini í umsjónarráð Landsbanka Føroya
Kunngerð nr. 150 frá 22. oktober 1992 um viðtøkur fyri Landsbanka Føroya
Løgtingslóg nr. 31. frá 21. februar 1995 um landskassans innlán og lán í Landsbankanum