Landsbankin hevur stjórn/stjóra, ið tekur sær av dagligu leiðsluni, men hartil er landsbankin undir leiðslu av einari nevnd og einum umsjónarráði.
Nevndin
Nevnd landsbankans telur 5 limir, ið verða valdir fyri 1 ár í senn. Umsjónarráðið velur 3 av hesum limum, og harumframt skulu løgfrøðingur og búskaparfrøðingur, ið eru vald í Umsjónarráðið eisini vera limir í nevndini.
Nevndin hevur vanliga fund hvønn mánaða, og hevur nevndin fíggjarliga ábyrgd og eftirlitsskyldu. Nevndin viðger og kemur við tilmælum til øll mál, ið skulu leggjast fyri Umsjónarráðið.
Verandi nevnd er henda:
- Annfinn V. Hansen, formaður
- Ingeborg Vinther, næstformaður
- Gunn Danielsen
- Marjun W. Thomassen
- Niclas Joensen
Umsjónarráðið
Umsjónarráðið er eftirlitsmyndugleiki og hevur m.a. til uppgávu at ansa eftir, at reglurnar í lóg og viðtøkum verða hildnar. Umsjónarráðið telur 11 limir, ið verða valdir fyri eitt 5 ára skeið. Limirnir í umsjónarráðnum skulu hava hollan kunnleika til vinnuviðurskifti og skulu umboða vinnuna og tey, ið starvast í henni, á fjølbroyttan hátt.
Landsstýrið velur tveir limir, ein búskaparfrøðing og ein løgfrøðing.
Verandi umsjónarráð er valt fyri tíðarskeiðið 15.11.2007 til 15.11.2012 og er mannað soleiðis:
- Jákup Sólstein, formaður
- Jóan Petur Patursson, næstformaður
- Gunn Danielsen
- Annfinn V. Hansen
- Rúni M. Hansen
- Niclas Joensen
- Ingeborg Vinther
- Marjun W. Thomassen
- Hákun Djurhuus
- Janet Johannesen
- Gordon Rajani