Leita
 
8. MARS 2012
Kinesiski miðbankin sigur seg hava álit á evro-gjaldoyranum
Kinesiski miðbankastjórin Zhou Xiaochuan hevur boðað frá, at kinesiski miðbankin eftir ætlan heldur fram við at keypa evropisk lánsbrøv, fyri á henda hátt at stabilisera størsta útflutningsmakrnaðin hjá Kina, nevniliga evropeiska marknaðin. Á henda hátt sýnur kinesiski miðbankin eisini álit á evropisku búskapirnar og evru-gjaldoyrað sum heild. Miðbankastjórin tók orðini upp aftur hjá forsætisráðharranum Wen Jiabaor á eini ráðstevnu í Beijing: Kina ynskir at vera meira við í arbeiðnum, ið verður gjørt fyri at loysa fíggjarligu trupulleikarnar í ES. Gjaldskreppan í evropisku búskapunum tálmar í løtuni eftirspurninginum eftir kineskiskum útflutningsvørum.

Kinesiski forsætisráðharrin kom við ábendingum um, at Kina møguliga fer at stuðla IMF og ES, hetta fyri at lætta um fíggjarligu trupulleikarnar hjá limalondunum. Herman Van Rompuy, ES-forseti, ið eisini luttók á ráðstevnuni svaraði, at stjórnarleiðararnir í Evropa virðismeta kinesiska álitið og vilja taka øll tey neyðugu stigini, ið skullu til fyri at varðveita evro-gjaldoyrað og fíggjarliga støðufestið í Europa. Evropa hevur fyrr heitt á Kina um at keypa evropisk lánsbrøv, men Kina hevur fleiri ferðir gjørt vart við lága álitið á ES orsakað av gjaldskreppuni. Kinesiski forsætismálaráðharrin og aðrir kinesiskir embætismenn, ið starvast hjá IMF, hava tó greitt frá, at ein búskaparlig afturgongd í Evropa møguliga hevði minkað kinesiska búskaparvøksturin niður í eina helvt. Seinastu tølini vísa sostatt, at Kina hevur lækkað lánsbrævagoymsluna av amerikanskum lánsbrøvum til lægstu mongdina síðani junimánað 2010. Hetta møguliga fyri at koma Evropa til hjálpar við at keypa evropisk lánsbrøv ístaðin.

Metingarstovnurin Moody’s hevur nýliga boðað frá, at kredit-ratingin hjá 17 altjóða- og 114 evropiskum fíggjarstovnum møguliga verður lækkað orsakað av økta váðanum, ið stendst av evropisku gjaldskreppuni. Millum annað  ætlar Moody’s at lækka ratingina hjá Grikkalandi til tað lægsta stigið. Sambært Moody’s verður kredit-ratingin hjá umleið 17 fíggjarstovnum møguliga lækkað heili trý stig (millum annað UBS og Credit Suisse), og harafturat verður ratingin hjá millum annað BNP Paribas og Deutsche Bank helst lækkað tvey stig orsakað av minkaða kreditvirðinum, ið kemur av gjaldskreppuni. Tað at bankar í Evropa eiga lánsbrøv hjá limalondunum Grikkalandi, Portugal, Írlandi, Spania og Italia, hevur elvt til eina ónda ringrás, metur Moody’s. Minkandi virðið á lánsbrøvunum ger tað torførari hjá bankunum at læna pening út, og tað førur minni búskaparligt virksemi við sær. Hetta ger tað uppaftur torførari at halda búskaparvøkstrinum uppi, og vøkstur er alneyðugur, um limalondini skullu kunna betra um ringu fíggjarligu umstøðurnar, sigur Moody’s.

Kinesiski miðbankin hækkaði fyri stuttum markið fyri hvussu høgt virðið á kinesiska gjaldoyranum er loyvt at vera. Kinesiski miðbankin nýtur annars peningapolitik, ið forðar gjaldoyranum at hækka ov nógv í virðið, soleiðis at kinesiska kappingarførið ikki minkar. Seinastu tølini vísa, at gjaldoyrað júst er økt 0,09 prosent í virði, og hetta er sostatt hægsta virðisøkingin í tríggjar vikur, eftir at markið  varð hækkað. Tað hækkaða markið fyri gjaldoyravirðið vísur at Kinesiski miðbankin hevur góðar vónir um framtíðina, hóast búskaparvøksturin í løtuni er heldur slakur, sigur stjórin í Success Futures & Foreign exchange í Hong Kong. Harafturat fer evropiski miðbankin møguliga at læna umleið 470 milliardir evrur til tey fíggjarliga illa støddu limalondini.Hetta kann føra til størri kapital tilgongd í Asia  umframt  at eftirspurningurin eftir kinesiskum vørum økist.     

Keldur: BBC, Bloomberg, Reuters.   
            




 
TÌÐINDI
Landsbanki Føroya farin í søguna - 1. apríl 2013
Framgongd við avbjóðingum - 19. mars 2013
Nýggj fríhandilsavtala millum ES og USA - 21. FEBRUAR 2013
Skeiv upplýsing um rentur í løgtinginum - 18. desember 2012
Ríkisstjórn Íslands afturrindar lán á 300 mió kr - 17. desember 2012
Munnligur fyrispurningur í Løgtinginum viðv. møguligari avtøku av landsbankanum - 28. november 2012
Amerikanski arbeiðsmarknaðurin er batnaður - 28. NOVEMBER 2012
Grikski búskapurin framvegis illa fyri. - 28. NOVEMBER 2012
Nobel virðislønin í búskapi 2012 - 22. OKTOBER 2012
Vit eiga at læra av royndum við almennari skuld í øðrum londum - 22. OKTOBER 2012
Hoyringsvar til ætlanir landsstýrisins um avtøku av Landsbanka Føroya - 11. oktober 2012
Svøríki nýtir stimbrandi fíggjarpolitikk - 27. SEPTEMBER 2012
Fíggjarpolitisku krøvini 2014 til 2016 - 26. september 2012
Stígur í heimshandlinum - 20. SEPTEMBER 2012
Finnland varðveitir Aaa-ratingina - 20. SEPTEMBER 2012
Versnaði útlit fyri danska búskapin  - 4. SEPTEMBER 2012
Ongar ítøkiligar tilsagnir frá ECB - 24. AUGUST 2012
Hóvlig framgongd og nærliggjandi vakstrarmøguleikar - 23. august 2012
Landsstýrið varðveitir Aa3 rating  - 16. juli 2012
Danski búskapurin fram til 2020 - 6. JULI 2012
Amerikanski tjóðbankin roynir at stimbra búskapin  - 6. JULI 2012
Tað er umráðandi at hækka pensiónsaldurin, sigur OECD - 29. JUNI 2012
Danmarks Nationalbank og Landsbanki Føroya hava undirritað samstarvsavtalu - 21. juni 2012
Peningapolitisk stimbran  - 13. JUNI 2012
Freistandi at økja tollverjuna. - 13. JUNI 2012
Prospekt í samband við lánsbrævaútgávu er nú tøkt - 8. juni 2012
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð - 6. juni 2012
Lægri vøkstur í Kina - 1. JUNI 2012
Lánikostnaðurin hjá Spania er øktur - 1. JUNI 2012
Altjóða arbeiðsloysið - 10. MAI 2012
Fíggjargrunnurin hjá IMF øktur - 10. MAI 2012
Privatir metingarstovnar  - 24. APRÍL 2012
Mario Draghi metir tað ringasta av evropisku kreppuni vera av - 24. APRÍL 2012
Afturstig á amerikanska arbeiðsmarknaðinum - 18. APRÍL 2012
Stórur munur á útlánum í Evropa og USA - 22. MARS 2012
Myndilin at meta um avleiðingar av fíggjarpolitiskum tiltøkum er dagførdur - 20. mars 2012
Lægri búskaparvøkstur í India - 29. FEBRUAR 2012
Búskaparvøkstur bíðar eftir myndugleikum og húsarhaldum - 23. februar 2012
Seinastu útlitini fyri grikska búskapin - 9. FEBRUAR 2012
Týski búskapurin í 2012 - 24. JANUAR 2012
Framgongd í amerikanska búskapinum - 18. JANUAR 2012
Árið 2011 sambært Blanchard  - 6. JANUAR 2012
Tíggju ár í WTO - 5. JANUAR 2012