Leita
 
22. JANUAR 2010
Arbeiðsloysið í OECD londunum hækkar fram til endan av 2010

Í nýggjastu búskaparmetingini hjá OECD verður mett, at búskaparliga framgongdin, ið sæst aftur í flestu OECD londunum, enn er ov veik til at kunna steðga vaksandi arbeiðsloysinum.

 

Arbeiðsloysið í OECD-londunum er undir núverandi búskaparkreppu vaksið skjótari enn nakrantíð áður. Á heysti 2009 vóru 15 milliónir fleiri fólk arbeiðsleys í OECD-økinum enn við endan av 2007. Við endan á 2009 var arbeiðsloysið í OECD-økinum sostatt 8,8%. Arbeiðsloysið væntast at halda á at vaksa fram til endan av 2010, men við minkandi ferð. Í byrjanini av 2011 fara væntandi umleið 21 milliónir fleiri fólk at vera arbeiðsleys enn við endan á 2007. Sjálvt um roynt verður at skapa nógv nýggj arbeiðspláss í 2011, fer arbeiðsloysið ikki at broytast munandi. Tað eru sannlíkindi fyri, at ein partur av arbeiðsloysinum, ið kom orsakað av kreppuni, fer at vera langtíðararbeiðsloysi, hóast ábøturnar á arbeiðsmarknaðin. Hetta kemur av, at búskaparliga framgongdin verður seinkað av uppsparing hjá húsarhaldum og fyritøkum, ið royna at minka um sína skuld. Príshækkingin verður tí mett at lækka inntil í byrjanini av 2010.

Í desember mánað 2009 var arbeiðsloysið 10% í USA og væntast at náa sítt hægsta mark í fyrru hálvu av 2010. Tað verður ikki fyrr enn einaferð í 2011, at arbeiðsloysið væntast at minka í Evropa. Í Evropa var arbeiðsloysið 10% við endan av 2009. Amerikanski búskapurin kemur fyri seg aftur orsakað av fíggjarligum hjálparpakkum og av tí at heimshandilin er batnaður aftur vegna øktan eftirspurning úr menningarbúskapum. Harafturat hevur økta virksemið innan byggimarknaðin, og tað at húsamarknaðurin hevur javnað seg, givið sítt íkast til vøksturin í USA. Vøksturin í amerikanska BTÚ er mettur at vera 2,5% í 2010 og 2,8% í 2011.

Tað verða somu faktorar, ið draga búskaparliga vøksturin í Evropa sum í USA. Men evropeiska arbeiðsloysisskipanin, ið hevur veitt teimum arbeiðsleysu góðan fíggjarligan stuðul undir kreppuni, kann vera við til at halda arbeiðsloysið høgt komandi mánaðirnar og seinka skapanina av nýggjum arbeiðsplássum. Evropa væntast at hava ein vøkstur á 0,9% í 2010 og 1,7% í 2011.

Kina er ikki so hart rakt av kreppuni sum fleiri onnur lond og hevur lutfalsliga høgan búskaparligan vøkstur, ið er lutvíst stimbraður av fíggjarligum hjálparpakkum. Japan fer hinvegin at fáa ágóða av vøkstrinum í restini av Asia, men lági innlendis eftirspurningurin avmarkar japanska búskaparliga vøksturin. Arbeiðsloysið í Japan var umleið 5% við endan av 2009 og búskaparvøksturin er mettur at vera 1,8% í 2010 og 2,0% í 2011.

Kelda: www.oecd.org

 
TÌÐINDI
Búskaparútlit fyri 2010 og 2011 - 2. september 2010
Grundrakstur landskassans árini 2000-2010 - 19. AUGUST 2010
Greiningaramboð viðvíkjandi landskassanum - 19. AUGUST 2010
Produktivitetur - produktivitetsvøkstur 1999-2009 - 9. august 2010
Evropa miðar ímóti haldgóðum búskaparvøkstri - 3. AUGUST 2010
Nýggj frágreiðing um danska búskapin - 21. JULI 2010
Betri útlit fyri heimsbúskapin - 14. JULI 2010
Heimshandilin veksur væntandi 9,5% í 2010 - 29. JUNI 2010
Skuldarmeting frá Moody's Investor Service - 23. juni 2010
Kina hevur hægsta búskaparliga vøksturin í heiminum - 27. MAI 2010
Vøksturin í heimsbúskapinum verður 4,2% í 2010 - 29. APRÍL 2010
Seinasta nobel virðislønin í búskapi - 15. APRÍL 2010
Búskaparvøkstur 2011-2015 - 8. apríl 2010
Fíggjarpolitisk skuldarhugtøk - 8. apríl 2010
Ójavnar í grikska búskapinum - 6. APRÍL 2010
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð - 24. mars 2010
Rávøruprísir hækka væntandi í 2010 - 15. MARS 2010
Búskaparútlit fyri 2010 og 2011 - 24. februar 2010
Fíggjarpolitikkur og búskaparsveiggj - 22. februar 2010
Skattir og búskaparvøkstur - 17. FEBRUAR 2010
Stuðul til frama fyri kappingarførið hjá menningarlondum - 9. FEBRUAR 2010
Fíggjarpolitisk regluverk - stutt lýsing - 8. FEBRUAR 2010
Konsolideringsátøk - royndir úr øðrum londum - 2. FEBRUAR 2010
Ísland fær ikki positivan vøkstur fyrr enn í 2011 - 27. JANUAR 2010
Afrika er hart rakt av búskaparkreppuni - 13. JANUAR 2010