Tað verður helst ikki positivur vøkstur í Íslandi í 2010, sum áður væntað. Ein nýggj meting frá íslendska fíggjarmálaráðnum vísir, at vøksturin í BTÚ ikki verður positivur fyrr enn í 2011. Á myndini niðanfyri eru báðar forsøgnirnar úr 2009 vístar, har reyðu stabbarnir eru frá gomlu forsøgnini (juli 09), og teir bláu úr nýggju forsøgnini (okt. 09).

Vøksturin í BTÚ hevur víst seg ikki at vera so lágur í 2009, sum áður mett. Tó verður vøksturin ikki positivur longu í 2010, men í 2011, har hann verður lægri enn væntað varð í julimánað. Úrslitið í 2009 er millum annað komið av eini munandi lækking í eftirspurninginum. Privata nýtslan væntast at halda á at minka í 2010, meðan íløgurnar í orkuframleiðslu fara at stimbra búskapin. Vøksturin í BTÚ er mettur at vera 4,8% í 2012, 2,6% í 2013, har privata nýtslan er mett at vera komin upp á sítt vanliga støði aftur, samstundis við at íløgurnar økjast. Ein orsøk til nýggju útlitini er, at umskipanin av fíggjargeiranum er nakað seinkað.
Samráðingar við Bretland og Háland um ríkisveðhald fyri skyldur hjá bankanum Icesave, sum íslendska Fíggjareftirlitið yvirtók í 2008, hevur seinkað útgjaldum av lánum frá millum annað IMF. Tá hesi viðurskifti eru komin uppá pláss, væntast støðan hjá íslendska búskapinum at fara at batna.
Fallið í gjaldoyravirðinum hevur fingið javnvág á gjaldoyramarknaðin. Íslendska gjaldoyrað er viknað meira enn áður, men hetta hevur stimbrað búskapin, við tað at útflutningurin er øktur og innlendis eftirspurningin er vendur mótvegis innlendis framleiðslu, heldur enn innflutningi. Harafturat hevur ferðavinnan haft vinning seinasta hálva árið, og hetta hevur tilsamans givið eitt munandi avlop á handilsjavnanum og soleiðis styrkt íslendska búskapin.
Gjaldsjavnahallið var 42% av BTÚ í 2008, fyrst og fremst orsakað av, at teir størstu íslendsku bankarnir fóru av knóranum. Hallið á gjaldsjavnanum er mett at vera 7% av BTÚ í 2009 og fer at lækka til 0,8% av BTÚ í 2010, og verður 0,2% av BTÚ í 2011.
Arbeiðsloysið var umleið 8,6% í miðal í 2009 og væntast at hækka til 10,6% í 2010. Arbeiðsloysið er síðan mett at lækka aftur til 9% í 2011. Vøksturin í brúkaraprístalinum er ikki lækkaður so skjótt sum áður væntað. Prísirnir eru hækkaðir 12% í miðal í 2009, og eru mettir at hækka við 5% í fyrstu hálvu í 2010, og prísvøksturin fer síðani niður á 2,3% móti endanum av 2011.
Í 2012-2014 væntast vøksturin í BTÚ at vera positivur, við tað at íslendski búskapurin tá væntandi er komin í javnvág. Vøksturin kemur millum annað av øktari privatari nýtslu orsakað av bøttum arbeiðsmarknaði og av at húsarhaldini væntandi fara at hava hægri inntøku til taks.
Vøksturin í BTÚ er mettur til 0,8% í 2014. Fallið í BTÚ-vøkstri frá 2012 (sí mynd omanfyri) er orsakað av at stóru íløgurnar í orkuframleiðslu hava rokkið hæddarpunktið í 2014, og ongar ætlanir um tílíkar íløgur eru fyri framman. Prísvøksturin væntast at vera lágur, og harafturat verður rentan væntandi lág og íslendska krónan styrkt aftur. Arbeiðsloysið væntast at lækka, hóast nakað av langtíðaarbeiðsloysi fer at vera hesi árini.
Sí meira á síðu hjá íslendska fíggjarmálaráðnum her.
Kelda: www.minestryoffinance.is.
|