Endamálið við ritinum er at lýsa stutt, hvørjar royndir onnur lond hava av tíðarskeiðum við konsolidering í almenna geiranum. Ritið er ein endurgeving av úrslitum av greining hjá OECD.
Flestu lond í heiminum hava stór hall í almenna geiranum. Størsta orsøkin til hetta er óivað altjóða búskaparkreppan. Men eisini áðrenn afturgongdina í búskapinum var greitt, m.a. orsakað av demografiskum broytingum og øktum heilsuútreiðslum í framtíðini, at førdi skatta- og útreiðslupolitikkurin í flestu londum í vesturheiminum ikki var haldførur sæð yvir eitt miðallangt tíðarskeið.
Í sjálvum sær er einki óvanligt í, at almenni geirin hevur hall í eini búskaparkreppu sum í verandi kreppu. Trupulleikin er heldur støddin á hallinum, eins og at tað almenna fær fleiri útreiðslur í framtíðini orsakað av demografiskum broytingum. Flestu kanningar benda á, at hall er samanlagt í almenna geiranum í flestu londum, hóast hædd verður tikin fyri konjunkturarstøðuna. Sama støða er galdandi í føroyska búskapinum.
Flestu lond í vesturheiminum verða tí komandi árini noydd at fara ígjøgnum eitt tíðarskeið við konsolidering í almenna geiranum til tess at betra um haldførið á førda skatta- og útreiðslupolitikkinum; t.e. tey verða noydd miðvíst at betra um javnvágina millum inntøkur og útreiðslur í almenna geiranum. Hetta gerst einans við at økja um skatta- og avgjaldsinntøkur og/ella við at minka um almennar útreiðslur.
Sæð í ljósinum av hesum er áhugavert at kanna, hvørjar royndir lond í vesturheiminum hava av tíðarskeiðum við konsolidering í almenna geiranum. Greinin lýsir stutt nakrar royndir, ið OECD-lond hava av tíðarskeiðum við konsolidering í almenna geiranum frá 1978 til 2005. Í alt fevnir greinin um 85 ymisk átøk ella tíðarskeið við konsolidering úr 24 ymiskum OECD-limalondum.
Ritið kann takast niður her og liggur eisini undir útgávur.