Doha-samráðingarnar virka fyri “Aid for trade”. Tað er ein fíggjarligur stuðul, ið verður latin menningarlondum afturat stuðlinum, londini vanliga móttaka, ið skal fremja kappingarførið og inn- og útflutningin í hesum londunum. Menningarlond hava sum oftast ikki atgongd til altjóða vørumarknaðin á sama hátt sum tey framkomnu londini, tí tey m.a. vanta grundleggjandi undirstøðukervi, ið t.d. verður nýtt, tá vørur skulu útflytast. Doha útvegar pening frá gevaralondum, sum skal betra førleikan hjá menningarlondum at handla á altjóða marknaðinum. Hjálpin stuðlar sostatt upp undir búskaparliga vøksturin og minkar um fátækdømi í menningarlondum.
Doha-samráðingarnar royna harafturat í samstarvi við WTO at minka um tollmúrar kring heimin, fyri at fremja heimshandilin. Doha byrjaði í 2001 og hevur síðani verið á hvørjum ári. Seinastu samráðingarnar (desember 2008) førdu ikki til nakra semju, tí ósemja var um fíggjarligan stuðul til landbúnað og m.a. tollverjur til ymsan ídnað.
Út frá eini nýggjari kanning hjá Heimsbankanum um heimshandilin1, mælir Heimsbankin til at Doha-samráðingarnar finna fram til eina semju skjótast gjørligt.
Sambært seinasta búskaparmeting hjá OECD er vøksturin í heimshandlinum minkaður yvir 12%-stig í 2009 í mun til árið fyri orsakað av kreppuni. Forsøgnin hjá OECD vísir, at vøksturin í heimshandlinum fer at verða 6% í 2010. Tó er vøksturin í heimshandlinum langt frá støðinum undan kreppuni. WTO ráðharrarnir samdust tí í desember um, at ein semja í Doha hevði framt heimshandilin og tískil framgongdini í altjóða búskapinum og lættað um fátækdømið í menningarlondunum. Kanningin hjá heimsbankanum vísur millum annað eitt dømi um útflutningin úr Bangladesj. Um USA lækkar sína tollverju ímóti tennisskóm úr Bangladesj úr 32% til 6%, fer reala altjóða inntøkan (BTÚ) at hækka við 160 mia. dollarum.
Ein semja í Doha hevði ikki minkað um heimsins tollverjur munandi, men betrað um atgongdina til altjóða marknaðin fyri menningarlond, so tey betri kunna njóta ágóðan av fíggjarliga stuðlinum “Aid for Trade”. Ein semja hevði harafturat stuðlað upp undir WTO, ið mælir heimsins stjórnum til ikki at økja nýtsluna av tollverju undir kreppuni.
Altjóða búskaparkreppan hevur økt um handilskostnaðirnar, millum annað tí tað er vorðið dýrari at fáa fígging til framleiðslu ella útflutning. Harafturat er nýtslan av handilspolitikki, ið tálmar handilin vaksin skjótt undir kreppuni, og flestu londini kenna seg noydd at verja um innlendis virksemini og økja um tollverjuna. Øktir handilskostnaðirnir gera tað enn torførari fyri menningarlondini at vera kappingarfør. Fíggjarligi stuðulin, ið fremur førleikan at handla á altjóða marknaðinum hevur tí stóran týdning fyri menningarlondini.
Heimsbankin hevur kannað, um fíggjarligi stuðulin veruliga fremur inn- og útflutningin í menningarlondunum, og um Doha-samráðingarnar og WTO tískil gera nakran mun. Kanningin2 vísir, at fíggjarligur stuðul fremur handilin í menningarlondunum í stóran mun. Um hesin stuðulin verður hækkaður við 1 prosenti (tað svarar til at hækka hann við umleið 12 mió. dollarum), fer altjóða handilin at økjast við umleið 818 mió. dollarum. Tað svarar til at tað fæst ein vinningur uppá 697 dollarar í eyka handli kring heimin fyri hvønn eyka dollara, ið verður latin til at stuðla handilsførleikan hjá menningarlondunum.
1:Workingpaper WPS5135 www.worldbank.org 2009
2:Workingpaper WPS5064 www.worldbank.org 2009
Keldur: www.oecd.org, www.wto.org, www.worldbank.org