Útlit eru til, at BTÚ í leypandi prísum fall uml. 2% í 2009, og framskriving landsbankans fyri 2010 vísir vøkstur á uml. 3%. Verður prísvøksturin uml. 2%, merkir hetta, at føroyski búskapurin realt veksur aftur í ár, hóast vøksturin er lítil. Framskrivingin fyri 2011 vísur nøkulunda sama vøkstur, sum mett verður fyri inniverandi ár. Sostatt sær búskaparliga afturgongdin út til at hava verið gjøgnum ringastu brotasjógvarnar, og hóast ymiskar fortreytir peika hvønn sín veg, verður mett at útlit eru til búskaparvøkstur í ár.
Heinta búskaparmeting landsbankans her
|