Leita
 
29. JUNI 2010
Heimshandilin veksur væntandi 9,5% í 2010

Sambært WTO væntast heimshandilin at vaksa við 9,5% í 2010. Kanningar í juni mánað vísa, at heimshandilin (í leypandi prísum) í fyrsta ársfjórðingi í ár var 25 % hægri, enn í fyrsta ársfjórðingi 2009. Afturgongdin í heimshandlinum 2008-2009 hevur verið tann størsta tey síðstu 70 árini, men gongdin tykist nú vera vend. Útflutningurin var 27 % hægri teir fyrstu tríggir mánaðirnir  í ár í mun til í 2009 og innflutningurin var eini 24 % hægri í mun til sama tíðarskeiðið 2009. Stjórin í WTO vísir á, at altjóða WTO handilsreglurnar forða tollverjum at tálma heimshandlinum, nú ið heimsbúskapurin batnar.

Útflutningurin úr teimum framkomnu londunum væntast at vaksa 7,5% í ár, meðan útflutningurin úr restini av heiminum er mettur at vaksa umleið 11%. Tað fer væntandi at taka eini tvey ár afturat, áðrenn heimshandilin kemur á stigið, ið var undan kreppuni, um heimshandilin veksur við somu ferð sum nú. Fyri tey framkomnu londini verður mett, at tað fer at taka eini trý ár, áðrenn handilin kemur upp á stigið, ið var undan kreppuna. Hædd skal takast fyri, at stoytir kunnu koma fyri, ið ávirka handilin, t.d. oljupríshækkingar. Harafturímóti kunnu útlitini gerast betri, enn tey eru nú, t.d. um arbeiðsloysið í teimum framkomnu londunum lækkar skjótari enn væntað.

Sambært forsøgnum hjá WTO varð áður mett, at heimshandilin fór at minka 10% í 2009, men heimshandilin minkaði 12% síðsta árið. Í undanfarnum kreppum, t.d. í 2001, minkaði heimshandlinum 0,2%. Í 1982 fall hann 2%, og í 1975 fall hann 7%. Eingin av hesum undanfarnum kreppum hava havt so stóra minking í heimshandlinum við sær, sum afturgongdin í 2009. Sambært WTO var høvuðsorsøkin til afturgongdina stóra fallið í eftirspurninginum kring heimin. Tað varð lutfalsliga lítið av tollverju sett í gildi í 2009, og kanningar hjá WTO vísa, at minni enn 1% av fallinum í heimshandlinum seinasta árið, er orsakað av tollverjum. Sammett við fjórða ársfjórðing í 2008 er nýtslan av tollverjum, ið verjur innlendis fyritøkur ímóti kapping frá innfluttum vørum, lækkað við umleið 23% í 2009.

WTO heldur tað vera neyðugt at halda aftur við tolllverjum, hóast flestu lond kring heimin enn merkja fylgjurnar av kreppuni. Arbeiðsloysið væntast framhaldandi at vera høgt í flestu londunum í 2010, og tað kann fáa stjórnir at verja innlendis virksemi, hóast hetta forðar vøkstri í heimshandlinum. Í marsmánað 2010 tóku Brasilia og India stig til at taka burtur øll avgjøld, kvotuásetingar og toll á vørur, ið verða innfluttar úr menningarlondum. Umleið 80% av tollverjuni verður avtikin miðskeiðis 2010, vaksandi til 100% við endan á 2010. India var tað fyrsta landið, ið gjørdi handil við onnur menningarlond tollfrían, og umleið 14 menningarlond nýta nú hesa skipan. Í eini felags frágreiðing í juni 2010 hjá WTO, OECD og UNCTAD um handil og íløgur millum G20 londini, var víst at nýtslan av tollverjum hevur lindi til at økjast í ár, hóast hon er lutfalsliga lág í mun til undanfarin ár. Stjórin í WTO, Pascal Lamy, heitti enn einaferð londini á at halda aftur við nýtsluni av tollverjum og heldur miða ímóti at taka burtur handilsforðingar.      

Keldur: www.worldbank.org, IMF, WTO

 
TÌÐINDI
Búskaparútlit fyri 2010 og 2011 - 2. september 2010
Grundrakstur landskassans árini 2000-2010 - 19. AUGUST 2010
Greiningaramboð viðvíkjandi landskassanum - 19. AUGUST 2010
Produktivitetur - produktivitetsvøkstur 1999-2009 - 9. august 2010
Evropa miðar ímóti haldgóðum búskaparvøkstri - 3. AUGUST 2010
Nýggj frágreiðing um danska búskapin - 21. JULI 2010
Betri útlit fyri heimsbúskapin - 14. JULI 2010
Skuldarmeting frá Moody's Investor Service - 23. juni 2010
Kina hevur hægsta búskaparliga vøksturin í heiminum - 27. MAI 2010
Vøksturin í heimsbúskapinum verður 4,2% í 2010 - 29. APRÍL 2010
Seinasta nobel virðislønin í búskapi - 15. APRÍL 2010
Búskaparvøkstur 2011-2015 - 8. apríl 2010
Fíggjarpolitisk skuldarhugtøk - 8. apríl 2010
Ójavnar í grikska búskapinum - 6. APRÍL 2010
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð - 24. mars 2010
Rávøruprísir hækka væntandi í 2010 - 15. MARS 2010
Búskaparútlit fyri 2010 og 2011 - 24. februar 2010
Fíggjarpolitikkur og búskaparsveiggj - 22. februar 2010
Skattir og búskaparvøkstur - 17. FEBRUAR 2010
Stuðul til frama fyri kappingarførið hjá menningarlondum - 9. FEBRUAR 2010
Fíggjarpolitisk regluverk - stutt lýsing - 8. FEBRUAR 2010
Konsolideringsátøk - royndir úr øðrum londum - 2. FEBRUAR 2010
Ísland fær ikki positivan vøkstur fyrr enn í 2011 - 27. JANUAR 2010
Arbeiðsloysið í OECD londunum hækkar fram til endan av 2010 - 22. JANUAR 2010
Afrika er hart rakt av búskaparkreppuni - 13. JANUAR 2010