Í nýggjastu metingini um heimsbúskapin; World economic outlook, hevur IMF hækkað útlitið fyri búskaparvøksturin til 4,6 % í 2010. Í seinastu meting í aprílmánað, varð vøksturin mettur til 4,2 %. IMF sigur frá, at heimsbúskapurin er batnaður skjótari enn væntað, men leggur samstundis dent á, at økti váðin í samband við almenn hall í fleiri londum, kann órógva fíggjarmarknaðin.

Tað er serliga fíggjarligu trupulleikarnir í summum evropeiskum londum, ið sambært IMF, møguliga kann spjaða seg til fleiri lond í Evropa, og órógva fíggjarliga stabilitetin og búskaparliga útlitið sum heild fyri Evropa. IMF sigur frá, at tað fyri stuttum er komið afturstig í góðu gongdina á altjóða fíggjarmarknaðinum, eftir at ójavnar í grikska búskapinum vóru avdúkaðir. Ójavnarnir í grikska búskapinum hevur minkað álitið á summar evropeiskar peningastovnar, og er millum annað við til at leggja trýst á gjaldførið, av tí at bankarnir eru minni villigir at læna pening út sína millum.
IMF ræður í hesum sambandi teimum evropeisku, og øðrum framkomnum londum sum heild til, at fara undir konsolidering og gera ábøtur á skipanir fyri skatt og almennar veitingar. Harafturat kunnu átøk gerast, ið eggja húsarhaldinum til at spara meira saman. Hetta skal, sambært IMF, tilsamans leggja støðið undir ein haldgóðan framtíðar búskaparvøkstur. Samstundis er neyðugt hvørki at tálma búskaparvøksturin ella kappingarførið, tá ið farið verður undir eina teprari fíggjarætlan, heldur IMF.
Búskaparfrøðingurin Olivier Blanchard hjá IMF sigur frá, at hóast útlitini fyri heimsbúskapin eru jalig, er váðin stórur. Hann metur at útlitið í longdini er tengt at, hvussu Evropa og onnur framkomin lond megna at handfara fíggjarligu trupulleikarnar, at fara undir konsolidering, og hvussu menningarlondini megna at fáa búskapin í javnvág aftur.
Flestu londini standa fyri stórum avbjóðingum komandi árini, men hava samstundis lítið rásarúm, eftirsum almennu útreiðslurnar skulu skerjast munandi. Til dømis er arbeiðsloysið sera høgt. Í fyrsta ársfjórðingi í 2010 var miðal arbeiðsloysið fyri OECD londini 8,7 %. Harafturat er framleiðslu førleikin í miðal lækkaður eini 3 % fyri OECD lond, orsakað av øktum arbeiðsloysi og útveganarkostnaði.
IMF metur tað ikki verða neyðugt hjá flestu framkomnu londunum at fara undir konsolidering, fyrr enn í 2011. Hetta er serliga fyri ikki at tálma framgongdini í búskapinum, men samstundis eiga lond ikki longur at nýta tiltøk, ið stimbra búskapin, heldur IMF. Sum nú er metur IMF tað vera nóg mikið, um tey stóru framkomnu londini hava ætlanir fyri konsolidering í 2011, ið svara til skerjingar á eini 1¼ % av BTÚ.
Sum vant er búskaparvøksturin ymiskur fyri framkomin - og menningarlond. USA væntast at hava ein vøkstur á 3 ¼ % í 2010, í Evropa verður vøksturin umleið 1 %, Japan fær ein vøkstur á 2 ½ % og vøksturin í menningarlondunum fer í miðal at verða 6 ¾ % í 2010. Hesi tøl vísa í høvuðsheitum hvussu búskaparvøksturin hevur verið hetta fyrra hálva árið av 2010. Fyri komandi hálva árið væntar IMF at búskaparvøksturin, serliga í teimum framkomnu londunum, kann verða lægri, millum annað orsakað av lægri privatum eftirspurningi til nýtslu.
Keldur: IMF, OECD.