Leita
 
21. JULI 2010
Nýggj frágreiðing um danska búskapin

Danska búskaparráðið Det økonomiske råd hevur gjørt eina nýggja frágreiðing um danska búskapin. Frágreiðingin leggur serliga dent á fíggjarpolitisku avbjóðingarnar, ið standa fyri framman.

Seinastu árini hevur Danmark ført ein linan peninga- og fíggjarpolitikk fyri at stimbra búskapin undir kreppuni. Hetta hevur ført stór almenn hall við sær og gongdin í danska fíggjarstandinum er farin frá einum yvirskoti á 5 % av BTÚ undan kreppuni, til eitt hall, ið væntast at vera á somu stødd í 2010.

Hóast danska búskaparráðið væntar tað ringasta av búskaparkreppuni at vera av, skal Danmark eins og flestu onnur londini í Evropa, undir konsolidering. Danska búskaparráðið heldur tað verða neyðugt at sansa at almennu útreiðslunum, hóast hetta tálmar núverandi framgongdina í búskapinum, og sum umframt hevur við sær, at tað tekur fleiri ár afturat, áðrenn danski búskapurin kemur upp á stigið, ið var undan kreppuni.
Sambært danska búskaparráðið kemur danska framleiðslan og arbeiðsloysið ikki aftur á vanliga stigið, fyrr enn í 2015.

Danska búskaparráðið metur at gongdin fram til 2020 í almenna fíggjarstandinum verður verri, enn hvat danska ríkisstjórnin væntar. Hetta kemur av at búskaparráðið metur búskaparvøksturin at verða lægri, enn metingarnar hjá ríkisstjórnini vísa. Tískil ræður danska búskaparráðið til, at almenna nýtslan verður lækkað í enn størri mun tey komandi árini, serliga í sambandi við teim demografisku broytingunum, ið standa fyri framman. Í 2019 fara broytingar viðvíkjandi hægri eftirlønaraldur í gildi í Danmark.
Um ikki almennu útreiðslurnar verða minkaðar í stóran mun, ber til at føra ein haldgóðan búskap, um almenna hallið fer upp um 3 % tey næstu 30 árini. Men hetta samsvarar ikki við reglurnar í Stabilitets- og vakstrarsáttmálanum hjá ES og tað hevði helst lækkað álitið á danska búskapin, metur danska búskaparráðið.

Útlitið fyri danska búskapin tey komandi árini, er frægari, enn metingarnar vístu í seinastu búskaparmeting á heysti 2009. Komandi árini fer búskaparvøksturin at verða eitt sindur hægri enn høvuðsrákið. Í 2010 væntast vøksturin at verða 1¾ %, ið er umleið ½ prosent stig hægri, enn metingarnar á heysti 2009. Nýggju tølini koma av, at gongdin í danska útflutninginum hevur verið betri, enn áður væntað.
Í 2011 lækkar vøksturin orsakað av teim fíggjarpolitisku tiltøkunum, ið millum annað innibera at realli vøksturin í almennu útreiðslunum, skal verða null í tíðarskeiðinum 2011-2013. Samstundis verða tær almennu íløgurnar minkaðar og ábøtur á danska skattaskipanina fara tilsamans at lækka vøksturin við umleið 0,6 prosent stigum, so samlaði búskaparvøksturin verður 1 % í 2011. Harafturímóti fer økt privat nýtsla og vøkstur í útflutninginum at stuðla upp undir búskaparvøksturin, men hetta er tó ikki nóg mikið til at forða lækkingina á teim 0,6 prosent stigunum.
Í 2012 væntast privata nýtslan at hækka, samstundis sum innlendis íløgurnar og útflutningurin fara at økjast, og vøksturin er tískil mettur til at verða umleið 1¾ % aftur í 2012.

Hóast tað verður positivur búskaparvøkstur í 2010 og 2011, er hetta ikki nóg mikið til at halda vaksandi arbeiðsloysið niðri í Danmark. Danska búskaparráðið væntar tó ikki at arbeiðsloysið verður so høgt, sum mett var í búskaparmetingini á heysti 2009, og metur at tað í mesta lagið verða umleið 150.000 arbeiðsleys í 2011. Gongdin á arbeiðsmarknaðinum hevur ført við sær, at lønarhækkingarnar hava verið munandi lægri, enn vanligt. Ì tíðarskeiðinum 2010-2012 eru lønarhækkingarnar mettar til at verða einans umleið 2 %. Tær lágu lønarhækkingarnar fara tó ikki at gagna kappingarførinum hjá Danmark munandi, eftirsum lønarhækkingarnar í útlondunum verða enn lægri.                     

Tá ið handilssveipið aftur kemur í rættlag og almennu útreiðslurnar minka, væntast almenna hallið at lækka so við og við. Í ár er hallið mett til umleið 5 % av BTÚ, og í 2012 væntast hallið at verða 2¾ %, og Danmark lúkar tískil krøvini í Stabilitets- og vakstrarsáttmálanum hjá ES. Tó verður, sambært framrokningunum til 2020 hjá danska búskaparráðnum, hall á almennu roknskapunum, um ikki fleiri tiltøk verða sett í verk komandi árini.
 
Keldur: OECD, www.dors.dk

 
TÌÐINDI
Búskaparútlit fyri 2010 og 2011 - 2. september 2010
Grundrakstur landskassans árini 2000-2010 - 19. AUGUST 2010
Greiningaramboð viðvíkjandi landskassanum - 19. AUGUST 2010
Produktivitetur - produktivitetsvøkstur 1999-2009 - 9. august 2010
Evropa miðar ímóti haldgóðum búskaparvøkstri - 3. AUGUST 2010
Betri útlit fyri heimsbúskapin - 14. JULI 2010
Heimshandilin veksur væntandi 9,5% í 2010 - 29. JUNI 2010
Skuldarmeting frá Moody's Investor Service - 23. juni 2010
Kina hevur hægsta búskaparliga vøksturin í heiminum - 27. MAI 2010
Vøksturin í heimsbúskapinum verður 4,2% í 2010 - 29. APRÍL 2010
Seinasta nobel virðislønin í búskapi - 15. APRÍL 2010
Búskaparvøkstur 2011-2015 - 8. apríl 2010
Fíggjarpolitisk skuldarhugtøk - 8. apríl 2010
Ójavnar í grikska búskapinum - 6. APRÍL 2010
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð - 24. mars 2010
Rávøruprísir hækka væntandi í 2010 - 15. MARS 2010
Búskaparútlit fyri 2010 og 2011 - 24. februar 2010
Fíggjarpolitikkur og búskaparsveiggj - 22. februar 2010
Skattir og búskaparvøkstur - 17. FEBRUAR 2010
Stuðul til frama fyri kappingarførið hjá menningarlondum - 9. FEBRUAR 2010
Fíggjarpolitisk regluverk - stutt lýsing - 8. FEBRUAR 2010
Konsolideringsátøk - royndir úr øðrum londum - 2. FEBRUAR 2010
Ísland fær ikki positivan vøkstur fyrr enn í 2011 - 27. JANUAR 2010
Arbeiðsloysið í OECD londunum hækkar fram til endan av 2010 - 22. JANUAR 2010
Afrika er hart rakt av búskaparkreppuni - 13. JANUAR 2010