Leita
 
21. juni 2012
Danmarks Nationalbank og Landsbanki Føroya hava undirritað samstarvsavtalu
Sammett við onnur framkomin lond hava Føroyar í tíðarskeiðinum eftir seinna heimsbardaga verið í serstøðu við lutfalsliga nógvum og ógvusligum búskaparkreppum, sum í stóran mun hava havt sín uppruna innan fíggjarkervið. 

Neyv hagtøl er týðandi fortreyt fyri tiltøkum hjá føroyskum og donskum myndugleikum, ið hava til endamáls rættstundis at fyribyrgja kreppum, sum stava frá skiftandi virksemi innan fíggjarvinnuna.

Tørvurin hjá Landsbanka Føroya og Danmarks Nationalbank á hagtølum, ið lýsa virksemið hjá føroyskum fíggjarfyritøkum, er millum annað øktur í sambandi við, at peningastovnar seinnu árini hava stovnssett seg í útlondum. 

Føroyar eru í mun til Danmark og onnur lond í ES eftirbátur, hvat hagtølum viðvíkur. Hetta hava landsbankin og nationalbankin ásannað. Stovnarnir hava tí gjørt av at geva framleiðslu av fíggjarhagtølum høga raðfesting.

Arbeitt hevur seinastu tíðina verið við eini víðkaðari samstarvsavtalu, og eru stovnarnir samdir um, hvussu samstarvið framyvir skal skipast. Avtalan er nú undirritað (sí pdf-skjal).

Grundleggjandi fyri samstarvið er, at báðir stovnarnir hava sjálvstøðuga lógarfesta hagtalsheimild. Heimildin hjá LBF í §14 í landsbankalógini hevur verið mett nøktandi. DNB fekk fyri kortum eftir viðgerð í løgtinginum av tingsmáli nr 164/2011: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um broyting í lóg um Tjóðbanka Danmarkar eins og landsbankin hagtalsheimild í føroyskum løgdømi mótvegis peningastovnunum og øðrum viðkomandi búskapareindum.

Roknað verður við, at sonevnda MFI3-hagtalsskipanin, sum verður ment komandi tíðina, kann gerast gagnligt amboð hjá myndugleikum, peningastovnum og øðrum, sum ynskja at gera metingar av møguleikum og vandamálum, sum hava við fíggjargeiran og búskapin sum heild at gera.

Í fyrsta umfari eru tað føroysku peningastovnarnir, sum vera við í MFI3-skipanini. Ætlanin er tó, at eisini aðrir viðkomandi fíggjarstovnar skulu gerast partar av skipanini, sum frá líður.

Hagstova Føroya er yvirskipaði hagtalsmyndugleiki landsins. Í eldri avtalu millum hagstovuna og landsbankan er arbeiðsbýti millum stovnarnar ásett, sum áleggur landsbankanum at standa fyri hagtalsframleiðslu, sum hevur við fíggjargeiran at gera. Tilsvarandi arbeiðsbýti er vanligt í ES-londum, og er eisini galdandi í Danmark millum nationalbankan og Danmarks Statistik.

 
TÌÐINDI
Landsbanki Føroya farin í søguna - 1. apríl 2013
Framgongd við avbjóðingum - 19. mars 2013
Nýggj fríhandilsavtala millum ES og USA - 21. FEBRUAR 2013
Skeiv upplýsing um rentur í løgtinginum - 18. desember 2012
Ríkisstjórn Íslands afturrindar lán á 300 mió kr - 17. desember 2012
Munnligur fyrispurningur í Løgtinginum viðv. møguligari avtøku av landsbankanum - 28. november 2012
Amerikanski arbeiðsmarknaðurin er batnaður - 28. NOVEMBER 2012
Grikski búskapurin framvegis illa fyri. - 28. NOVEMBER 2012
Nobel virðislønin í búskapi 2012 - 22. OKTOBER 2012
Vit eiga at læra av royndum við almennari skuld í øðrum londum - 22. OKTOBER 2012
Hoyringsvar til ætlanir landsstýrisins um avtøku av Landsbanka Føroya - 11. oktober 2012
Svøríki nýtir stimbrandi fíggjarpolitikk - 27. SEPTEMBER 2012
Fíggjarpolitisku krøvini 2014 til 2016 - 26. september 2012
Stígur í heimshandlinum - 20. SEPTEMBER 2012
Finnland varðveitir Aaa-ratingina - 20. SEPTEMBER 2012
Versnaði útlit fyri danska búskapin  - 4. SEPTEMBER 2012
Ongar ítøkiligar tilsagnir frá ECB - 24. AUGUST 2012
Hóvlig framgongd og nærliggjandi vakstrarmøguleikar - 23. august 2012
Landsstýrið varðveitir Aa3 rating  - 16. juli 2012
Danski búskapurin fram til 2020 - 6. JULI 2012
Amerikanski tjóðbankin roynir at stimbra búskapin  - 6. JULI 2012
Tað er umráðandi at hækka pensiónsaldurin, sigur OECD - 29. JUNI 2012
Peningapolitisk stimbran  - 13. JUNI 2012
Freistandi at økja tollverjuna. - 13. JUNI 2012
Prospekt í samband við lánsbrævaútgávu er nú tøkt - 8. juni 2012
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð - 6. juni 2012
Lægri vøkstur í Kina - 1. JUNI 2012
Lánikostnaðurin hjá Spania er øktur - 1. JUNI 2012
Altjóða arbeiðsloysið - 10. MAI 2012
Fíggjargrunnurin hjá IMF øktur - 10. MAI 2012
Privatir metingarstovnar  - 24. APRÍL 2012
Mario Draghi metir tað ringasta av evropisku kreppuni vera av - 24. APRÍL 2012
Afturstig á amerikanska arbeiðsmarknaðinum - 18. APRÍL 2012
Stórur munur á útlánum í Evropa og USA - 22. MARS 2012
Myndilin at meta um avleiðingar av fíggjarpolitiskum tiltøkum er dagførdur - 20. mars 2012
Kinesiski miðbankin sigur seg hava álit á evro-gjaldoyranum - 8. MARS 2012
Lægri búskaparvøkstur í India - 29. FEBRUAR 2012
Búskaparvøkstur bíðar eftir myndugleikum og húsarhaldum - 23. februar 2012
Seinastu útlitini fyri grikska búskapin - 9. FEBRUAR 2012
Týski búskapurin í 2012 - 24. JANUAR 2012
Framgongd í amerikanska búskapinum - 18. JANUAR 2012
Árið 2011 sambært Blanchard  - 6. JANUAR 2012
Tíggju ár í WTO - 5. JANUAR 2012