Leita
 
29. JUNI 2012
Tað er umráðandi at hækka pensiónsaldurin, sigur OECD
Stjórnir noyðast at hækka pensiónsaldurin so líðandi fyri at tryggja, at tað verður ráð til eftirlønaskipanirnar, so hvørt sum livialdurin økist. Hetta sigur nýggja kanningin The Pensions Outlook 2012 hjá OECD. Um landið er í afturgongd, kunnu slíkar ábøtur hava ein umráðandi leiklut, tá ið konsolideringsátøk skulu setast í verk, samstundis sum vøksturin skal stimbrast, sigur OECD.

Tey komandi 50 árini, væntast livialdurin at hækka góð 7 ár í framkomnu londunum. Í helvtini av OECD londunum verður pensiónsaldurin 65 ár, og í 14 londum fer pensiónsaldurin at liggja ímillum 67 og 69 ár. Nýggja kanningin hjá OECD vísir, at 24 út av teimum 34 OECD-londunum, longu hava ætlanir um at økja pensiónsaldurin. Hækkaði pensjónsaldurin megnar tó ikki at taka hædd fyri økta livialdrinum í øllum londunum.
Stjórnir mugu tískil umhugsa at samanbinda pensiónsaldurin og livialdurin rætt, eins og tað verður gjørt í eitt nú Danmark og Italia. OECD vísir harafturat á, at  privata uppsparingin eigur at hækka.

Tiltøk eru neyðug; at fáa eldri fólk at arbeiða longri, er umráðandi fyri at okkara børn og ommu- og abbabørn kunnu fáa eina nøktandi eftirløn, tá ið tey verða gomul, heldur aðalskrivarin hjá OECD, Angel Gurría. Hóast slíkar broytingar sum oftast eru illa dámdar, og hetta serliga í tíðum við almennum sparingum, kunna tær verða við til at stimbra búskaparvøksturin, metur hann.

Kanningin vísir, at ábøtur tað seinasta tíggjuáraskeiðið, tilsamans hava lækkað framtíðar eftirlønaútgjøld frá tí almenna við umleið 20-25 prosentum. Fólk, ið byrja at arbeiða ídag, kunnu vænta at fáa eina eftirløn (netto), ið svarar til umleið helvtina av teirra netto-inntøku, um tey arbeiða fram til ásetta pensiónsaldurin. Men í nærum øllum teimum 13 OECD londunum, ið hava gjørt privatar pensiónsuppsparingar til eitt krav, svarar eftirlønin til umleið 60% av netto-inntøkuni. Í til dømis Týsklandi, Írlandi, Korea, Japan og USA, er almenna eftirlønin lág og privatar pensiónsuppsparingar sjálvkravdar. Í hesum londum væntast inntøkan hjá einum stórum parti av íbúgvunum tískil at fella munandi, tá ið farið verður á eftirløn.

Tvungin samansparing metur OECD tó ikki vera røttu loysnina í øllum londum. Sambært kanningini kann tvungin samansparing hava neiliga ávirkan á tey lágløntu, tí hon í roynd og veru kann virka sum ein eyka skattur, ið verður álagdur. Hinvegin kann ein skattalætti, ið eggjar til økta samansparing verða ein loysn, eftirsum láglønt og ung fólk sum oftast hava lága ella onga privata samansparing.

Kelda: OECD.
 
TÌÐINDI
Landsbanki Føroya farin í søguna - 1. apríl 2013
Framgongd við avbjóðingum - 19. mars 2013
Nýggj fríhandilsavtala millum ES og USA - 21. FEBRUAR 2013
Skeiv upplýsing um rentur í løgtinginum - 18. desember 2012
Ríkisstjórn Íslands afturrindar lán á 300 mió kr - 17. desember 2012
Munnligur fyrispurningur í Løgtinginum viðv. møguligari avtøku av landsbankanum - 28. november 2012
Amerikanski arbeiðsmarknaðurin er batnaður - 28. NOVEMBER 2012
Grikski búskapurin framvegis illa fyri. - 28. NOVEMBER 2012
Nobel virðislønin í búskapi 2012 - 22. OKTOBER 2012
Vit eiga at læra av royndum við almennari skuld í øðrum londum - 22. OKTOBER 2012
Hoyringsvar til ætlanir landsstýrisins um avtøku av Landsbanka Føroya - 11. oktober 2012
Svøríki nýtir stimbrandi fíggjarpolitikk - 27. SEPTEMBER 2012
Fíggjarpolitisku krøvini 2014 til 2016 - 26. september 2012
Stígur í heimshandlinum - 20. SEPTEMBER 2012
Finnland varðveitir Aaa-ratingina - 20. SEPTEMBER 2012
Versnaði útlit fyri danska búskapin  - 4. SEPTEMBER 2012
Ongar ítøkiligar tilsagnir frá ECB - 24. AUGUST 2012
Hóvlig framgongd og nærliggjandi vakstrarmøguleikar - 23. august 2012
Landsstýrið varðveitir Aa3 rating  - 16. juli 2012
Danski búskapurin fram til 2020 - 6. JULI 2012
Amerikanski tjóðbankin roynir at stimbra búskapin  - 6. JULI 2012
Danmarks Nationalbank og Landsbanki Føroya hava undirritað samstarvsavtalu - 21. juni 2012
Peningapolitisk stimbran  - 13. JUNI 2012
Freistandi at økja tollverjuna. - 13. JUNI 2012
Prospekt í samband við lánsbrævaútgávu er nú tøkt - 8. juni 2012
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð - 6. juni 2012
Lægri vøkstur í Kina - 1. JUNI 2012
Lánikostnaðurin hjá Spania er øktur - 1. JUNI 2012
Altjóða arbeiðsloysið - 10. MAI 2012
Fíggjargrunnurin hjá IMF øktur - 10. MAI 2012
Privatir metingarstovnar  - 24. APRÍL 2012
Mario Draghi metir tað ringasta av evropisku kreppuni vera av - 24. APRÍL 2012
Afturstig á amerikanska arbeiðsmarknaðinum - 18. APRÍL 2012
Stórur munur á útlánum í Evropa og USA - 22. MARS 2012
Myndilin at meta um avleiðingar av fíggjarpolitiskum tiltøkum er dagførdur - 20. mars 2012
Kinesiski miðbankin sigur seg hava álit á evro-gjaldoyranum - 8. MARS 2012
Lægri búskaparvøkstur í India - 29. FEBRUAR 2012
Búskaparvøkstur bíðar eftir myndugleikum og húsarhaldum - 23. februar 2012
Seinastu útlitini fyri grikska búskapin - 9. FEBRUAR 2012
Týski búskapurin í 2012 - 24. JANUAR 2012
Framgongd í amerikanska búskapinum - 18. JANUAR 2012
Árið 2011 sambært Blanchard  - 6. JANUAR 2012
Tíggju ár í WTO - 5. JANUAR 2012