Leita
 

Fíggjarligur stabilitetur verður ofta defineraður av sentralbankum í Evropa og BIS (Bank of International Settlement) sum "at tryggja at fíggjarsektorurin er nóg sterkur til, at fíggjarmarknaðirnir kunnu tryggja effektiva midling av kapitali millum teir búskaparligu sektorarnar. T.v.s. fyritøkur, húsarhald, tað almenna og útlond".

Orsøkin til hetta serliga fokus á fíggjarligan stabilitet kemst av, at ótrygg fíggjarviðurskifti hava søguliga havt stór fíggjarlig tap við sær (í øðrum londum ofta 10-15% av BTÚ, í Føroyum upp til 50% av BTÚ), tí at fíggjarstovnarnir eru so týðandi fyri búskapin og tí at teir hava ein lutfalsliga váðiligan virkismyndil - m.a. tað at taka ímóti stuttum innlánum og veita long útlán og soleiðis at fáa ein rentumarginal. Fíggjarligur óstabilitetur hevur verið staðfestur í nógvum bæði meira og minni framkomnum londum, eisini seinnu árini.

Ein vælvirkandi fíggjarskipan er avgerandi fyri búskaparligum vøkstri. Tað er tí umráðandi at minka vandan fyri óstabiliteti, um tað er gjørligt.