Av tí, at Føroyar ikki hava egið gjaldoyra, og at pengapolitiski myndugleikin harvið liggur á øðrum hondum, er møguleiki fyri tiltøkum til javnan av búskaparsveiggjum einans á fíggjarpolitiska økinum. Javnan av føroyskum búskaparsveiggjum henda í høvuðsheitum á 2 ymsar hættir: antin við fíggjarpolitiskum tiltøkum ella við sjálvvirkandi útjavnarum. Dømir um sjálvvirkandi útjavnarar eru inntøkuskatturin og ALS-gjaldið, ið eru viðvirkandi til, at sveiggini í tøku inntøkuni eru minni enn bruttoinntøkan. Tað er útbreidd semja innan tjóðarbúskaparligt ástøði, at ein á fíggjarpolitiska økinum í størst møguligan mun skal halda seg til sjálvvirkandi útjavnarar og bert gera nýtslu av fíggjarpolitiskum tiltøkum tá størri sveiggj út yvir tað vanliga gera seg galdandi ella eru ávegis.
Bæði royndir og ástøði vísa, at tað við fíggjarpolitiskum tiltøkum er møguligt at ávirka samlaða eftirspurningin í búskapinum. Hinvegin vísir tað seg at vera trupult at meta um, hvørji tiltøk geva best úrslit fyri samlaða búskapin og hvussu stór ávirkanin vil vera. Undir øllum umstøðum veldst um, hvussu búskaparstøðan sær út. Tískil er neyðugt, at politiska skipanin og almenningurin sum heild, við jøvnum millumbilum eru kunnaði um búskaparstøðu landsins, soleiðis, at møgulig fíggjarpolitisk tiltøk verða sett í verk á fullgóðum grundarlagi.
Landsbankans uppgáva at virka fyri jøvnum búskaparvøkstri fevnir tískil í høvuðsheitum um at gera leypandi metingar av búskaparstøðu landsins og í ávísan mun kunnað politisku skipanina og almenningin um hesa. Harumframt er tað í hesum sambandið ein týðandi uppgáva at eygleiða um tað er samsvar millum búskaparstøðu og førdan fíggjarpolitikk og um neyðugt koma við óheftari ráðgeving/tilmælum hesum viðvíkjandi.