Leita
 
18. JANUAR 2012
Framgongd í amerikanska búskapinum
James Bullard, stjórin í amerikanska miðbankanum í St. Louis, metir peningapolitikk vera munabetri enn fíggjarpolitikk, tá umræður at tálma stoytir á búskapin. Hóast renturnar leingi hava ligið tætt við null, hevur peningapolitikkurin roynst væl, og tað er ikki neyðugt við fíggjarpolitiskum tiltøkum, segði hann fyri stuttum á eini búskaparráðstevnu. 
Amerikanski tjóðbankin lækkaði renturnar til nærum null fyri meir enn trimum árum síðani og hevur harafturat keypt lánsbrøv fyri umleið 2.300 milliardir dollarar til tess at stimbra búskaparvøksturin. Hóast tekin eru um framgongd í amerikanska búskapinum, metir tjóðbankin, at búskaparvøksturin verður lágur og arbeiðsloysið høgt í 2012. Í januar væntast tjóðbankin at kunngera, at rentan framhaldandi fer at liggja um null fram til 2014. Síðani tjóðbankin av fyrstan tíð lækkaði rentuna, hava fleiri sambært James Bullard ivast í, um fíggjarpolitikkur ikki hevði verið eitt betri amboð at nýtt, tá javnvág aftur skal fáast í amerikanska búskapin, eftir at harðir stoytir hava rakt. Tó metir hann, at stabiliserandi politikkur, sum skal virka við stuttum skotbrái, skal latast tjóðbankanum upp í hendur. Hinvegin skulu politikarar taka sær av fíggjarpolitikki, t.v.s. skatti og almennari nýtslu, ið kann stimbra búskapin uppá miðal-langt sigt.
Í desember 2011 vóru 200.000 fleiri fólk komin í arbeiði í USA. Hetta var meir enn væntað, og arbeiðsloysið lækkaði til 8,5%, ið er tað lægsta seinastu trý árini. Í 2011 vórðu umleið 1,6 milliónir fólk sett í starv í USA, sum er størsta árliga hækkingin síðani 2006. Flestu av teimum mongu nýggju størvunum vóru at finna í privata geiranum. Amerikanska arbeiðsloysið hevur verið umleið 9% í fleiri ár, og kom uppá heili 10,1% í oktober 2009. Men í desember 2011 fall arbeiðsloysið fjórða mánað á rað, og hesi tekin um framgongd hava tískil sátt iva um, hvørt tað er neyðugt hjá tjóðbankanum við fleiri peningapolitiskum átøkum fyri at stimbra amerikanska búskapin.
Hóast tey nýggju tølini frá amerikanska arbeiðsmarknaðinum eru jalig, er tað enn kreppan í Evropa, ið setir dám á fíggjarmarknaðir. Flestu av amerikansku partabrøvunum lækkaðu heldur enn at hækka, tá ið tey nýggju tølini um amerikanska arbeiðsmarknaðin vóru kunngjørd, orsaka av ringu útlitunum í Evropa. Jaliga gongdin á arbeiðsmarknaðinum í USA samanborið við truplu støðuna í Evropa, ger harafturat, at virðið á amerikanska dollaranum hækkar í mun til evruna. Stjórin í miðbankanum í New York, William Dudley, metir at amerikanski tjóðbankin enn hevur ætlanir um at keypa fleiri lánsbrøv, hetta fyri at stimbra búskapin eftirsum búskaparvøksturin er sera lágur, og arbeiðsloysið enn er sera høgt. Tað eru enn umleið 23,7 milliónir amerikanarar, ið leita sær eftir arbeiði ella arbeiða niðursetta tíð, og ynskja at fáa eitt fulltíðarstarv. Fyri hvørt nýtt starv, sum í løtuni er tøkt at søkja, eru umleið 4,3 fólk arbeiðsleys. Um arbeiðsloysið minkar við somu ferð sum í desember 2011, fer tað at taka meir enn tvey ár, áðrenn arbeiðsloysið kemur niður á tað støðið, ið var áðrenn fíggjarkreppan byrjaði.
 
TÌÐINDI
Landsbanki Føroya farin í søguna - 1. apríl 2013
Framgongd við avbjóðingum - 19. mars 2013
Nýggj fríhandilsavtala millum ES og USA - 21. FEBRUAR 2013
Skeiv upplýsing um rentur í løgtinginum - 18. desember 2012
Ríkisstjórn Íslands afturrindar lán á 300 mió kr - 17. desember 2012
Munnligur fyrispurningur í Løgtinginum viðv. møguligari avtøku av landsbankanum - 28. november 2012
Amerikanski arbeiðsmarknaðurin er batnaður - 28. NOVEMBER 2012
Grikski búskapurin framvegis illa fyri. - 28. NOVEMBER 2012
Nobel virðislønin í búskapi 2012 - 22. OKTOBER 2012
Vit eiga at læra av royndum við almennari skuld í øðrum londum - 22. OKTOBER 2012
Hoyringsvar til ætlanir landsstýrisins um avtøku av Landsbanka Føroya - 11. oktober 2012
Svøríki nýtir stimbrandi fíggjarpolitikk - 27. SEPTEMBER 2012
Fíggjarpolitisku krøvini 2014 til 2016 - 26. september 2012
Stígur í heimshandlinum - 20. SEPTEMBER 2012
Finnland varðveitir Aaa-ratingina - 20. SEPTEMBER 2012
Versnaði útlit fyri danska búskapin  - 4. SEPTEMBER 2012
Ongar ítøkiligar tilsagnir frá ECB - 24. AUGUST 2012
Hóvlig framgongd og nærliggjandi vakstrarmøguleikar - 23. august 2012
Landsstýrið varðveitir Aa3 rating  - 16. juli 2012
Danski búskapurin fram til 2020 - 6. JULI 2012
Amerikanski tjóðbankin roynir at stimbra búskapin  - 6. JULI 2012
Tað er umráðandi at hækka pensiónsaldurin, sigur OECD - 29. JUNI 2012
Danmarks Nationalbank og Landsbanki Føroya hava undirritað samstarvsavtalu - 21. juni 2012
Peningapolitisk stimbran  - 13. JUNI 2012
Freistandi at økja tollverjuna. - 13. JUNI 2012
Prospekt í samband við lánsbrævaútgávu er nú tøkt - 8. juni 2012
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð - 6. juni 2012
Lægri vøkstur í Kina - 1. JUNI 2012
Lánikostnaðurin hjá Spania er øktur - 1. JUNI 2012
Altjóða arbeiðsloysið - 10. MAI 2012
Fíggjargrunnurin hjá IMF øktur - 10. MAI 2012
Privatir metingarstovnar  - 24. APRÍL 2012
Mario Draghi metir tað ringasta av evropisku kreppuni vera av - 24. APRÍL 2012
Afturstig á amerikanska arbeiðsmarknaðinum - 18. APRÍL 2012
Stórur munur á útlánum í Evropa og USA - 22. MARS 2012
Myndilin at meta um avleiðingar av fíggjarpolitiskum tiltøkum er dagførdur - 20. mars 2012
Kinesiski miðbankin sigur seg hava álit á evro-gjaldoyranum - 8. MARS 2012
Lægri búskaparvøkstur í India - 29. FEBRUAR 2012
Búskaparvøkstur bíðar eftir myndugleikum og húsarhaldum - 23. februar 2012
Seinastu útlitini fyri grikska búskapin - 9. FEBRUAR 2012
Týski búskapurin í 2012 - 24. JANUAR 2012
Árið 2011 sambært Blanchard  - 6. JANUAR 2012
Tíggju ár í WTO - 5. JANUAR 2012