Fíggjarumsitingin fyri landskassan hevur sum mál at tryggja gjaldsførleika landskassans bráðfeingis og í longdini eins og at optimera avkast/kostnað av fíggjarogn og skuld.
Tiltaksgjaldføri
Eitt tað mest umráðandi fyri lánførið, t.v.s. álitið frá lánveitarum og íleggjarum, eru evnini og viljin til at rinda aftur til tíðina, bæði lán og rentur. Tað, at tiltaksgjaldførið er hóskiligt, soleiðis at lántakarin kann svara hvørjum sítt, sjálvt um inntøkurnar svíkja eina tíð, hevur tí stóran týdning fyri lánveitarar.
Stór sveiggj í búskapinum og somuleiðis óvissa um nær og hvussu stór, ein vend kann væntast at verða, økja um tørvin og støddina á neyðugum tiltaksgjaldføri. Støddin á tiltaksgjaldførinum hevur m.a. týdning fyri, hvussu nógva tíð myndugleikarnir hava til at viðgera eina íkomnað støðu og at fyrireika tiltøk til at venda gongdini, eins og hvussu nógv tíð er til at fyrireika lántøku, um tørvur er á tí.
Tað er harafturímóti ikki neyðugt, sum hjá einum tjóðbanka, at hava tiltaksgjaldføri sum verju móti spekulativum álopum á gjaldoyra. Landsbankin (og landsstýrið) kann tí taka størri váða á seg enn ein tjóðbanki. Váðin, sum landsbankin kann taka á seg, er heldur ikki avmarkaður av lógarásettum minstukrøvum til eginognina, sum t.d. peningastovnar og eftirlønarskipanir eru tað.
Plasering heima ella úti
Føroyski búskapurin er nógv knýttur at livandi tilfeingi, so sum veiðu og aling av fiski, eins og hann er lítil. Hesi bæði eyðkenni gera tilsamans, at búskapurin verður fyri nógvum og til tíðir stórum sveiggjum. Hesi sveiggini ganga útyvir inntøkurnar í útflutningsvinnum og hjá húsarhaldum, sum eru knýtt at hesum vinnum og sostatt eisini útyvir skattagrundarlagið hjá almennum myndugleikum. Inntøkurnar hjá landinum sveiggja sostatt saman við vinnuligu sveiggjunum. Landið og aðrir partar av búskapinum hava tí brúk fyri tiltaksgjaldføri samstundis. Hvussu kann tørvurin samskipast undir hesum umstøðum?
Høvuðsparturin av skuld landskassans er í útlondum í brævalánunum til útlendskar íleggjarar. Fíggjarogn landsbankans er meginparturin í Danmark. Fyrilitið til útlendskar lánveitarar krevur, at fíggjarognin skal verða til taks og ikki langtíðarbundin. Er henda treytin lokin, kann fíggjarognin væl standa í Føroyum.
Fíggjarstovnar, eftirlønargrunnar og privatar fyritøkur hava munandi nettoogn uttanfyri Føroyar, har serliga fíggjarjarstovnarnir hava gott gjaldføri. Setir landið t.d. pening í peningastovn, hevur tað ikki ávirkan á, hvussu stovnurin bindur peningin í útlán ella á annan hátt. Tá hinir sektorarnir tilsamans eru so gjaldførir sum nú, er tað tí beinleiðis skeivt av landsbankanum (ella landsstýrinum) at hava sínar fíggjarognir í Føroyum, burtursæð frá bráðfeingis gjaldføri.
Kemur meira javnvág í gjaldførisstøðuna hjá hinum búskaparsektorunum, tí at landsstýrið hevur lænt meira í Føroyum, ella tí at eftirlønarkapitalurin er øktur og langtíðarílagdur uttanlands, og peningastovnarnir hava tikið lán til gjaldførið sítt, tá noyðist landsstýrið eisini at hava fyrilit fyri, hvussu gjaldførisstøðan í hinum sektorunum verður ávirkað av plaseringum og lántøku hjá landssektorinum.