Málið við íløgurøktini er at fáa best møguligt avkast við tí váða, sum er hóskiligur. Heildarmálið er tó at fáa minst møguligan langtíðarkostnað av nettoskuldini.
Tilevnan av strategi Landsbankin tilevnar uppskot til íløgustrategi og íløguheimild útfrá málsetninginum um at fáa eitt so gott avkast sum gjørligt við tí váða sum er rímiligur og avtalaður. Strategiin verður tilevnað við støði í, hvussu stóran váða bankin er til reiðar at átaka sær, og eini meting um, hvussu langt tíðarskeiðið er, sum fíggjarognirnar kunnu bindast.
Fyri at kunna tilevna eina strategi, við innbygdum fyritreytum um, hvussu landsbankin kann fáa eitt gott avkast við einum hóskandi váða, so má landsbankin kenna íløguuniversið, t.e. teir ymsu aktivklassarnar t.d. partabrøv, lánsbrøv, virkislánsbrøv í ymsum gjaldoyra og teirra avkast og váðaeginleikar og somuleiðis samvariatiónina millum hesar aktivklassar.
Dagligar og tíðum afturvendandi uppgávur Taktiska aktivallokeringin má endurskoðast nakrar ferðir um árið. Í hesum partinum av íløgurøktini fylgir bankin gongdini í ymsu sløgunum av aktivum og minkar um íløgur í tey virðisbrøv, (ella bólkar av virðisbrøvum, t.d. í eini vinnugrein, partabrøv í mun til ríkislánsbrøv ella virkislánsbrøv), ið vera mett at hava brúkt sínar vakstrarmøguleikar, og har væntaða framtíðaravkastið tí er minni enn áður. Landsbankin skal eisini taka avgerð, um hann skal økja um íløgur í virðisbrøv (bólkar av virðisbrøvum), har vakstrarmøguleikarnir verða mettir at vera góðir.
Landsbankin fylgir við og metir um útlitini í búskapunum á teimum marknaðum (londum), har landsbankin ætlar at gera ella hevur gjørt íløgur.
Av tí, at flestu íløgurøktarar eru fyritøkur, sum tæna bæði íleggjarum og útgevarum, er ráðgevingin frá teimum heft at egnu áhugamálum teirra. Landsbankin má tí eisini útvega sær kunnleika um marknaðarútlit frá óheftum keldum.
Landsbankin má eisini eygleiða, hvørji nýggj íløguprodukt verða útboðin, og meta um hesi hóska inn í verandi strategi ella um tey kunnu vera partur av eini nýggjari og betri íløgustrategi.
Útbjóðing, eftirlit og eftirlitsskipanir Landsbankin bjóðar út íløgurøðir til aðrar íløgurøktarar at fyrisita og ger tí eisini útbjóðingartilfar til tílíkar útbjóðingar. Serligan týdning hevur ásetingin av benchmarki og váðaavmarkingum, tá bankin bjóðar út eina íløgurøð, tí hetta ásetur rásarúmið hjá íløgurøktarunum.
Landsbankin fylgir við gongdini í útbodnum íløgurøðum, og at íløgurøktarin heldur seg innan fyri tær avmarkingar, sum landsbankin hevur ásett.
Landsbankin fylgir eisini samlaða váðanum (á egnum og útløgdum íløgurøðum tilsamans), og teimum avmarkingum og íløguheimildum, sum nevnd bankans hevur ásett.
Bankin má av og á útvega og endurnýggja skipanir til rapportering av perioduavkasti, væntaðum ella mettum framtíðaravkasti, og sum kann fylgja við, at íløgufyrisitingin bæði innanhýsis og uttanhýsis heldur seg innan fyri teir karmar, sum nevnd bankans hevur ásett.
Kjarnuførleikar og ábyrgd Landsbankin hevur lagt seg eftir at leggja tænastur út til onnur, har hesi kunnu røkja tær betri ella bíligari. Uppgávan at tilevna grundleggjandi strategiir, m.a. at viga møgulig framtíðaravkast móti tí váða bankin átekur sær, og at hava eftirlit við, at íløgurøktarar halda seg innan fyri avtalaðu váðakarmarnar, eru kjarnuførleikar, sum bankin ikki fer at útdelegera. Uttan mun til, hvør myndugleiki røkir tiltaksgjaldføri landskassans, so fær hann ikki útdelegerað ábyrgdina av avkastmálum og váða, og hevur tí fyri neyðini at hava fólk við hesum kjarnuførleikum.
|