Leita
 
21. DESEMBER 2011
Inntøkumunurin er øktur

Munurin millum rík og fátøk í OECD londunum hevur ikki verið størri seinastu 30 árini, vísur ein nýggj kanning hjá OECD.  

Sambært frágreiðingini, mugu stjórnarleiðarar í OECD londunum virka skjótt fyri at  loysa hendan trupulleikan. Kanningin vísur millum annað, at miðal inntøkan hjá teimum ríkastu 10% av fólkunum í OECD, er umleið níggju ferðir hægri, enn miðal inntøkan hjá teimum 10% fátækastu. Inntøkumunurin er enntá øktur í londum, ið vanliga verða mett at hava lágan ójavna, eitt nú í Týsklandi, Danmark og Svøríki. Í hesum londum er inntøkumunurin øktur frá at vera 5 til 1 í 1980, til at verða 6 til 1 í dag.  Í Italia, Japan, Korea og Bretlandi er inntøkan hjá teimum 10% ríkastu tó 10 ferðir hægri enn hjá teimum 10% fátækastu, og í Ísrael, Turkalandi og USA er munurin heili 14 til 1. Í Kili og Meksiko finst størsti ójavnin millum OECD londini; her er inntøkan hjá teimum ríkastu 25 ferðir størri, enn hjá teimum fátækastu, tó at ójavnin er minkandi í hesum londum. Hjá summum londum uttanfyri OECD sæst tó størri ójavni; í Brasilia er inntøkumunurin 50 til 1, hóast hann er minkaður munandi tað seinasta ártíggju.

Hendan kanningin avdúkar, at búskaparligur vøkstur ikki av sær sjálvum gagnar øllum í samfelagnum, og at størri ójavni ikki førur við sær, at tey fátækastu fáa møguleika fyri, at “arbeiða seg uppeftir” burturúr fátøku tilveruni, segði stjórin í OECD, Angel Gurría tá ið frágreiðingin varð almannakunngjørd. Uttan eina víðfevnandi strategi fyri hvussu búskaparvøksturin skal gagna øllum samfelagsbólkum, fer ójavnin,áhaldandi at vaksa, segði stjórin. Høvuðsorsøkin til økta inntøkumunin, er tann økti ójavnin í lønunum. Tey høgt-útlærdu hava fingið størri ágóða av tøkniligu framstigunum, enn tey ið hava lága útbúgving. Átøk, ið eru gjørd fyri at stimbra kappingarførið og gera arbeiðsmarknaðin meira smidligan, sum til dømis at stovna parttíðarstørv ella loyva fólki at arbeiða flekstíð, hevur stimbrað produktivitetin og fingið fleiri fólk í arbeiði, serliga kvinnur og láglønt arbeiðsfólk.  Men hækkingin í parttíðar- og lágløntum arbeiði hevur samstundis víðkað inntøkumunin. Her hava skatta- og sosiala skipanin ein stóran leiklut, tá ið ójavnin skal minkast, men hesar skipanir eru vorðnar minni effektivar til at javna inntøkur síðani mitt í 1990-árunum. Sambært frágreiðingini, er orsøkin til hetta at finna í sosialu skipanini; sosialar veitingar eru lækkaðar í nærum øllum OECD londunum síðani 1990-árini. Til dømis eru reglurnar fyri hvussu leingi ein skal hava búð í tí einstaka landinum ella kommununi fyri at fáa sosiala hjálp, vorðnar strangari, og  sosialu veitingarnar hava ikki  megnað at fylgt við inntøkuvøkstrinum tey seinastu 15 árini, sigur frágreiðingin.

Sambært frágreiðingini, er ein onnur týdningarmikil orsøk til økta ójavnan skattalætti til tey hægstløntu. Kanningin vísur, at tað at útbúgva arbeiðsmegina, er tann mest effektivi hátturin at minka um ójavnan, segði Gurría. Frágreiðingin leggur dent á, at tað er tørvur á, at einstøku stjórnarleiðararnir endurskoða skattaskipanirnar fyri at tryggja, at tey ið eru fíggjarliga væl fyri, bera sín part av skattabyrðuni. Hetta kann gerast við at hækka marginalskattin hjá teimum hægstløntu, betra um eftirlitið, lækka frádráttir og meta um skatt á ognum og øðrum slagi av ríkidømi av nýggjum, sigur OECD kanningin.

Kelda: OECD
  

 

 
TÌÐINDI
Miðbankar minka um trýstið í altjóða fíggjargeiran  - 1. DESEMBER 2011
Evropiska kreppan ávirkar Asia - 22. NOVEMBER 2011
Lánikostnaðirnir hjá Italia seta nýtt met - 14 NOVEMBER 2011
Stígur í Japanska búskapinum - 2. NOVEMBER 2011
Brasilia lækkar rentuna, hóast hækkandi inflasjón  - 26. OKTOBER 2011
Nobelvirðislønin í búskapi 2011 - 18. OKTOBER 2011
Búskapurin í evru-londunum  - 6. OKTOBER 2011
Myndil at meta um avleiðingar av fíggjarpolitiskum tiltøkum - 4. oktober 2011
Kunngerð frá amerikanska tjóðbankanum ávirkar partabrævamarknaðir - 29. SEPTEMBER 2011
Miðbankar økja um gjaldførið í Evropa - 21. SEPTEMBER 2011
Amerikanski búskapurin á veg í eina “japanska kreppu”?  - 12. SEPTEMBER 2011
Støðan í ES - 6. SEPTEMBER 2011
ECB keypir lánsbrøv - 17. AUGUST 2011
Búskaparútlit 2011 og 2012 - 16. august 2011
Grikska bjargingarætlanin hevur økt um virðið á evropeiskum lánsbrøvum - 27. JULI 2011
Evropeiska kreppan breiðkast  - 20. JULI 2011
Renturnar mugu hækka kring heimin, sigur BIS. - 12. JULI 2011
Lagarde móti Carstens - 5. JULI 2011
OECD búskaparmeting av India - 29. JUNI 2011
Stígur í Amerikonsku framgongdini - 17. JUNI 2011
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð - 16. juni 2011
IMF ávarar Grikkaland - 6. JUNI 2011
Portugal fingið fíggjarliga hjálp  - 17. MAI 2011
Nýggj búskaparmeting av Asia - 10. MAI 2011
Trupla støðan í japanska búskapinum - 28. APRÍL 2011
Føroyar lækkað eitt stig á Moodys-listanum - 18. apríl 2011
Amerikanska peningapolitiska stimbranin - 13. APRÍL 2011
Útreiðslur til eftirløn hækka - 8. APRÍL 2011
IMF ráðstevna elvir til kjak um búskaparligu ástøðina - 28. MARS 2011
Fíggjarpolitisku krøvini næstu árini - 15. mars 2011
Búskaparmetingin tøk á enskum - 10. mars 2011
G-20 fundur í Paris síðsta vikuskifti  - 25.FEBRUAR 2011
Útlit fyri vøkstri í 2011 og 2012 - 21. februar 2011
Stjórin í IMF mælir til at nýta eina nýggja málieind fyri ‘heims-gjaldoyrað’ - 18. FEBRUAR 2011
Fíggjarligir trupulleikar tyngja enn heimsbúskapin - 11. FEBRUAR 2011
Latínamerikanska framgongdin - 31. JANUAR 2011
Søla av evropeiskum lánsbrøvum - 24. JANUAR 2011
Nobel heiðurslønin í búskapi - 10. JANUAR 2011