Leita
 
31. JANUAR 2011
Latínamerikanska framgongdin

Latínamerikansku londini eru komin betri burturúr altjóða afturgongdini, enn áður væntað. Sambært nýggjastu frásøgnini hjá Heimsbankanum, hevur Latínamerikanska økið havt ein miðal búskaparvøkstur á 5,7% í 2010 sammett við 2009, tá Latínamerikanski búskapurin minkaði 2,2%.

Heimsbankin metur, at vøksturin í miðal fer at lækka til umleið 4% í 2011 og 2012, fyrst og fremst tí búskapargongdin í Kina og í teimum framkomnu londunum væntast at slakka eitt sindur av. Millum annað væntast búskaparvøksturin í USA at verða umleið 2% í ár sambært seinastu meting hjá IMF. Hetta hevur bæði jalig og neilig árin á Latínamerikanska búskapin. Lágur vøkstur í USA og øðrum framkomnum londum, fer at tálma vøksturin í til dømis Meksiko, ið er sera tengdur at ferðafólkum úr teimum framkomnu londunum. Harafturímóti eru onnur lond í Latínamerika meira tengd at útflutningi til lond, ið eru í framgongd, sum til dømis Kina. Økti eftirspurningurin úr Asia merkir hækkandi heimsprísir á handilsvørum, og tað hevur positivar avleiðingar við sær fyri teir Suður Amerikansku útflytararnar, ið selja til hesi londini. Harafturat førur lági vøksturin í framkomnu londunum til lágar altjóða rentur, ið serliga stimbrar framgongdina í teimum Latínamerikansku londunum, ið hava ein stinnan búskap og tískil eru áhugaverdir fyri útlendskar íleggjarar.

Í 2010 var búskaparvøksturin í Brasilia umleið 7%. Góða avrikið hjá Brasilia hevur gjørt landið til eitt áhugavert mál hjá íleggjarum og tískil hevur tilgongdin av fremmandum kapitali verið stór. Amerikanski peningapolitikkurin hevur ført við sær at tær amerikansku renturnar eru lágar og at íleggjarar heldur gera íløgur í til dømis Brasilia, har væntaði vinningurin er høgur. Tilgongdin av fremmandum kapitali kemur tískil eisini av hesi orsøk. Tilgongdin av kapitali hevur tó ført við sær, at gjaldoyruni hjá Latínamerikansku londunum eru hækkaði í virði. Brasilianska gjaldoyrað er til dømis hækkað 39% í virði í mun til dollaran tey seinastu tvey árini. Hækkaðu gjaldoyruni gera vørurnar lutfalsliga dýrari hjá Latínamerikansku framleiðarunum í mun til vørurnar úr t.d. USA og kina sum sostatt fáa ein kappingarfyrimun. Tað er tískil torførari at kappast, bæði á altjóða marknaðinum, tá ið vørur skulu útflytast, og á innlendis marknaðinum ímóti teimum vørunum, ið kunnu innflytast bíliga. Sambært einum brasilianskum ídnaðarfelagsskapi, eru 46.000 arbeiðspláss mist orsakað av bíliga innflutninginum í 2010. Brasilianski fíggjarmálaráðharrin førdi á G-20 fundinum í novembermánað 2010 fram, at gjaldoyrapolitikkurin hjá millum annað Kina og USA, í veruleikanum líktist útflutnings-studningi. 

Fleiri lond í Latínamerika royna tískil at tálma hækkandi gjaldoyrunum. Millum annað hava Brasilia, Kili, Meksiko og Peru nýliga keypt amerikanskar dollarar fyri at lækka egið gjaldoyrað í mun til dollaran og soleiðis skapa eitt betri kappingarføri.

Prísirnir í Latínamerika eru eisini øktir í seinastuni. Til dømis er inflasjónin á innlendis vørunum, ið ikki verða handlaðar í løtuni 6,4% í Kili og brasiliansku lønarhækkingarnar eru lutfalsliga høgar. Millum annað er økta peningamongdin í USA, ið eftir ætlan skal stimbra amerikanska búskapin, við til at hækka inflasjónina aðrastaðni í heiminum, millum annað í Latínamerika. Í Argentina var árliga inflasjónin 10,9% í 2010.       
Sterku gjaldoyruni og hækkandi inflasjónin seta hesi lond í eina tvístøðu. Um tjóðbankarnir hækka renturnar fyri at tálma inflasjónina, kunnu gjaldoyruni møguliga hækka enn meira í virði. Royna teir harafturímóti at lækka gjaldoyruni við at virka á útlendska gjaldoyramarknaðinum, er somuleiðis vandi fyri at inflasjónin hækkar. Brasilianski tjóðbankin gjørdi nýliga av at hækka rentuna frá 10,75% til 11,25% fyri at tálma inflasjónina, ið var 5,9% í 2010 og er mett til at verða umleið 5% í ár.

Heimsbankin metur at búskaparvøksturin í Paraguai fer at verða 9,7% í ár, 9 % í Uruguai, 8,6% í Peru og 8,4% í Argentina. Brasilianski búskapurin er mettur at veksa 7,7% og Meksiko og Kili umleið 5%. Harafturímóti er vøksturin í Haiti mettur til at minka við 7% í ár.  

 Keldur: IMF, Worldbank, the economist, BBC, Bloomberg.

 
TÌÐINDI
Inntøkumunurin er øktur - 21. DESEMBER 2011
Miðbankar minka um trýstið í altjóða fíggjargeiran  - 1. DESEMBER 2011
Evropiska kreppan ávirkar Asia - 22. NOVEMBER 2011
Lánikostnaðirnir hjá Italia seta nýtt met - 14 NOVEMBER 2011
Stígur í Japanska búskapinum - 2. NOVEMBER 2011
Brasilia lækkar rentuna, hóast hækkandi inflasjón  - 26. OKTOBER 2011
Nobelvirðislønin í búskapi 2011 - 18. OKTOBER 2011
Búskapurin í evru-londunum  - 6. OKTOBER 2011
Myndil at meta um avleiðingar av fíggjarpolitiskum tiltøkum - 4. oktober 2011
Kunngerð frá amerikanska tjóðbankanum ávirkar partabrævamarknaðir - 29. SEPTEMBER 2011
Miðbankar økja um gjaldførið í Evropa - 21. SEPTEMBER 2011
Amerikanski búskapurin á veg í eina “japanska kreppu”?  - 12. SEPTEMBER 2011
Støðan í ES - 6. SEPTEMBER 2011
ECB keypir lánsbrøv - 17. AUGUST 2011
Búskaparútlit 2011 og 2012 - 16. august 2011
Grikska bjargingarætlanin hevur økt um virðið á evropeiskum lánsbrøvum - 27. JULI 2011
Evropeiska kreppan breiðkast  - 20. JULI 2011
Renturnar mugu hækka kring heimin, sigur BIS. - 12. JULI 2011
Lagarde móti Carstens - 5. JULI 2011
OECD búskaparmeting av India - 29. JUNI 2011
Stígur í Amerikonsku framgongdini - 17. JUNI 2011
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð - 16. juni 2011
IMF ávarar Grikkaland - 6. JUNI 2011
Portugal fingið fíggjarliga hjálp  - 17. MAI 2011
Nýggj búskaparmeting av Asia - 10. MAI 2011
Trupla støðan í japanska búskapinum - 28. APRÍL 2011
Føroyar lækkað eitt stig á Moodys-listanum - 18. apríl 2011
Amerikanska peningapolitiska stimbranin - 13. APRÍL 2011
Útreiðslur til eftirløn hækka - 8. APRÍL 2011
IMF ráðstevna elvir til kjak um búskaparligu ástøðina - 28. MARS 2011
Fíggjarpolitisku krøvini næstu árini - 15. mars 2011
Búskaparmetingin tøk á enskum - 10. mars 2011
G-20 fundur í Paris síðsta vikuskifti  - 25.FEBRUAR 2011
Útlit fyri vøkstri í 2011 og 2012 - 21. februar 2011
Stjórin í IMF mælir til at nýta eina nýggja málieind fyri ‘heims-gjaldoyrað’ - 18. FEBRUAR 2011
Fíggjarligir trupulleikar tyngja enn heimsbúskapin - 11. FEBRUAR 2011
Søla av evropeiskum lánsbrøvum - 24. JANUAR 2011
Nobel heiðurslønin í búskapi - 10. JANUAR 2011