IMF stjórin; Dominique Strauss-Kahn, metur at tað hevði styrkt um støðufestið í heimsbúskapinum, um fleiri gjaldoyru gjørdust partur av altjóða gjaldoyra-goymsluni SDR (Special Drawing Rights) hjá IMF. Sum nú er, er SDR samansett av dollarum, evrum, japanska gjaldoyranum yen, og bretska gjaldoyranum sterling, har ið samlaða virðið verður gjørt upp í amerikanskum dollarum. Dominique Strauss-Kahn metur, at hetta hevði minkað um óstøðufestið í heimsbúskapinum og vart ímóti framtíðar stoytum í altjóða fíggjargeiranum. Mælt verður sostatt til at, dollarin fær minni leiklut framyvir.
IMF stovnaði SDR í 1969 fyri at stuðla uppundir táverandi føstu gjaldoyra- skipanina Bretton Woods-skipanina, soleiðis at limalondini, um neyðugt, høvdu atgongd til gull og útlendsk gjaldoyru, til at keypa egið gjaldoyra á útlendska gjaldoyramarknaðinum við, fyri á tann hátt at halda gjaldoyrakursinum føstum. Hóast mong lond nú hava flótandi gjaldoyrakursir, verða SDR enn nýttir í ávísan mun. Í nýggjastu eftirmetingini av SDR, vóru vektirnar (lutfallið av tí einstaka gjaldoyranum í mun til samlaðu) endurskoðaðar, og mettar út frá millum annað virðinum á út- og innflutningi og støddunum av gjaldoyragoymslum, í einstøku limalondunum. Nýggju vektirnar vóru settar í gildi tann 1. Januar í ár.
Sambært stjóranum í IMF, síggjast ymsir ójavnar í altjóða búskapinum. Tað eru millum annað stór tilgongd av fremmandum kapitali, trýst á gjaldoyru, og vaksandi gjaldoyragoymslur ymsa staðni í heiminum, ið eru óloystir trupulleikar, og verða hesir ikki loystir, kann ein nýggj kreppa taka seg upp, heldur stjórin í IMF. Stóra óvissan, ið hesir ójavnar í altjóða fíggjargeiranum føra við sær, er ørkymlandi, sigur Strauss-Kahn. Tískil skjýtur hann upp, at gjaldoyru hjá ávísum menningarlondum, t.d. kinesiski yuan, skal leggjast afturat gjaldoyrunum, ið eru í SDR. Kinesiska gjaldoyragoymslan er á umleið 2,85 billiónir dollarar, meginparturin í amerikanskum lánsbrøvum. Strauss-Kahn heldur tó, at tað óivað verður torført at fáa londini at semjast um hvørji nýggj gjaldoyru sleppa uppí SDR. Strauss-Kahn metur, at búskaparvøksturin stimbrast við at økja um altjóða politiska samstarvið, lækka óstøðufestið í gjaldoyrunum og kapital tilgongdunum, og við at tryggja, at gjaldføri er til taks til tey londini, ið tørva tað. Harafturat heldur hann, at betri støðufesti í heimsbúskapinum fæst við at geva altjóða gjaldoyragoymsluni, SDR, størri leiklut í framtíðini.
Í samband við uppskotið hjá Dominique Strauss-Kahn, eru fleiri kanningar gjørdar av møguligum avleiðingum av eini víðkan av SDR. Millum annað verður í eini ritgerð greitt frá, um hægri prísvøkstur kring heimin verður avleiðingin, um SDR fær størri leiklut í altjóða fíggjargeiranum. Ritgerðin kannar fimm ymiskar hugsaðar framtíðarmyndir, ið lýsa hvussu teir størstu tjóðbankarnir, millum annað ECB og U.S. Federal Reserve, høvdu reagerað uppá nýggja býtið av gjaldoyrunum. Ritgerðin staðfestir, at tríggjar tær mest sannlíku støðurnar ikki føra hægri prísvøkstur í heimsbúskapinum við sær, um SDR verður víðkað.
Keldur: www.imf.org, www.telegraph.co.uk