Leita
 
25.FEBRUAR 2011
G-20 fundur í Paris síðsta vikuskifti

Fyri trimum mánaðum síðani fundaðist Barack Obama við hinar G-20 stjórnarleiðararnar um fíggjarligar og handilsligar ójavnar í heimsbúskapinum, umframt gjaldoyrastríð. Sambært stjóranum í IMF eru tekin um stóra tilgongd av fremmandum kapitali, trýst á gjaldoyru og vaksandi gjaldoyragoymslum, ójavnar ið eisini vóru sjónligir undan altjóða fíggjarkreppuni. Stjórin í IMF mælti tískil til, at hesir trupulleikar skuldu viðgerast á G-20 fundinum í Paris 18-19 feb, so forðað verður fyri, at ein møgulig nýggj kreppa tekur seg upp.

Á G-20 fundinum samdust stjórnarleiðararnir um at hava størri eftirlit við altjóða búskaparligu ójavnunum. Eisini kom fram, at tað er torført fyri limalondini, bæði tey framkomnu og menningarlondini, at semjast um týdningarmiklar avgerðir fyri heimsbúskapin. Franski fíggjarmálaráðharrin helt, at londini mugu miða eftir at kanna ymsu sløgini av búskaparpolitikki, ið verður nýttur kring heimin í løtuni, og gera av um hann gagnar heimsbúskapinum sum heild, ella bert kemur tí einstaka landinum til góðar. 

Í hesum sambandi var gjaldoyrastríðið millum USA og Kina, umrøtt á fundinum. Kappingarførið hevur stóran týdning fyri hvussu tey ymsu londini koma fyri seg aftur eftir kreppuna, og tískil eru gjaldoyru eitt eymt punkt, nú ið handils yvir- og undirskotini byrja at vaksa í fleiri londum, eftir at heimshandilin hevur verið sera lágur undir kreppuni. Kina hevur stórt handilsyvirskot orsakað av góða kappingarførinum, ið millum annað kemur av lága gjaldoyranum, og samstundis hevur heimsins størsti búskapur, USA, stórt handilsundirskot. Kinesiska gjaldoyrað er munandi undirmett, segði amerikanski fíggjarmálaráðharrin Timothy Geithner á G-20  fundinum. Eingi týdningarmikil úrslit komu burturúr fundinum hasum viðvíkjandi. Harafturat var ikki tosað nógv um, hvørt Kinesiska gjaldoyrað skal leggjast afturat teimum gjaldoyrunum, ið longu eru í gjaldoyragoymsluni SDR hjá IMF, ella ikki. Um so er, at kinesiska gjaldoyrað skal uppí, er neyðugt at Kina ger tað lættari at veksla pening um til yuan kring heimin, og sambært IMF fer hetta helst ikki at henda í nærmastu framtíð, eftirsum tað inniber, at kinesiska gjaldoyrað tá kann hækka í virði.

IMF metur, at Kina fer at verða eitt av londunum við hægsta búskaparvøkstri í ár (umleið 9,6% í 2011). Harafturímóti væntast búskaparvøksturin í USA at verða 3% í ár, og umleið 1,5 % í Evropa. Hóast vit hava framgongd, er hetta ikki tann mest gagnliga framgongdin, segði stjórin í IMF í síni talu á G-20 fundinum. Heimsbúskapurin er í framgongd, men ímeðan menningarlondini hava høgan vøkstur og summi enntá tekin uppá ovurupphitan, hava tey framkomnu londini lágan vøkstur og høgt arbeiðsloysi. Stjórin í IMF skeyt í hesum sambandi nýggj tiltøk upp, ið skulu betra um fíggjargeiran kring heimin. Hetta skal fremjast við millum annað at leggja skattir á ymisk øki í fíggjargeiranum, men lítil undirtøka var fyri tiltøkunum á fundinum. 

Stjórnarleiðararnir samdust tó um, at stremba ímóti einum meira støðuføstum altjóða búskapi, millum annað við at hava strangari eftirlit við almennari skuld og fíggjarhalli. Eisini ynskist strangari eftirlit við skuld og uppsparing í privata geiranum, og betri eftirlit við ójavnum í heimshandlinum og altjóða íløgunum (viðv. tilgongd av fremmandum kapitali), við atliti til bæði gjaldoyra-, fíggjar- og peningapolitikki.     

Keldur: Bloomberg, IMF

 
TÌÐINDI
Inntøkumunurin er øktur - 21. DESEMBER 2011
Miðbankar minka um trýstið í altjóða fíggjargeiran  - 1. DESEMBER 2011
Evropiska kreppan ávirkar Asia - 22. NOVEMBER 2011
Lánikostnaðirnir hjá Italia seta nýtt met - 14 NOVEMBER 2011
Stígur í Japanska búskapinum - 2. NOVEMBER 2011
Brasilia lækkar rentuna, hóast hækkandi inflasjón  - 26. OKTOBER 2011
Nobelvirðislønin í búskapi 2011 - 18. OKTOBER 2011
Búskapurin í evru-londunum  - 6. OKTOBER 2011
Myndil at meta um avleiðingar av fíggjarpolitiskum tiltøkum - 4. oktober 2011
Kunngerð frá amerikanska tjóðbankanum ávirkar partabrævamarknaðir - 29. SEPTEMBER 2011
Miðbankar økja um gjaldførið í Evropa - 21. SEPTEMBER 2011
Amerikanski búskapurin á veg í eina “japanska kreppu”?  - 12. SEPTEMBER 2011
Støðan í ES - 6. SEPTEMBER 2011
ECB keypir lánsbrøv - 17. AUGUST 2011
Búskaparútlit 2011 og 2012 - 16. august 2011
Grikska bjargingarætlanin hevur økt um virðið á evropeiskum lánsbrøvum - 27. JULI 2011
Evropeiska kreppan breiðkast  - 20. JULI 2011
Renturnar mugu hækka kring heimin, sigur BIS. - 12. JULI 2011
Lagarde móti Carstens - 5. JULI 2011
OECD búskaparmeting av India - 29. JUNI 2011
Stígur í Amerikonsku framgongdini - 17. JUNI 2011
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð - 16. juni 2011
IMF ávarar Grikkaland - 6. JUNI 2011
Portugal fingið fíggjarliga hjálp  - 17. MAI 2011
Nýggj búskaparmeting av Asia - 10. MAI 2011
Trupla støðan í japanska búskapinum - 28. APRÍL 2011
Føroyar lækkað eitt stig á Moodys-listanum - 18. apríl 2011
Amerikanska peningapolitiska stimbranin - 13. APRÍL 2011
Útreiðslur til eftirløn hækka - 8. APRÍL 2011
IMF ráðstevna elvir til kjak um búskaparligu ástøðina - 28. MARS 2011
Fíggjarpolitisku krøvini næstu árini - 15. mars 2011
Búskaparmetingin tøk á enskum - 10. mars 2011
Útlit fyri vøkstri í 2011 og 2012 - 21. februar 2011
Stjórin í IMF mælir til at nýta eina nýggja málieind fyri ‘heims-gjaldoyrað’ - 18. FEBRUAR 2011
Fíggjarligir trupulleikar tyngja enn heimsbúskapin - 11. FEBRUAR 2011
Latínamerikanska framgongdin - 31. JANUAR 2011
Søla av evropeiskum lánsbrøvum - 24. JANUAR 2011
Nobel heiðurslønin í búskapi - 10. JANUAR 2011