Leita
 
15. mars 2011
Fíggjarpolitisku krøvini næstu árini

Løgtingið samtykti í mai 2010, at hallið hjá landskassanum skal minka stigvíst frá 600 mió. kr. í 2011 til at verða burtur í 2015. Slík 5-ára fíggjarpolitisk ætlan er nýggj í føroyskum høpi, og um málið skal røkkast, verður óivað neyðugt við tiltøkum bæði á inntøku- og útreiðslusíðu landskassans.

Ábendingar eru um, at partur av hallinum á landskassaroknskapinum seinnu árini er bygnaðarligur, t.v.s. yvir longri áramál eru inntøkurnar minni enn útreiðslurnar. Við verandi lágkonjunkturi er hallið tískil bæði konjunkturelt og bygnaðarligt. Tílíkt bygnaðarligt ósamsvar millum inntøkur og útreiðslur krevur fíggjarpolitisk tiltøk.

Landsbankin hevur ment myndil, ið á einfaldan hátt lýsir, hvussu úrslitið og landskassaskuldin ávirkast, so hvørt bruttotjóðarúrtøkan, rentan, útreiðslur og landsskattatrýst broytast. Myndilin kann nýtast sum amboð, tá metast skal um støddina á fíggjarpolitiskum tiltøkum og hvussu hesi ávirka rakstrarúrslit og skuldarbyrðu landskassans. Ein tílíkur kravsmyndil lýsir sostatt tey fíggjarpolitisku krøv, ið skulu til fyri, at raksturin aftur javnvigar. Myndilin sigur tó ikki, hvørji einstøku tiltøkini skulu vera á ávikavist inntøku- og útreiðslusíðu landskassans.

Av tekniskum áðum (sirkulerar referansur) er umráðandi, at excel ikki er opið, tá myndilin verður opnaður, so syrg fyri at lata aðrar excel-fílur aftur innan myndilin verður latin upp. Heinta myndilin sum excel-fíla.

Heinta fortreytir og vegleiðing sum pdf-fíla.

Myndilin við vegleiðing og fortreytum er eisini at finna undir Útgávur

 
TÌÐINDI
Inntøkumunurin er øktur - 21. DESEMBER 2011
Miðbankar minka um trýstið í altjóða fíggjargeiran  - 1. DESEMBER 2011
Evropiska kreppan ávirkar Asia - 22. NOVEMBER 2011
Lánikostnaðirnir hjá Italia seta nýtt met - 14 NOVEMBER 2011
Stígur í Japanska búskapinum - 2. NOVEMBER 2011
Brasilia lækkar rentuna, hóast hækkandi inflasjón  - 26. OKTOBER 2011
Nobelvirðislønin í búskapi 2011 - 18. OKTOBER 2011
Búskapurin í evru-londunum  - 6. OKTOBER 2011
Myndil at meta um avleiðingar av fíggjarpolitiskum tiltøkum - 4. oktober 2011
Kunngerð frá amerikanska tjóðbankanum ávirkar partabrævamarknaðir - 29. SEPTEMBER 2011
Miðbankar økja um gjaldførið í Evropa - 21. SEPTEMBER 2011
Amerikanski búskapurin á veg í eina “japanska kreppu”?  - 12. SEPTEMBER 2011
Støðan í ES - 6. SEPTEMBER 2011
ECB keypir lánsbrøv - 17. AUGUST 2011
Búskaparútlit 2011 og 2012 - 16. august 2011
Grikska bjargingarætlanin hevur økt um virðið á evropeiskum lánsbrøvum - 27. JULI 2011
Evropeiska kreppan breiðkast  - 20. JULI 2011
Renturnar mugu hækka kring heimin, sigur BIS. - 12. JULI 2011
Lagarde móti Carstens - 5. JULI 2011
OECD búskaparmeting av India - 29. JUNI 2011
Stígur í Amerikonsku framgongdini - 17. JUNI 2011
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð - 16. juni 2011
IMF ávarar Grikkaland - 6. JUNI 2011
Portugal fingið fíggjarliga hjálp  - 17. MAI 2011
Nýggj búskaparmeting av Asia - 10. MAI 2011
Trupla støðan í japanska búskapinum - 28. APRÍL 2011
Føroyar lækkað eitt stig á Moodys-listanum - 18. apríl 2011
Amerikanska peningapolitiska stimbranin - 13. APRÍL 2011
Útreiðslur til eftirløn hækka - 8. APRÍL 2011
IMF ráðstevna elvir til kjak um búskaparligu ástøðina - 28. MARS 2011
Búskaparmetingin tøk á enskum - 10. mars 2011
G-20 fundur í Paris síðsta vikuskifti  - 25.FEBRUAR 2011
Útlit fyri vøkstri í 2011 og 2012 - 21. februar 2011
Stjórin í IMF mælir til at nýta eina nýggja málieind fyri ‘heims-gjaldoyrað’ - 18. FEBRUAR 2011
Fíggjarligir trupulleikar tyngja enn heimsbúskapin - 11. FEBRUAR 2011
Latínamerikanska framgongdin - 31. JANUAR 2011
Søla av evropeiskum lánsbrøvum - 24. JANUAR 2011
Nobel heiðurslønin í búskapi - 10. JANUAR 2011