|
Stjórnarformaðurin í amerikanska tjóðbankanum, Ben Bernanke, sigur at peningapolitisku tiltøkini, ið eru sett í verk til tess at stimbra amerikanska búskapin, ikki tálma altjóða búskaparvøkstrinum. Fleiri onnur lond, millum annað Kina, Brasilia og Týskland, hava annars átalað USA fyri at skapa sær kappingarfyrimun á heimsmarknaðinum við ekspansivu peningapolitisku tiltøkunum, og meta at tað tálmar útflutninginum og tískil framgongdini í londum teirra.
Amerikanski tjóðbankin stimbrar búskapin við at økja um peningamongdina í amerikanska fíggjargeiranum við 600 milliardum dollarum, og tað hevur millum annað ført við sær, at dollarin er viknaður 8,5% í mun til eina kurv av seks øðrum gjaldoyrum (hjá framkomnum londum), síðani 27. august 2010, tá ið Bernanke skeyt upp at nýta fleiri peningapolitisk amboð til at stimbra búskapin við. Bernanke metur at ákærurnar hjá Kina, Brasilia og Týsklandi eru skeivar, og sigur at peningapolitisku tiltøkini eru sett í verk, við tí fyri eyga, at fáa amerikanska búskapin á føtur aftur. Tey, ið finnast at USA skulu minnast til, at tað er vanligt at hava lágt gjaldoyravirði, tá ið eitt land hevur verið í kreppu, og tað gagnar framgongdini, heldur Ethan Harris hjá amerikanska bankanum Merrill Lynch.
Amerikanski búskaparvøksturin minkaði í 18 mánaðir fram til Juni 2009 orsakað av fíggjarkreppuni. Men í fjórða ársfjórðingi 2010 var amerikanski búskaparvøksturin umleið 3% (ár til ár), og hann er mettur til at verða 3% í 2011. Samanborið við USA væntast búskaparvøksturin hjá Brasilia, Russlandi, India og Kina í miðal at verða umleið 7,7% í ár, í mun til 8,8% í 2010. Harafturímóti er búskaparvøksturin í Týsklandi mettur til at verða 2,7% í ár. Sambært Heimsbankanum er amerikanski búskapurin umleið 13% størri enn Brasilianski, Russiski, Indiski, Kinesiski og Týski búskapurin tilsamans, og amerikanska framgongdin kann tískil verða við til at halda samhandilslondunum hjá USA uppi. Millum annað verður 20% av samlaða kinesiska útflutninginum seldur til USA, og harafturat er USA tað landið, ið keypir næstmest av týskum og brasilianskum vørum.
Tey peningapolitisku tiltøkini lækka lánikostnaðir hjá amerikanskum húsaeigarum og fyritøkum, og stuðla sostatt uppundir vøkstur undir kreppuni. Men samstundis kunnu lægri lánikostnaðirnir og øktu lánimøguleikarnir føra við sær, at váðin økist. Kinesiski forsætisráðharrin Wen Jiabao metur tískil at tað er vandi fyri, at peningapolitiska stimbranin í USA fer at føra fíggjarliga óvissu og bløðrur á altjóða partabrævamarknaðinum við sær. Síðani peningapolitiska stimbranin varð sett í verk, er amerikanski útflutningurin øktur hvønn mánað fram til Januar 2011, har ið samlaða virðið á útflutninginum var umleið 168 milliardir dollarar. Barack Obama segði í Januar mánað frá, at ætlanin er at tvífalda árliga útflutningin, til hann røkkur eitt virði á umleið 3000 milliardir dollarar í 2015.
Sum nú er væntast tjóðbankin í USA ikki at hækka diskontuna fyrr enn í 2012. Tað verður mett, at peningapolitisku tiltøkini ikki fara at halda á fram, aftaná teir 600 milliardir dollararnir at enda (umleið junimánað 2011), eru sprændir inn í amerikanska búskapin, og eftir tað væntast amerikansku renturnar at hækka og amerikanska gjaldoyrað at økjast í virði.
Kelda: Bloomberg.com
|