Leita
 
18. apríl 2011
Føroyar lækkað eitt stig á Moodys-listanum


Altjóða metingarstovnurin Moody’s Investor Service (Moodys) hevur broytt sína skuldarmeting av føroyska búskapinum. Metingin er lækkað eitt stig úr Aa2 til Aa3, og útlitini eru broytt frá stabil til negativ.

Moodys metingarstovnurin hevur 21 stig, sum tey meta lond eftir. Seinasta metingin av føroyska búskapinum er gjørd í 2008 – áðrenn alheims fíggjarkreppuna – og tá fingu Føroyar triðjhægstu meting, Aa2.

Nú er metingin lækkað til fjórðhægsta stig.

Nýggja metingin frá Moodys kemur ikki óvart á. Niðurgongd hevur verið búskapinum síðani 2008, og vit vita, at vit hava fleiri stór mál at loysa, sum skulu stimbra búskapin.
Høvuðsorsøkin til nýggju metingina er undirskotið á fíggjarlógini, sum dregur niðureftir. Moodys mælir til, at undirskotið er burtur í 2015 – helst fyrr.

Eg eri samdur við niðurstøðuna hjá Moodys, at undirskotið á fíggjarlógini skal burtur, men okkara áskoðan er, at vit mugu verða sera varin at seta ógvuslig tiltøk í verk, tí tað kann raka sera meint og hava størri fráflyting við sær.

Ein onnur orsøk til, at Føroyar detta eitt pláss niður er, at tað ikki hevur eydnast at funnið politiskar semjur um langtíðartiltøk.

Nýggja politiska støðan er, at langtíðarsemjur nú eru á veg um tey mest týðandi búskaparmálini. Stóran týdning hevur tað, at breið politisk semja er um at gera nýskipanir í fiskivinnuni, ið skulu tryggja eina burðardygga veiðu. Semja um makrelveiðuna er fyrsta stigið.

Í metingini verður víst á, at samlaða skuldin og rentubyrðan eru ikki stór, men tað verður staðfest, at skuldin í løtuni er vaksandi.

Kortini vísir metingin, at vit framvegis hava ein sunnan búskap, hóast útlitini beint nú ikki eru tey bestu.

Tíðindaskriv hjá Moodys er at finna undir SKULDARMETING

Viðmerkingar til politiska týdningin av nýggju ratingini hjá Moodys eru at fáa frá Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, á telefon 352020.

Fíggjarmálaráðið og Landsbankin hjálpa við faktuellum spurningum til omanfyri nevnda mál. Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, er at hitta á telefon 350300.

 
TÌÐINDI
Inntøkumunurin er øktur - 21. DESEMBER 2011
Miðbankar minka um trýstið í altjóða fíggjargeiran  - 1. DESEMBER 2011
Evropiska kreppan ávirkar Asia - 22. NOVEMBER 2011
Lánikostnaðirnir hjá Italia seta nýtt met - 14 NOVEMBER 2011
Stígur í Japanska búskapinum - 2. NOVEMBER 2011
Brasilia lækkar rentuna, hóast hækkandi inflasjón  - 26. OKTOBER 2011
Nobelvirðislønin í búskapi 2011 - 18. OKTOBER 2011
Búskapurin í evru-londunum  - 6. OKTOBER 2011
Myndil at meta um avleiðingar av fíggjarpolitiskum tiltøkum - 4. oktober 2011
Kunngerð frá amerikanska tjóðbankanum ávirkar partabrævamarknaðir - 29. SEPTEMBER 2011
Miðbankar økja um gjaldførið í Evropa - 21. SEPTEMBER 2011
Amerikanski búskapurin á veg í eina “japanska kreppu”?  - 12. SEPTEMBER 2011
Støðan í ES - 6. SEPTEMBER 2011
ECB keypir lánsbrøv - 17. AUGUST 2011
Búskaparútlit 2011 og 2012 - 16. august 2011
Grikska bjargingarætlanin hevur økt um virðið á evropeiskum lánsbrøvum - 27. JULI 2011
Evropeiska kreppan breiðkast  - 20. JULI 2011
Renturnar mugu hækka kring heimin, sigur BIS. - 12. JULI 2011
Lagarde móti Carstens - 5. JULI 2011
OECD búskaparmeting av India - 29. JUNI 2011
Stígur í Amerikonsku framgongdini - 17. JUNI 2011
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð - 16. juni 2011
IMF ávarar Grikkaland - 6. JUNI 2011
Portugal fingið fíggjarliga hjálp  - 17. MAI 2011
Nýggj búskaparmeting av Asia - 10. MAI 2011
Trupla støðan í japanska búskapinum - 28. APRÍL 2011
Amerikanska peningapolitiska stimbranin - 13. APRÍL 2011
Útreiðslur til eftirløn hækka - 8. APRÍL 2011
IMF ráðstevna elvir til kjak um búskaparligu ástøðina - 28. MARS 2011
Fíggjarpolitisku krøvini næstu árini - 15. mars 2011
Búskaparmetingin tøk á enskum - 10. mars 2011
G-20 fundur í Paris síðsta vikuskifti  - 25.FEBRUAR 2011
Útlit fyri vøkstri í 2011 og 2012 - 21. februar 2011
Stjórin í IMF mælir til at nýta eina nýggja málieind fyri ‘heims-gjaldoyrað’ - 18. FEBRUAR 2011
Fíggjarligir trupulleikar tyngja enn heimsbúskapin - 11. FEBRUAR 2011
Latínamerikanska framgongdin - 31. JANUAR 2011
Søla av evropeiskum lánsbrøvum - 24. JANUAR 2011
Nobel heiðurslønin í búskapi - 10. JANUAR 2011