Leita
 
10. MAI 2011
Nýggj búskaparmeting av Asia

Í síni nýggjastu frágreiðing um Asiatiska búskapin ávarar IMF ímóti øktum prísvøkstri. Búskaparvøksturin í Asia fer sambært IMF at vera umleið 7 % í 2011 og 2012. Í 2010 var miðalvøksturin 8,3 %. Asia er komið skjótt fyri seg eftir kreppuna, men framgongdin hevur við sær at búskapir møguliga verða yvirupphitaðir í summum økjum í Asia, metur IMF.  

Hóast jarðskjálvtin í Japan voldi stóran skaða, eydnaðist tað japansku stjórnini at minka um avleiðingarnar, so ringa støðan í Japan møguliga ikki fer at breiða seg til aðrar asiatiskar búskapir, sigur IMF. IMF metur, at asiatiski búskaparvøksturin sum heild fer at verða burðardyggur og drivin av útflutningi og innlendis eftirspurningi, men vandi er fyri hægi inflatión. Vøruprísirnir eru øktir síðani oktobur 2010, og í Asia verður nú væntað, at prísirnir sum heild fara at liggja á eini hægru legu, sigur IMF. Harafturat ger IMF vart við stóra útlánsvøksturin og harav økta váðan í Asia. Samstundis eru húsaprísirnir øktir lutfalsliga skjótt í summum økjum í Asia, ið eisini er við til at økja um váðan. Í hesum sambandi metur IMF, at tað er neyðugt at føra ein táttan búskaparpolitikk, har ið konsolidering og virðisøking í ymsu gjaldoyrunum, eisini hevði hjálpt at tálma prísvøkstrinum. Harafturat væntast stóra kapitaltilgongdin til Asia at halda á fram í 2011 og 2012, orsakað av góða útlitinum fyri búskaparvøkstri. Ov stór kapitaltilgongd økir tó eisini um váðan og vandan fyri bløðrum  á asiatiska partabrævamarknaðum, sigur IMF.   

Sambært IMF hava høgu matvøru- og oljuprísirnir hækkað inflasjónina í Asia til 4,5 % í februarmánað í ár. Um høgi búskaparvøksturin heldur á ov leingi, hevur tað hægri inflasjón við sær og harvið kemur avlops-framleiðsla, ið til endan er skaðilig fyri búskapin og kann føra afturgongd við sær. Asiatiski menningarbankin ADB (Asian Development Bank) sigur, at hækkandi matvøru- og oljuprísirnir virka tálmandi á búskaparvøksturin, og metur at vøksturin møguliga fer at minka við 1,5% í ár, um prísirnir halda á at hækka. Sambært menningarbankanum, eru innlendis matvøruprísirnir øktir umleið 10% í miðal í nógvum asiatiskum londum í ár. Hóast Asia er í framgongd, hava øktu prísirnir ført við sær at livikostnaðurin er hækkaður, soleiðis at fleiri fólk í Asia eru vorðin fátøk. Sambært kanningum hjá menningarbankanum, verða umleið 64 milliónir fleiri fólk fátøk, um matvøruprísirnir hækka 10% afturat. 

Keldur: IMF, BBC

 
TÌÐINDI
Inntøkumunurin er øktur - 21. DESEMBER 2011
Miðbankar minka um trýstið í altjóða fíggjargeiran  - 1. DESEMBER 2011
Evropiska kreppan ávirkar Asia - 22. NOVEMBER 2011
Lánikostnaðirnir hjá Italia seta nýtt met - 14 NOVEMBER 2011
Stígur í Japanska búskapinum - 2. NOVEMBER 2011
Brasilia lækkar rentuna, hóast hækkandi inflasjón  - 26. OKTOBER 2011
Nobelvirðislønin í búskapi 2011 - 18. OKTOBER 2011
Búskapurin í evru-londunum  - 6. OKTOBER 2011
Myndil at meta um avleiðingar av fíggjarpolitiskum tiltøkum - 4. oktober 2011
Kunngerð frá amerikanska tjóðbankanum ávirkar partabrævamarknaðir - 29. SEPTEMBER 2011
Miðbankar økja um gjaldførið í Evropa - 21. SEPTEMBER 2011
Amerikanski búskapurin á veg í eina “japanska kreppu”?  - 12. SEPTEMBER 2011
Støðan í ES - 6. SEPTEMBER 2011
ECB keypir lánsbrøv - 17. AUGUST 2011
Búskaparútlit 2011 og 2012 - 16. august 2011
Grikska bjargingarætlanin hevur økt um virðið á evropeiskum lánsbrøvum - 27. JULI 2011
Evropeiska kreppan breiðkast  - 20. JULI 2011
Renturnar mugu hækka kring heimin, sigur BIS. - 12. JULI 2011
Lagarde móti Carstens - 5. JULI 2011
OECD búskaparmeting av India - 29. JUNI 2011
Stígur í Amerikonsku framgongdini - 17. JUNI 2011
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð - 16. juni 2011
IMF ávarar Grikkaland - 6. JUNI 2011
Portugal fingið fíggjarliga hjálp  - 17. MAI 2011
Trupla støðan í japanska búskapinum - 28. APRÍL 2011
Føroyar lækkað eitt stig á Moodys-listanum - 18. apríl 2011
Amerikanska peningapolitiska stimbranin - 13. APRÍL 2011
Útreiðslur til eftirløn hækka - 8. APRÍL 2011
IMF ráðstevna elvir til kjak um búskaparligu ástøðina - 28. MARS 2011
Fíggjarpolitisku krøvini næstu árini - 15. mars 2011
Búskaparmetingin tøk á enskum - 10. mars 2011
G-20 fundur í Paris síðsta vikuskifti  - 25.FEBRUAR 2011
Útlit fyri vøkstri í 2011 og 2012 - 21. februar 2011
Stjórin í IMF mælir til at nýta eina nýggja málieind fyri ‘heims-gjaldoyrað’ - 18. FEBRUAR 2011
Fíggjarligir trupulleikar tyngja enn heimsbúskapin - 11. FEBRUAR 2011
Latínamerikanska framgongdin - 31. JANUAR 2011
Søla av evropeiskum lánsbrøvum - 24. JANUAR 2011
Nobel heiðurslønin í búskapi - 10. JANUAR 2011