Leita
 
5. JULI 2011
Lagarde móti Carstens

IMF hevur kunngjørt at franski fíggjarmálaráðharrin, Christine Lagarde, verður nýggi stjórin í IMF. Lagarde vann á stjóranum í meksikanska miðbankanum, Agustín Carstens, í kappingini um hægsta sessin í IMF. Teir 24 nevndarlimirnir í IMF, ið umboða 187 limalond, hava atkvøtt um hvønn av hesum báðum kandidatunum, stjóraembætið skuldi tillutast. Sessurin var tryggjaður Lagarde, tá ið hon fekk stuðulin frá Kina og USA. Lagarde er sostatt fyrsta kvinnan, ið verður stjóri í IMF síðani stovnurin var settur á stovn í 1944, og hon skal byrja fimm ára embætisskeiðið tann 5. Juli 2011.

Hin kandidaturin, Agustín Carstens, hevur lisið búskaparfrøði í Meksiko, og hevur fingið kandidat og PhD heiti í búskaparfrøði á fróðskaparsetrinum í Chicago. Hereftir hevur hann arbeitt í miðbankanum í Meksiko, har hann millum annað hevur drúgvar royndir við fíggjarkreppum, eitt nú við fíggjarligu trupulleikunum hjá Meksiko í 1980-unum. Við hesum drúgvu royndunum, hóskar Carstens seg eisini væl til at leiða IMF. Í 1999 arbeiddi hann eitt stutt tíðarskeið í leiðandi starvi hjá IMF. Í 2000 virkaði hann í Meksiko sum varafíggjarmálaráðharri, og í 2003-2006 arbeiddi hann aftur í IMF, hesu ferð sum varastjóri, har hann var væl umtóktur. Síðani hevur hann virkað sum fíggjarmálaráðharri í Meksiko inntil hann í 2010 varð settur sum stjóri í meksikanska miðbankanum.

Sjálvur metur Carstens, at tað møguliga kann føra til stríð, at ein evropeari situr sum stjóri í IMF. Hann heldur tískil tað hevði gagnað IMF, um hann varð settur sum stjóri, eftirsum hann hevði sæð evropeisku fíggjarkreppuna frá einum øðrum sjónarhorni. Hóast Agustín Carstens hevði verið ein góður leiðari í IMF, er júst tað, at hann er úr (Suður-) Amerika ein vansi. Í løtuni situr ein amerikanari sum stjóri í Heimsbankanum, og summi lond eru ikki áhugaði í, at tveir av teimum størstu stovnunum í heiminum verða leiddir av stjórum úr sama heimsparti. Eftir vanligum siði plagar ein amerikanari at sita sum stjóri í Heimsbankanum, og ein evropeari í IMF.

Tað er ikki fyrstu ferð at 55-ára gamla Lagarde verður fyrsta kvinnan í høgum sessi. Eftir hon sum ung varð vorðin løgfrøðingur í París, fekk hon sær eitt kandidat heiti afturat, hesaferð í stjórnmálafrøði. Í 1981 fór hon til USA at arbeiða sum løgfrøðingur fyri altjóða fyritøkuna Baker & McKenzie, og eftir 18 ár fekk hon heiti sum fyrsti kvinnuligi formaðurin í hesi fyritøkuni. Í 2005 varð Lagarde handilsmálaráðharri í Fraklandi, og í 2007 varð hon fíggjarmálaráðharri í Fraklandi. Hon var fyrsta kvinnan ið fekk sessin sum fíggjarmálaráðharri, ikki bert í Fraklandi, men eisini í øllum G8 londunum. Í 2009 varð hon rópt “Besti fíggjarmálaráðharrin í Evropa” av Financial Times. Millum annað gekk hon á odda og stríddist fyri at veita teimum illa støddu evropeisku londunum fíggjarligar bjargingarætlanir síðsta árið.

Hóast Lagarde hóskar seg væl sum stjóra í IMF, vóru spurnartekin eisini sett við uppruna hennara. Í 26 út av teimum seinastu 33 árunum hevur ein fraklendingur siti sum stjóri í IMF, og lond úr millum annað Asia og Suðuramerika hava ivast í, hví júst ein evropeari skal vera stjóri í IMF. Lagarde varð tó vald sum tann besti av kandidatunum, og hon skal nú leiða stovnin, ið virkar fyri 187 limalond, har umleið 2700 starvsfólk tilsamans arbeiða undir IMF. Starvið ið Lagarde skal røkja verður ikki lætt. IMF er millum annað nógv uppi í fíggjarkreppuni í Evropa, og nýggi IMF leiðarin skal avgera hvussu peningurin hjá IMF verður nýttur á besta hátt, ímeðan samráðast skal við øll tey ymisku evropeisku londini. Sum evropeari noyðist Lagarde sostatt at vísa, at stovnurin IMF er óheftur. Samstundis eru londini í Evropa allarhelst væl nøgd við, at ein av teirra egnu situr sum stjóri í IMF.

Keldur: IMF, BBC, The Economist.

 

 
TÌÐINDI
Inntøkumunurin er øktur - 21. DESEMBER 2011
Miðbankar minka um trýstið í altjóða fíggjargeiran  - 1. DESEMBER 2011
Evropiska kreppan ávirkar Asia - 22. NOVEMBER 2011
Lánikostnaðirnir hjá Italia seta nýtt met - 14 NOVEMBER 2011
Stígur í Japanska búskapinum - 2. NOVEMBER 2011
Brasilia lækkar rentuna, hóast hækkandi inflasjón  - 26. OKTOBER 2011
Nobelvirðislønin í búskapi 2011 - 18. OKTOBER 2011
Búskapurin í evru-londunum  - 6. OKTOBER 2011
Myndil at meta um avleiðingar av fíggjarpolitiskum tiltøkum - 4. oktober 2011
Kunngerð frá amerikanska tjóðbankanum ávirkar partabrævamarknaðir - 29. SEPTEMBER 2011
Miðbankar økja um gjaldførið í Evropa - 21. SEPTEMBER 2011
Amerikanski búskapurin á veg í eina “japanska kreppu”?  - 12. SEPTEMBER 2011
Støðan í ES - 6. SEPTEMBER 2011
ECB keypir lánsbrøv - 17. AUGUST 2011
Búskaparútlit 2011 og 2012 - 16. august 2011
Grikska bjargingarætlanin hevur økt um virðið á evropeiskum lánsbrøvum - 27. JULI 2011
Evropeiska kreppan breiðkast  - 20. JULI 2011
Renturnar mugu hækka kring heimin, sigur BIS. - 12. JULI 2011
OECD búskaparmeting av India - 29. JUNI 2011
Stígur í Amerikonsku framgongdini - 17. JUNI 2011
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð - 16. juni 2011
IMF ávarar Grikkaland - 6. JUNI 2011
Portugal fingið fíggjarliga hjálp  - 17. MAI 2011
Nýggj búskaparmeting av Asia - 10. MAI 2011
Trupla støðan í japanska búskapinum - 28. APRÍL 2011
Føroyar lækkað eitt stig á Moodys-listanum - 18. apríl 2011
Amerikanska peningapolitiska stimbranin - 13. APRÍL 2011
Útreiðslur til eftirløn hækka - 8. APRÍL 2011
IMF ráðstevna elvir til kjak um búskaparligu ástøðina - 28. MARS 2011
Fíggjarpolitisku krøvini næstu árini - 15. mars 2011
Búskaparmetingin tøk á enskum - 10. mars 2011
G-20 fundur í Paris síðsta vikuskifti  - 25.FEBRUAR 2011
Útlit fyri vøkstri í 2011 og 2012 - 21. februar 2011
Stjórin í IMF mælir til at nýta eina nýggja málieind fyri ‘heims-gjaldoyrað’ - 18. FEBRUAR 2011
Fíggjarligir trupulleikar tyngja enn heimsbúskapin - 11. FEBRUAR 2011
Latínamerikanska framgongdin - 31. JANUAR 2011
Søla av evropeiskum lánsbrøvum - 24. JANUAR 2011
Nobel heiðurslønin í búskapi - 10. JANUAR 2011