Hósdagin 21. juli fundast tey 17 londini í ES, ið nýta evra sum felags gjaldoyra. Arbeitt verður fyri at finna eina loysn til fíggjarligu trupulleikarnar hjá Grikkalandi, so grikska gjaldskreppan ikki skal ávirka hini limalondini, sum eittnú hendi við Italia í síðstu viku.
IMF hevur rátt Italia til at taka neyðugar avgerðir, ið tryggja, at spariætlanirnar hjá Italia verða settar í verk, eftir at tað týsmorgunin 12. juli kom ræðsla í evropeiska fíggjarmarknaðin. Av tí at eingi ítøkilig tiltøk fyri at bøta um fíggjarligu støðuna hjá Grikkalandi vórðu viðtikin á ES fundinum hendan dagin, vaks óttin fyri at evropeiska gjaldskreppan spreiðir seg, so Italia møguliga verður næsta landið, ið má veitast fíggjarliga hjálp. Órógvið á fíggjarmarknaðinum bleiv ikki frægari av, at italski fíggjarmálaráðharrin fór tíðliga frá hesum fundinum, fyri at arbeiða við næstu fíggjarlógini, ið skal lækka almenna hallið hjá Italia.
Italski fíggjarmálaráðharrin hevur ætlanir um at spara umleið 48 milliardir evrur tey næstu trý árini og at lækka hallið til null í 2014 í mun til 3,9% í ár. Tó bendir órógvin á fíggjarmarknaðinum á, at íleggjarar ikki bert ivast í, um teir smáu búskapirnir sum Grikkaland megna at gjalda skuldina aftur, men eisini um kjarnan í ES, teir størstu búskapirnir, megna at sleppa burturúr hesi gjaldskreppuni. Rentan á italsku 10-ára lánsbrøvunum hækkaði upp ímóti 6 prosentum, og eftirspurningurin vendist móti teimum tryggu týsku lánsbrøvunum, ið lækkaðu frá 1,25% til 1,05% hendan fyrrapartin. Eftir at tað frættist at evropeiski miðbankin møguliga keypti italsk lánsbrøv, javnaði fíggjarmarknaðurin seg tó aftur.
Evropeiska gjaldskreppan hevur sostatt spreitt seg frá teimum smáu evropeisku londunum, til eitt av teimum størstu londunum í Evropa. Italia er triðstørsti búskapurin í Evropa og hevur størsta lánsbrævamarknaðin í ES. Hesin búskapurin er so at siga ov stórur at bjarga og ov stórur at lata fara á húsagang. Í seinastuni hevur Spania annars verið mest umrøtt, tá ið talan hevur verið um næsta landið, ið møguliga noyðist at fáa eina fíggjarliga bjargingarætlan í lag, eins og Grikkaland, Írland og Portugal hava fingið. Almenna skuldin í Italia er 120% av BTÚ og búskaparvøksturin er lágur. Men í mun til eittnú Grikkaland, er Italski búskapurin gjaldførur. Italia hevur leingi megnað at liva við stóru skuldarbyrðuni, og hevur gjørt væleydnað sparitiltøk, tá ið tað hevur verið neyðugt. Men hetta hevur Italia tó megnað orsakað av lágu rentunum. Nú ið renturnar á italsku lánsbrøvunum eru hækkaðar, verður tað truplari fyri Italia at endurgjalda skuldina. Um renturnar hækka til 6 ella 7 prosent, verður italska skuldin ikki longur burðardygg.
IMF ræður tískil Italia til at taka tær neyðugu avgerðirnar, ið tryggja at spariætlanirnar verða sett í verk, so italska skuldin verður lækkað. Sambært IMF er italska stjórnin ov bjartskygd viðvíkjandi búskaparvøkstrinum komandi árini, men ein verkseting av spariætlanunum við greiðari undirtøku kann sissa fíggjarmarknaðirnar, sigur IMF. IMF ger harafturat vart við, at ætlanirnar um broytingar av italsku skattaskipanini ikki eru nóg nágreiniligar, og at italska stjórnin eigur at gera meira fyri at stimbra búskaparvøksturin. Sambært IMF kann bert varandi búskaparvøkstur lækka almennu skuldarbyrðuna, men IMF hevur mett italska búskaparvøksturin til at lækka til 1% í ár frá 1,3% í 2010.
Keldur: The Economist, IMF, BBC.