|
BTÚ í ársins prísum vaks sambært Hagstovuni stívliga 3% í 2010 sammett við 2009. Vøksturin stavaði fyrst og fremst frá, at framleiðslan í tilfeingisvinnunum vaks, almenn nýtsla og privatar íløgur hava stimbrað eftirspurningin, meðan privat nýtsla og almennar íløgur hava tálmað.
Útlit eru til, at BTÚ í 2011 og 2012 í miðal kann vaksa 3% um árið í ársins prísum. Í búskaparmetingini frá februar varð mett, at vøksturin kundi fara at vera 5% í miðal um árið í 2011 og 2012, metingin er sostatt lækkað 2%-stig pr ár. Høvuðsorsøkin til hetta er, at væntanir til vøkstur í privatari nýtslu og privatum íløgum eru minkaðar út frá gongdini í lyklatølum higartil í ár.
Tað eru heldur samansettar grundir fyri metta vøkstrinum. Tilfeingisvinnur geva samanlagt positivt ískoyti til vøksturin í 2011. Tað er nakað ivasamt, um botnfiska¬vinnurnar geva størri virðisøking í 2011; avgerandi her er, hvørt fiskavirking á landi verður meira kappingarfør og økir um framleiðsluna. Botnfiskavinnurnar væntast at fáa vøkstur í 2012 og nøkur ár fram, tí at góð tilgongd hevur verið til toskastovnin.
Alifiskurin gevur stórt ískoyti til BTÚ; hann kann vaksa nakað aftrat í nøgd, meðan teir høgu fiskaprísirnir helst fara at falla nakað. Makrelvinnan gevur stórt ískoyti í 2011, og kann møguliga eisini gera tað í 2012. Onnur fiskivinna tykist at minka í 2011; hetta kann vera knýtt at, at eingin avtala er um makrel við ES og Noreg, sum tí eisini fær týdning fyri útlitini longur frammi. Innlendskur eftirspurningur, so sum privat nýtsla, privatar íløgur, almenn nýtsla og almennar íløgur, geva helst nakað av ískoyti til vøksturin í 2011, og helst nakað meira í 2012, serstakliga privata nýtslan og privatu íløgurnar. Tað at fíggjarpolitikkurin hjá landi og kommunum verður táttaður fyri at minka hall fer at tálma vøkstrinum. Somuleiðis kann tað virka tálmandi, at peningastovnarnir væntandi verða varnir at vaksa um útlánini.
Samanumtikið eru útlit til, at búskapurin fer at vaksa í 2011 og 2012. Tað, at húsarhaldini verða trygg við at hækka nýtsluna nakað, hevur við sær, at avgjaldsinntøkur hjá landinum kunnu vaksa skjótari enn BTÚ. Konjunkturgongdin fer tí at minka nakað um landskassahallið. Harumframt kann hallið minkast við átøkum uttan at taka burtur allan búskaparvøksturin. Hetta er ynskiligt fyri at almenna skuldin framvegis verður á einum hóskiligum stigi, sum ger, at Føroyar tola sveiggj í búskapinum uttan at missa álit frá egnum borgarum og lánveitarum.
Heinta frágreiðingina sum pdf-fíla
Fráðgreiðingin í enskari útgávu sum pdf-fíla
|