Leita
 
17. AUGUST 2011
ECB keypir lánsbrøv

Fyrst í august kunngjørdi evropeiski miðbankin, ECB, sínar ætlanir um at keypa evropeisk lánsbrøv, hetta fyri at sissa altjóða fíggjarmarknaðirnir. ECB segði samstundis frá, at skerjingar  í almennu útreiðslunum í  Spania og Italia eru neyðugar. Tað er tískil helst italsk og sponsk lánsbrøv, ið ECB fer at keypa, og keypið fer møguliga at forða fyri at lánikostnaðirnir hjá hesum báðum londunum vaksa ov nógv.

Italia og Spania eru tveir av stóru búskapunum í Evropa. Portugal, Grikkaland og Írland hava longu fingið fíggjarliga hjálp, og um hesir búskapirnir fella, verður evro-gjaldoyrað hótt og ófriðurin á altjóða fíggjarmarknaðunum øktur. Nýggjastu frágreiðingarnar um italska og spanska búskapin vísa, at búskaparligi vøksturin hevur verið lágur seinastu mánaðirnar. Italska BTÚ vaks umleið 0,3% (ár/ár) í seinna ársfjórðingi í ár, og tað spanska BTÚ eini 0,2% (ár/ár). Forsøgnir vísa harafturat, at tað væntast lágur vøkstur framyvir í báðum londunum. Tað er millum annað lága privata nýtslan, ið er orsøk til lítla búskaparvøksturin; lægri vøkstur hevur lægri skattainntøkur við sær, og tað ger tað truplari fyri Italia og Spania at handfara stóru almennu hallini. Orsakað av ringu útlitunum, er ivi sáddur um hvørt  Italia megnar at røkja skildur sínar. Somuleiðis er Spania merkt av hægri lánikostnaðum, eftirsum spanski búskapurin er raktur av høgum arbeiðsloysi, stórum almennum halli, og lágum vøkstri. Tað er tískil hugsandi, at íleggjarar kring heimin óttast, at Italia og Spania koma í eina gjaldskreppu eins og Grikkaland, Írland og Portugal komu tað. Hetta er sostatt er við til at órógva fíggjarmarknaðir. 

Aftaná kunngerðina hjá ECB, fundaðust fíggjarmálaráðharrar úr G-7 londunum um millum annað lækkaðu ratingina hjá USA. Millum annað luttóku amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Geithner, og stjórin í amerikanska tjóðbankanum, Bernanke. G-7 londini boðaðu aftaná fundin frá, at tey eru sinnað at gera tað ið krevst, fyri at tryggja fíggjarliga støðufestið og stimbra búskaparliga vøksturin kring heimin. Virðisbrævamarknaðir kring heimin hava verið nógv merktir av versnaðu útlitunum fyri bæði amerikanska og evropeiska búskapin.

Lági búskaparvøksturin í USA og Evropa saman við stóru almennu hallunum, avmarkar møguleikarnar hjá stjórnunum at stimbra búskapirnar, eftirsum fíggjarpolitiska rásarúmið er sera lítið. Búskaparfrøðingurin Dadush hjá Carnegie Endowment metur, at um Italia fer av knóranum, verður tað eins og tá ið Lehman fall í 2008. Hann metur at ein bjargingarætlan til Italia hevði kostað umleið 1.400 milliardir dollarar, ímeðan ein bjargingarætlan til Spania hevði kostað umleið 700 milliardir dollarar. Hetta er ov nógv fyri Evropa at fíggja, og keypið hjá ECB av lánsbrøvunum, er bert ein fyribils loysn, heldur Dadush.  

Bæði Italia og Spania meta tó, at tey megna at afturrinda skuldina. Italski forsetin, Berlusconi, segði í síðstu viku frá, at hann hevur ætlanir um at skunda undir sparitiltøk, so fíggjarætlanin javnvigar longu í 2013; eitt ár áðrenn ætlað. 

Kelda: www.nytimes.com, www.bbc.co.uk, www.carnegieendowment.org

 
TÌÐINDI
Inntøkumunurin er øktur - 21. DESEMBER 2011
Miðbankar minka um trýstið í altjóða fíggjargeiran  - 1. DESEMBER 2011
Evropiska kreppan ávirkar Asia - 22. NOVEMBER 2011
Lánikostnaðirnir hjá Italia seta nýtt met - 14 NOVEMBER 2011
Stígur í Japanska búskapinum - 2. NOVEMBER 2011
Brasilia lækkar rentuna, hóast hækkandi inflasjón  - 26. OKTOBER 2011
Nobelvirðislønin í búskapi 2011 - 18. OKTOBER 2011
Búskapurin í evru-londunum  - 6. OKTOBER 2011
Myndil at meta um avleiðingar av fíggjarpolitiskum tiltøkum - 4. oktober 2011
Kunngerð frá amerikanska tjóðbankanum ávirkar partabrævamarknaðir - 29. SEPTEMBER 2011
Miðbankar økja um gjaldførið í Evropa - 21. SEPTEMBER 2011
Amerikanski búskapurin á veg í eina “japanska kreppu”?  - 12. SEPTEMBER 2011
Støðan í ES - 6. SEPTEMBER 2011
Búskaparútlit 2011 og 2012 - 16. august 2011
Grikska bjargingarætlanin hevur økt um virðið á evropeiskum lánsbrøvum - 27. JULI 2011
Evropeiska kreppan breiðkast  - 20. JULI 2011
Renturnar mugu hækka kring heimin, sigur BIS. - 12. JULI 2011
Lagarde móti Carstens - 5. JULI 2011
OECD búskaparmeting av India - 29. JUNI 2011
Stígur í Amerikonsku framgongdini - 17. JUNI 2011
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð - 16. juni 2011
IMF ávarar Grikkaland - 6. JUNI 2011
Portugal fingið fíggjarliga hjálp  - 17. MAI 2011
Nýggj búskaparmeting av Asia - 10. MAI 2011
Trupla støðan í japanska búskapinum - 28. APRÍL 2011
Føroyar lækkað eitt stig á Moodys-listanum - 18. apríl 2011
Amerikanska peningapolitiska stimbranin - 13. APRÍL 2011
Útreiðslur til eftirløn hækka - 8. APRÍL 2011
IMF ráðstevna elvir til kjak um búskaparligu ástøðina - 28. MARS 2011
Fíggjarpolitisku krøvini næstu árini - 15. mars 2011
Búskaparmetingin tøk á enskum - 10. mars 2011
G-20 fundur í Paris síðsta vikuskifti  - 25.FEBRUAR 2011
Útlit fyri vøkstri í 2011 og 2012 - 21. februar 2011
Stjórin í IMF mælir til at nýta eina nýggja málieind fyri ‘heims-gjaldoyrað’ - 18. FEBRUAR 2011
Fíggjarligir trupulleikar tyngja enn heimsbúskapin - 11. FEBRUAR 2011
Latínamerikanska framgongdin - 31. JANUAR 2011
Søla av evropeiskum lánsbrøvum - 24. JANUAR 2011
Nobel heiðurslønin í búskapi - 10. JANUAR 2011