Fimm stórir miðbankar hava í felag sprænt stórar dollaraupphæddir í evropeiska bankageiran, hetta fyri at byrgja fyri einari nýggjari gjaldføris-kreppu.
Í seinastuni er vorið trot av dollarum í evropeiska bankageiranum. Amerikanskir lánveitarar hava hildið seg aftur við at læna pening til Evropeiskar peningastovnar, nú skuldarkreppan í Evropa tykist at versna. Evropeisku bankarnir hava av somu orsøk eisini verið varnir við at læna pening út sína millum. ECB fer tískil saman við amerikanska, enska, japanska og sveisiska tjóðbankanum at økja um gjaldførið í Evropa. Tey nýggju lánini, ið evropeisku bankarnir kunnu taka frá nevndu tjóðbankum, verða útgoldin í dollarum. Bankarnir hava sum nú er, longu atgongd til evro-lán frá evropeiska miðbankanum. Lánini,verða veitt sum tríggjar-mánaða lán í oktober, november og desember í ár.
Stóru evropeisku bankarnir BNP Paribas og Société Générale hava báðir váttað, at atgongdin til dollarar á amerikanska peninga-marknaðinum er vorðin avmarkað í seinastu. Hesir báðir bankarnir hava tó tryggjað sær veitarar av dollarum aðrastaðnis frá í heiminum, t.d. úr miðeystri, umframt at teir hava minkað um útlán í dollarum. Evropeiskir bankar nýta millum annað amerikanska gjaldoyrað til at fíggja lán, ið teir hava veitt amerikanskum fyritøkum og privatum brúkarum.
Tiltakið hjá miðbankunum er í løtuni møguliga nóg mikið til at forða fyri eini gjaldføris-kreppu, heldur Greg Anderson, ið arbeiðir við strategi innan útlendsk gjaldoyru hjá Citigroup í New York. Um ein størri stoytur rakar evropeiska búskapin, strekkja hesi lánini helst ikki, men tey styrkja gjaldførið hjá bankunum fram til endan av 2011, metur hann. Geoffrey Yu, leiðarin fyri strategi innan útlendsk gjaldoyru hjá UBS, metur at bankar kring heimin ikki fara at økja um útlálini, so leingi evropeisku stjórnarleiðararnir drála við at finna munagóðar loysnir til skuldarkreppuna í Evropa. Millum annað hevur Moody’s lækkað ratingina hjá næst- og triðstørstu bankunum; Credit Agricole SA og Société Générale og umhugsar somuleiðis at lækka ratingina hjá BNP Paribas, eftirsum hesir bankarnir hava gjørt íløgur í Grikkalandi.
Tann 16. og 17. september hittust evropeisku fíggjarmálaráðharrarnir, umframt við amerikanska fíggjarmálaráðharran Timothy Geithner, fyri at fundast um griksku skuldarkreppuna. Krøv um at Grikkaland skal skunda undir ætlanir, ið skerja útreiðslurnar, hava verið við til at órógva fíggjarmarknaðirnar tað seinastu tíðina. Grikkaland hevur átrokandi tørv á meira fígging, men næsta frágreiðingin um grikska búskapin (og fíggjarætlanina), verður ikki tøk fyrr enn í endanum av september. Í Týsklandi, Slovakia og Finnlandi tykist almenningurin at vera ímóti, at Grikkaland skal veitast meira fíggjarligan stuðul. Tó hevur tann grikski fíggjarmálaráðharrin í hesum sambandi sagt, at fíggjarligu málini fyri í ár og 2012 verða nádd uttan nakra seinkan.
Grikski fíggjarmálaráðharrin hevði soleiðis ein telefonfund í gjár saman við embætisfólkum hjá ES, ECB og IMF, um tey fíggjarligu málini ið Grikkaland skal røkka, fyri at fáa veitt nýggj lán. Ráðið hjá evropeisku felagsskapinum letur væl at fundinum, og metur at Grikkaland ger framstig. Nýggja lánið á 8 milliardir evrur, verður tískil helst veitt Grikkalandi í næstu viku. Um Grikkaland ikki fær lánið í næstu viku, verður tað trupult hjá Grikkalandi at gjalda út allar almennu lønirnar og eftirlønirnar hendan mánaðin.
Keldur: wsj.com, bbc.co.uk, ft.com