22. september kom nýggj kunngerð frá amerikanska tjóðbankanum. Kunngerðin bendi á, at amerikanski tjóðbankin er til reiðar at seta nýggj tiltøk í verk, ið skulu forða fyri at stígur aftur kemur í amerikanska búskapin.
Sambært kunngerðini hava tiltøkini til endamáls at økja um eftirspurningin og harvið lækka um arbeiðsloysið, samstundis sum ansað verður eftir príshækkingum. Sum nú er, er arbeiðsloysið 9,1% í USA, og prísirnir eru umleið 3,8% hægri enn fyri einum ári síðani. Amerikanski tjóðbankin fer millum annað at keypa lánsbrøv við gjaldtíð millum 6 og 30 ár fyri 400 milliardir dollarar, og selur samstundis stuttfreistað virðisbrøv fyri somu upphædd. Keypið av lánsbrøvunum inniber sostatt ikki at pengar verða sprændir inn í amerikanska búskapin, men at tær longu renturnar verða lækkaðar, ið bøtur um fíggjarligu umstøðurnar hjá fyritøkum og húsarhaldum, ið hava langfreistað lán. Harafturat segði amerikanski tjóðbankin, at rentan fer at liggja um 0 - ¼% fram til mitt í 2013, á sama støði sum í desember 2008.
Fráboðanin um ætlaða keypið av langtíðar lánsbrøvum, økti virðið á amerikansku 30-ára lánsbrøvunum. Samstundis lækkaði virðið á partabrøvunum; Standard & Poor vísitalið fall til tað lægsta støðið hendan mánaðin, millum annað orsakað av ótta fyri at evropeiska skuldarkreppan skal raka tann amerikanska búskapin. Búskaparfrøðingurin Ryan Sweet, ið arbeiðir hjá Moody’s, metur at teir lægru lánikostnaðirnir fara at økja amerikanska BTÚ við 0,1% í fjórða ársfjórðingi í ár.
IMF hevur í seinastu búskaparmetingini lækkað útlitini fyri búskaparvøkstri bæði í USA, Evropa og Japan. Virðið á asiatiska partabrævamarknaðinum lækkaði eisini, tá ætlanirnar hjá amerikanska tjóðbankanum vórðu kunngjørdar. Hetta er møguliga eitt tekin um, at íleggjarar ikki hava fult álit á, at tiltøkini kunnu bøta um búskaparligu afturgongdina í USA. Tey asiatisku londini, sum t.d. Suður Korea, útflyta nógv og eru meint rakt av búskaparligu gongdini í Evropa og USA. Tað eru serliga fyritøkur, ið selja drúgvar nýtsluvørur og íløguvørur, sum t.d. bilar og skip, ið verða rakt harðast í Asia.
Sambært IMF fer heimsbúskapurin at veksa við 4% í 2012, ístaðin fyri 5% sum áður mett, fyrst og fremst orsakað av ringu fíggjarligu støðuni í Evropa. Miðal búskaparvøksturin fyri tey 17-evrulondini er mettur til at verða 1,6% í ár í mun til fyrru metingina á 2%, og vøksturin í 2012 verður 1,1% ístaðin fyri 1,7% sum áður mett. Sambært IMF fer USA eisini at hava lágan búskaparvøkstur tey komandi árini.
Keldur: www.federalreserve.gov, www.bloomberg.com, www.nytimes.com, www.imf.org