Leita
 
6. OKTOBER 2011
Búskapurin í evru-londunum

Týska Samveldistingið hevur samtykt at víðka trygdargrunnin European Financial Stability Facility, ið skal hjálpa stjórnum í ES londum, ið eru í fíggjarligari neyð. Tey 17 ES londini skulu øll staðfesta avtaluna, ið varð viðtikin í juli um at víðka trygdargrunnin frá 440 til 780 milliardir evrur. Higartil hava 15 lond játtað avgerðina, og tann týski stuðulin til grunnin verður nú øktir frá 123 til 211 milliardir evrur.

Londini ið mangla at játta eru Holland og Slovakia. Slovakia fer møguliga ikki at atkvøða fyrr enn tann 25 oktober. Hóast meirilutin av týsku politikarunum eru samdir um at hækka fíggjarliga stuðulin til grunnin, er tað ymiskt, hvussu væl nýggja avgerðin er móttikin av týska fólkinum. Finska stjórnin krevur enn eykatrygd fyri fíggjarliga stuðulin, ið er játtaður Grikkalandi, men hon samdist tó um at víðka trygdargrunnin, eftirsum grunnurin eisini verður nýttur til at stuðla millum annað Írlandi og Portugal. Somuleiðis er tað í løtuni ikki góð undirtøka í Slovakiska tjóðartinginum, eftirsum at tað verður mett órættvíst, at slovakiska fólkið, ið so at siga er fátækari enn grikkarnir, skal stuðla Grikkalandi við at víðka grunnin. (Í 2011 er BTÚ í keypsorkueindum fyri hvønn íbúgva mett til at vera umleið 28.000$ í Grikkalandi, og umleið 23.000$ í Slovakia í 2011).

Hóast trygdargrunnurin verður øktur, er hann tó ikki mettur at verða nóg mikil, um grikska gjaldskreppan versnar ella breiðkast til onnur størri lond í Evropa, sum til dømis Spania ella Italia. Í hesum sambandi hevur búskaparfrøðingurin Uri Dadush hjá Carnegie Endowment, verið biðin um at greiða frá evropeisku kreppuni. Sambært honum er tað ikki ósannlíkt at ES sum gjaldoyrafelagsskapur fellur, um ES-londini tær komandi vikurnar ikki taka stór stig til at koma teimum fíggjarligu neyðstøddu londunum til hjálpar. Í fyrstani vóru bert smærri lond sum Grikkaland, Írland og Portugal ávirkaði av evropeisku kreppuni. Grikska støðan er verri enn so loyst, men nú er vandi fyri, at Italia og Spania eisini koma í kreppu, sigur Uri Dadush. Italia er eitt av G7 londunum, og hevur triðstørstu skuldina í heiminum, aftaná USA og Japan. Sum nú er stendur Italia fyri høgum lánikostnaðum, um nýggj lán skulu takast. Verða renturnar enn hægri, er vandi fyri, at Italia ikki fær atgongd til fíggjarmarknaðirnar, og um so verður, verður tað torført hjá Italia at afturgjalda og endurfíggja skuldina, metur Uri Dadush. Tann 5. oktober lækkaði metingarstovnurin Moody’s ratingina av Italsku stjórnini frá Aa2 til A2. Fleiri altjóða bankar eiga italsk lánsbrøv, og um Italia ikki verður ført fyri at rinda sína skuld, fer virðið á italsku lánsbrøvunum at fella munandi. Hetta fer at føra ringar avleiðingar við sær fyri hini evropeisku londini og allir bankarnar, ið eiga italsk lánsbrøv, metur Uri Dadush.

ES parlamentið hevur júst atkvøtt fyri strangari reglum fyri fíggjarætlanir og almenn hall. Limalondini eiga ikki at hava fíggjarætlanarhall yvir 3% av BTÚ í tí einstaka árinum ella almenn bruttoskuld yvir 60% av BTÚ. Tær nýggju reglurnar innibera millum annað, at lond ið fara uppum hesi mørk, skulu seta 0,2% av BTÚ inn á eina konto (har eingin renta fæst afturfyri), og um landið ikki megnar at minka hallið, missur landið rættin til hetta innskotið. Sambært Uri Dadush er tað neyðugt hjá ES limalondunum at endurbyggja búskaparvøksturin, umframt at minka almennu hallini. Í flestu limalondunum í ES eru arbeiðsmarknaðirnir og vørumarknaðirnir  ikki nóg smidligur, og tað gerst tískil ringt at laga prísir og lønarstig eftir búskaparligu umstøðunum. Tá ið tað ikki er gjørligt at devaluera gjaldoyrað, gera hesir veikleikar tað trupult hjá ES at vinna kappingarførið aftur og endurbyggja vøksturin. Flestu búskapirnir í ES eru so at siga læstir fastir, eftirsum teir ikki longur hava møguleika fyri at stimbra búskapin við at økja um almennu íløgurnar, sigur Uri Dadush.

Keldur: www.carnegieendowment.org, www.nytimes.com, www.bbc.co.uk

 
TÌÐINDI
Inntøkumunurin er øktur - 21. DESEMBER 2011
Miðbankar minka um trýstið í altjóða fíggjargeiran  - 1. DESEMBER 2011
Evropiska kreppan ávirkar Asia - 22. NOVEMBER 2011
Lánikostnaðirnir hjá Italia seta nýtt met - 14 NOVEMBER 2011
Stígur í Japanska búskapinum - 2. NOVEMBER 2011
Brasilia lækkar rentuna, hóast hækkandi inflasjón  - 26. OKTOBER 2011
Nobelvirðislønin í búskapi 2011 - 18. OKTOBER 2011
Myndil at meta um avleiðingar av fíggjarpolitiskum tiltøkum - 4. oktober 2011
Kunngerð frá amerikanska tjóðbankanum ávirkar partabrævamarknaðir - 29. SEPTEMBER 2011
Miðbankar økja um gjaldførið í Evropa - 21. SEPTEMBER 2011
Amerikanski búskapurin á veg í eina “japanska kreppu”?  - 12. SEPTEMBER 2011
Støðan í ES - 6. SEPTEMBER 2011
ECB keypir lánsbrøv - 17. AUGUST 2011
Búskaparútlit 2011 og 2012 - 16. august 2011
Grikska bjargingarætlanin hevur økt um virðið á evropeiskum lánsbrøvum - 27. JULI 2011
Evropeiska kreppan breiðkast  - 20. JULI 2011
Renturnar mugu hækka kring heimin, sigur BIS. - 12. JULI 2011
Lagarde móti Carstens - 5. JULI 2011
OECD búskaparmeting av India - 29. JUNI 2011
Stígur í Amerikonsku framgongdini - 17. JUNI 2011
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð - 16. juni 2011
IMF ávarar Grikkaland - 6. JUNI 2011
Portugal fingið fíggjarliga hjálp  - 17. MAI 2011
Nýggj búskaparmeting av Asia - 10. MAI 2011
Trupla støðan í japanska búskapinum - 28. APRÍL 2011
Føroyar lækkað eitt stig á Moodys-listanum - 18. apríl 2011
Amerikanska peningapolitiska stimbranin - 13. APRÍL 2011
Útreiðslur til eftirløn hækka - 8. APRÍL 2011
IMF ráðstevna elvir til kjak um búskaparligu ástøðina - 28. MARS 2011
Fíggjarpolitisku krøvini næstu árini - 15. mars 2011
Búskaparmetingin tøk á enskum - 10. mars 2011
G-20 fundur í Paris síðsta vikuskifti  - 25.FEBRUAR 2011
Útlit fyri vøkstri í 2011 og 2012 - 21. februar 2011
Stjórin í IMF mælir til at nýta eina nýggja málieind fyri ‘heims-gjaldoyrað’ - 18. FEBRUAR 2011
Fíggjarligir trupulleikar tyngja enn heimsbúskapin - 11. FEBRUAR 2011
Latínamerikanska framgongdin - 31. JANUAR 2011
Søla av evropeiskum lánsbrøvum - 24. JANUAR 2011
Nobel heiðurslønin í búskapi - 10. JANUAR 2011