Leita
 
2. NOVEMBER 2011
Stígur í Japanska búskapinum

Japanska ídnaðarframleiðslan og privata nýtslan hjá húsarhaldunum fall í septembermánaði. Bank of Japan hevur sum úrslit lækkað útlitini fyri búskaparvøkstri frá 2,9% niður í 2,2% fyri 2012.

Nýggjastu tølini frá september vísa, at ídnaðarframleiðslan er lækkað við 4% í mun til august, ímeðan nýtslan hjá húsarhaldunum fall við 1,9% í mun til sama mánað síðsta ár (ár-til-ár meting). Hendan afturgongdin kemur samstundis sum stígur er í nøkrum av teimum mest týdningarmiklu útflutningsmarknaðunum hjá Japan; Evropa og USA. Saman við hækkandi japanska gjaldoyranum, yen, eru hesar hendingarnar tískil mettar at tálma japanska vøkstrinum, sum enn er ávirkaður av náttúruvanlukkunum fyrr í ár. 

Í roynd at stimbra búskapin hevur Japanski miðbankin keypt japansk lánsbrøv fyri uml. 66 milliardir dollarar, samstundis sum rentan verður hildin á lágum støði (millum 0 og 0,1%). Japanska gjaldoyrað er í seinastuni hækkað munandi í mun til amerikanska dollaran. Óvissan á altjóða marknaðunum, ið kemur av evropeisku skuldarkreppuni og einari møguligari afturgongd í USA, fær íleggjarar at keypa tað trygga japanska gjaldoyrað. Saturo Ogasawara hjá Credit Suisse sigur, at broytingarnar í japanska gjaldoyranum eru ávirkaðar av støðuni í Evropa; um støðan batnar, fer trýstið á japanska gjaldoyrað at minka, so yen aftur lækkar í virði. Seinastu tiltøkini hjá Bank of Japan eru sostatt ikki mett at lækka virðið á japanska gjaldoyranum munandi, eftirsum íleggjarar væntandi framhaldandi fara at velja tær tryggu framum tær váðafúsu íløgurnar.

Japanski miðbankin hevur harafturat víðkað láni-skipanina, ið var veitt japansku bankunum, ið virka í umráðunum, har náttúruvanlukkurnar hendu. Láni-skipanin skuldi eftir ætlan setast úr gildi í oktober, men tíðarskeiðið er nú longt í eitt hálvt ár. Japanski miðbankin bjóðaði bankunum lán fyri uml. 13 milliardir dollarar fyri at tryggja gjaldførið, soleiðis at økini kundu fóta sær aftur.

Japanski forsætisráðharrin, Yoshihiko Noda, metir harafturat, at tað er neyðugt at hækka skattin, fyri at fíggja endurreisingina av økjunum, ið vórðu rakt av náttúruvanlukkuni, um skuldin hjá landinum ikki skal økjast. Á seinasta tingfundi (tann 28. oktober) legði Noda uppskot fram um at hækka skattirnar við tí, ið svarar til uml. 148 milliardir dollarar og selja partabrøv, sum tað almenna eigur í Japan Tobacco Inc. og Japan Post Holdings Co. Av tí at Japan hevur almenna skuld, ið er tvær ferðir so stór sum japanska BTÚ, ber ikki til at skúgva evropeisku fíggjarkreppuna til viks, segði Noda. Japanska stjórnin kunngjørdi sama dag, at Noda sjálvur fer 30% niður í løn, og somuleiðis fara ráðharrarnir 20% niður í løn.

Noda segði harafturat, at hann á næsta G-20 fundi fer at kunngera, hvussu Japan fer at stuðla heimsbúskapin, ið er ávirkaður av evropeisku kreppuni. Um Japan kemur Evropa fíggjarliga til hjálpar, fer evran helst at hækka og japanska gjaldoyra at lækka í virði. Í byrjanini av 2011 keypti Japan meir enn 20% av lánsbrøvunum, ið vóru givin út av m.a. Portugal, Spania og Italia.  

Keldur: BBC og Bloomberg

 


 

 
TÌÐINDI
Inntøkumunurin er øktur - 21. DESEMBER 2011
Miðbankar minka um trýstið í altjóða fíggjargeiran  - 1. DESEMBER 2011
Evropiska kreppan ávirkar Asia - 22. NOVEMBER 2011
Lánikostnaðirnir hjá Italia seta nýtt met - 14 NOVEMBER 2011
Brasilia lækkar rentuna, hóast hækkandi inflasjón  - 26. OKTOBER 2011
Nobelvirðislønin í búskapi 2011 - 18. OKTOBER 2011
Búskapurin í evru-londunum  - 6. OKTOBER 2011
Myndil at meta um avleiðingar av fíggjarpolitiskum tiltøkum - 4. oktober 2011
Kunngerð frá amerikanska tjóðbankanum ávirkar partabrævamarknaðir - 29. SEPTEMBER 2011
Miðbankar økja um gjaldførið í Evropa - 21. SEPTEMBER 2011
Amerikanski búskapurin á veg í eina “japanska kreppu”?  - 12. SEPTEMBER 2011
Støðan í ES - 6. SEPTEMBER 2011
ECB keypir lánsbrøv - 17. AUGUST 2011
Búskaparútlit 2011 og 2012 - 16. august 2011
Grikska bjargingarætlanin hevur økt um virðið á evropeiskum lánsbrøvum - 27. JULI 2011
Evropeiska kreppan breiðkast  - 20. JULI 2011
Renturnar mugu hækka kring heimin, sigur BIS. - 12. JULI 2011
Lagarde móti Carstens - 5. JULI 2011
OECD búskaparmeting av India - 29. JUNI 2011
Stígur í Amerikonsku framgongdini - 17. JUNI 2011
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð - 16. juni 2011
IMF ávarar Grikkaland - 6. JUNI 2011
Portugal fingið fíggjarliga hjálp  - 17. MAI 2011
Nýggj búskaparmeting av Asia - 10. MAI 2011
Trupla støðan í japanska búskapinum - 28. APRÍL 2011
Føroyar lækkað eitt stig á Moodys-listanum - 18. apríl 2011
Amerikanska peningapolitiska stimbranin - 13. APRÍL 2011
Útreiðslur til eftirløn hækka - 8. APRÍL 2011
IMF ráðstevna elvir til kjak um búskaparligu ástøðina - 28. MARS 2011
Fíggjarpolitisku krøvini næstu árini - 15. mars 2011
Búskaparmetingin tøk á enskum - 10. mars 2011
G-20 fundur í Paris síðsta vikuskifti  - 25.FEBRUAR 2011
Útlit fyri vøkstri í 2011 og 2012 - 21. februar 2011
Stjórin í IMF mælir til at nýta eina nýggja málieind fyri ‘heims-gjaldoyrað’ - 18. FEBRUAR 2011
Fíggjarligir trupulleikar tyngja enn heimsbúskapin - 11. FEBRUAR 2011
Latínamerikanska framgongdin - 31. JANUAR 2011
Søla av evropeiskum lánsbrøvum - 24. JANUAR 2011
Nobel heiðurslønin í búskapi - 10. JANUAR 2011