Rentan á Italskum 10-ára lánsbrøvum er í løtuni yvir 7%. Hetta kemst av at íleggjarar stúra fyri, at Italia møguliga verður næsta landið, ið kemur í gjaldskreppu. Eitt rentustøðið á 7% fer við tíðini at gera tað nærum ógjørligt hjá Italia at røkja skyldur sínar mótvegis lánveitarum, serstakliga um vøksturin í Italska búskapinum ikki batnar munandi. Tað var á hesum rentustøðið at Portugal, Grikkaland og Írland í sínari tíð noyddust at biðja um eina fíggjarliga bjargingarætlan frá ES og IMF.
Rentan á italsku lánsbrøvunum er í løtuni tann hægsta síðani evran varð stovnað í 1999, umframt at vera tann hægsta síðani 1997, tá ið Italia enn nýtti lira sum gjaldoyra. Samanborið við týsk lánsbrøv, skal Týskland einans gjalda 1,73% í rentu fyri lán við 10 ára gjaldfreist. Renturnar á italsku eitt- og tvey-ára lánsbrøvunum eru enn hægri, og hetta týður uppá, at tað er mett at verða minni sannlíkt at Italia megnar at afturgjalda sína skuld rættstundis. Í løtuni er rentan á italsku eitt-ára lánsbrøvunum yvir 8%; jú hægri lánikostnaðir, tess størri sannlíkindi fyri at italski búskapurin fær tørv á fíggjarligari hjálp frá ES.
Italia skal endurfíggja skuld fyri meir enn 360 milliardir evrur í 2012. Italia hevur almenna skuld á umleið 120% av BTÚ, og útreiðslurnar til italsku eftirlønaskipanina telja fyri umleið 30% av almennu nýtsluni. Einki annað land í heiminum nýtur so stóran part av samlaðu almennu útreiðslunum til eftirløn. Miðal-pensiónsaldurin í Italia er 60,1 ár, og tey ið hava verið á arbeiðsmarknaðinum í meir enn 40 ár, tá tey fara frá við eftirløn, fáa umleið 82% av síðst útgoldnu lønini í eftirløn. Italska stjórnin væntast tískil at gera ábøtur á eftirlønaskipanina, arbeiðsmarknaðin og fremja ymiskar privatiseringar, fyri at skerja almennu útreiðslurnar. Italia hevur harafturat góðtikið, at IMF og ES framyvir hevur eftirlit við gongdini í italsku spariætlanunum.
Seinastu tølini fyri spanska búskapin vísa harafturat, at tað er stígur í spanska búskaparvøkstrinum, og tað ger tað torført hjá Spania at røkka málini, ið eru sett fyri árliga almenna halli. Sponsku renturnar eru eisini hækkaðar orsakað av óvissu útlitunum fyri grikska og italska búskapin, hóast Spania hevur eina AAA rating. Spania skal í løtuni gjalda 5,9% í rentu fyri at lána pening við 10-ára gjaldfreist.
Ráðið hjá evropeisku felagsskapunum (The European Commission) hevur lækkað forsøgnina fyri búskaparvøkstri í Evropa niður til 0,5% í 2012, í mun til seinastu meting á 1,8% ið varð gjørd í vár. Ráðið hevur mett, at um eingin politisk broyting fer fram í Italia, verður italska almenna skuldin 120,5% av BTÚ næsta árið, áðrenn hon fellur til 118,7% í 2013. Harafturat metti ráðið, at grikska almenna skuldin verður umleið 198,3% av BTÚ í 2012.
Keldur: BBC, www.rte.ie. Bloomberg, www.dbresearch.de