Leita
 
10. desember 2000
Landskassalánsbrøv 10. des. 2000

Landskassin gevur 10. des. 2000 út nýggja røð av lánsbrøvum. Útgávukursurin er settur til 99,84, effektiva rentan verður 5,6666% p.a., sum er 0,35 prosentstig meira enn fyri tilsvarandi lán hjá danska statinum.

Útgávan er uppá 300 mió kr í navnavirði og verður framd fyri at endurfíggja brævlánið, sum varð tikið í desember 1999. Nýggja brævlánið gongur eisini í eitt ár. Ætlanin er at geva lánsbrøv út á nýggja føroyska virðisbræva-marknaðinum í desember 2001 til at endurfíggja lánið, sum nú verður tikið.

Lánsbrøvini eru seld útlendskum og føroyskum íleggjarum. Yvirteknað var, soleiðis at íleggjararnir fingu ikki alt teir bóðu um. Føroysku peningastovnarnir eru millum íleggjararnar, soleiðis at lánsbrøv í ávísan mun kunnu keypast frá teimum.

 
TÌÐINDI
Felags kommunal lántøka  - 7. desember 2000
Kommunur góðkenna tilboð - 26. september 2000
Kommunufígging - 25. september 2000
Stórur lønarvøkstur - 18. februar 2000
Virðisbrævamarknaður verður skipaður - 17. januar 2000
Nógv alment gjaldføri í peningastovnunum - 10. januar 2000