Landsbankin hevur sum endamál at virka fyri javnari útbygging av føroyska samfelagnum og skal vera við til at varðveita trygg fíggjarviðurskifti í landinum. Í hesum sambandi er neyðugt , at landsbankin hevur neyv og álítandi hagtøl um ávís búskaparlig viðurskifti til taks. Hagstova Føroya hevur framleiðslu av hagtølum til føroyska almenningin um hendi, men av tí, at landsbankin í sínum virksemi hevur ein serstakan tørv á hagtølum fyri føroyska fíggjargeiran, hava landsbankin og hagstovan gjørt avtalu um samstarv og arbeiðsbýti um savnan av hesum hagtølum.
Við framleiðsluni av hagtølunum hevur landsbankin mett tað vera umráðandi, at hagtølini eru grundað á altjóða støði, soleiðis at hagtølini eru sambærilig við onnur lond. Sostatt fylgir framleiðslan evropeisku MFI-hagtalsskipanina.
Fyrsta stigið í hesi skipan er sett í verk. Hetta fevnir um uppgerð yvir inn- og útlán hjá føroyskum fíggjarstovnum mótvegis føroyskum vinnum, umframt samlaðu inn- og útlánini hjá fíggjarstovnunum mótvegis almennari fyrisiting, privatum húsarhaldum og útlandinum. Sostatt eru samlaðu inn- og útlánini í føroyska fíggjargeiranum við í uppgerðini. Vinnugreinabýti fevnir upprunaliga um 48 vinnur, men í almennu útgávuni verða hesar vinnur savnaðar í annað minni útgreinað býti.
Fráboðandi eindirnar eru umframt landsbankan sjálvan, teir 4 peningastovnarnir (Føroya Banki, Føroya Sparikassi, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi), og aðrir útlánsstovnar (Tryggingarfelagið Føroyar, Føroya Lívstrygging, Føroya Realkreditstovnur og Húsalánsgrunnurin).
Landsbankin kemur at gera almennar viðmerkingar/greiningar av hagtølum, tá mett verður, at brúk/áhugi er fyri hesum.
Fráboðandi eindirnar lata inn hagtøl kvartárliga og so skjótt hagtølini eru komin til høldar verða tey løgd á heimasíðu landsbankans.
|