Landsbankin gav í november 2005 vegna Føroya Landsstýri út lánsbrøv og í tí sambandinum varð meting um búskaparstøðu og útlit fyri 2006, gjørd.
Glottar eru at hóma, tó er sannlíkt, at stígurin, ið hevur verið í føroyska búskapinum seinastu árini tykist at halda á fram inn í 2006. Gongdin í BTÚ í 2004 og 2005 hevur ligið tætt við 2% í árligum vøkstri, og útlit eru til, at 2006 kemur at liggja á sama støði. Mest sannlíka gongdin í føroyska búskapinum fyri 2006 er ein nominellur vøkstur í BTÚ og lønum um 2%, og verður talan um vanligan prísvøkstur á uml. 2% er talan sostatt um realt status quo í búskapinum.
Búskaparmetingin staðfestir, at tað er virksemið í vinnum, sum í størstan mun liva av innlendis eftirspurningi, saman við tí almenna, ið toga føroyska búskapin positiva vegin, meðan vinnur, sum í størstan mun liva av útlendskum eftirspurningi hava toga negativa vegin. Partur av fiskivinnuni – bæði á sjógvi og landi – hevur framvegis trupulleikar at dragast við, meðan glottar eru at hóma í eitt nú alivinnuni, sum eftir stóra afturgongd í 2003 og 2004, helst kemur at hava positiva virðisøking aftur í 2005 og 2006.
Endalig tjóðarroknskaparuppgerð hjá Hagstovu Føroya fyriliggur til og við 2003, tískil fevnir metingin eisini um 2004. Framskriving landsbankans er gjørd við støði í búskaparmyndli landsbankans, og ítøkiligum metingum um fyritreytir fyri árini 2004, 2005 og 2006. Fyritreytirnar eru gjørdar við støði í tøkum hagtalstilfari og greiningum av búskaparligum viðurskiftum. Eisini eru vinnur og stovnar hoyrd, og eru harvið partar av grundarlagnum undir metingunum.
Framskrivingin av føroyska búskapinum umfatar eina miðal framtíðarímynd fyri 2005, meðan tað fyri 2006 - eitt nú vegna størri óvissu - eru gjørdar tríggjar ymsar framtíðarímyndir – miðal ímynd, betra føri og verra føri.
Heinta búskaparmetingina sum pdf-fíla
Heinta tíðindaskrivið sum pdf-fíla
Hoyr brot í Vinnutáttinum hjá Útvarpi Føroya