Eitt av høvuðsendamálum landsbankans er at virka fyri javnari útbygging av samfelagnum. Ein týdningarmikil liður í hesum er støðugt at upplýsa um gongdina í búskapinum.
Hesa upplýsing hevur landsbankin m.a. valt at leggja á eina undirsíðu á heimasíðuni, har gongdin í útvaldum heildartølum fyri føroyska búskapin eru savnaði. Hesi tøl verða í flestu førum dagførd av Hagstovuni mánaðarliga, og geva eina góða støðumynd av føroyska búskapinum. Í mun til onnur lond eru Føroyar tó eftirbátur tá umræður hagtøl, t.d. finst tjóðarroknskapurin ikki í føstum prísum.
Hagtølini verða víst í myndum trý ár aftur. Hesi viðvíkja heildarbúskapin (í tann mun hagtøl eru tøk), t.e. BTÚ, prísvøkstur og lønarvøkstur, umframt arbeiðsmarknaðinum við tal av arbeiðstakarum og arbeiðsloysi, og viðurskiftini við umheimin við inn- og útflutningi av vørum.
- BTÚ er bruttotjóðarúrtøkan í leypandi prísum, ið er eitt samlað tal fyri virðið á framleiðsluni í landinum. Uppgjørd tøl eru frá Hagstovuni, so langt tey røkka, og metingar eru frá Landsbankanum fyri nýggjaru tølini.
- Prísvøkstur er prísstøði í dag samanborið við fyri einum ári síðani (brúkaraprístalið hjá Hagstovuni fyri hvønn ársfjórðing verður brúkt).
- Lønargjaldingar eru mánaðarlig tøl fyri samlaðar lønarútgjaldingar. Hugt verður at árligu vakstrar-ratuni á tølunum, t.v.s. hvussu stórur vøksturin seinastu 12 mánaðirnar hevur verið í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar.
- Tal av løntakarum eru tøl fyri, hvussu nógv fólk arbeiða í ymsu vinnugreinunum. Tølini eru árstíðarjavna (miðaltal av seinastu 12 mánaðunum) og fyri at síggja, hvørjar broytingar fara fram millum vinnugreinar, eru tølini sett upp sum indeks.
- Arbeiðsloysi er árstíðarjavnað %-tal frá Hagstovuni fyri arbeiðsleys í Føroyum.
- Út- og innflutningurin av vørum eru mánaðarlig tøl løgd saman seinastu 12 mánaðirnar. Út- og innflutningurin síggjast í somu mynd - sostatt sæst, um javnin við handli av vørum við umheimin gevur undir- ella yvirskot.
Dagføringar av síðuni henda, tá nýggj tøl koma frá Hagstovuni. Vónandi fer henda síða at verða vitja av fólki, ið vilja hava eina støðumynd av føroyska búskapinum.
Sí myndir her