Leita
 
23. mars 2006
Skeivur samanhangur framførdur

Ført hevur verið fram í føroysku fjølmiðlunum í seinastuni, at føroysk partabrøv á VMF á ICEX verða ávirkað av gongdini í íslendska búskapinum.

Hesum er landsbankin ikki samdur í.

Sera lítil samanhangur er millum íslendska búskapin og føroysk partabrøv serliga tí, at avtalan, ið er gjørd millum íslendska virðisbrævamarknaðin ICEX og partafelagið VMF er, at føroysku partabrøvini verða listaði í donskum krónum og ikki íslendskum krónum.

Viðvíkjandi einasta felagnum á marknaðinum í dag, Atlantic Petroleum, so hevur tað felagið og tann vinnan felagið virkar í, heldur ikki nakað við íslendska búskapin at gera. Harumframt eru flestu íleggarar í Atlantic Petroleum føroyingar.

Fjølmiðlar eiga at vísa varsemi, og kanna síni tíðindi væl, tá slík viðurskifti verða umrødd, tí teirra umrøða kann hava ávirkan á prísin.

 
TÌÐINDI
Menning av fíggjarmarknaðinum ávirkar húsarhaldini - 15. november 2006
Útlánini til vinnufyritøkur framvegis í stórum vøkstri - 6. november 2006
Kappingin millum peningastovnar hevur ávirkað renturnar - 31. oktober 2006
Information Memorandum 2006 er nú tøkt - 17. oktober 2006
Niðursparingslán komin fyri at vera - 21. september 2006
Íslenski virðisbrævamarknaðurin verður partur av OMX - 19. september 2006
Tryggar íløgur við fyrivarnum - 11. september 2006
Mark fyri, hvussu høgt rentan kann fara - 29. juni 2006
Bústaðarprísir í OECD-londum og Føroyum - 19. juni 2006
Sveiggj í búskapinum skapa váða og tálma vøkstri - 31. mai 2006
Stígurin í búskapinum er vendur til framgongd - 16. mai 2006
Útlánini til vinnufyritøkur sett met - 2. mai 2006
Rentan á landskassalánsbrøvum hækkað 0,5% síðan november - 10. apríl 2006
Metvøkstur í innlánum og lántøku hjá húsarhaldunum - 3. apríl 2006
Landskassans fíggjarstøða er góð - 29. mars 2006
Íløguskúlin - 22. mars 2006
Avkastið til landskassan 40,5 mió. kr. í 2005 - 20. mars 2006
Fingurin á pulsinum - 20. mars 2006
Vælkomin á nýggju heimasíðu Landsbankans - 13. mars 2006
97 mió. kr. sparing í trý ár - 13. mars 2006
Frí kapping sera týðandi fyri búskaparliga framgongd - 6. mars 2006
Íløguhugurin í Føroyum vaksandi - 13. februar 2006