|
Inn- og útlánini, ið húsarhald hava í føroysku peningastovnunum, hava verið í støðugum vøkstri seinnu árini, og hagtøl landsbankans vísa, at í 2005 hendi ein týðilig broyting: árligi vøksturin í 2005 fyri inn- og útlán var ávikavist 11 og 10% og er hetta størsti máldi árligi vøksturin síðan hagtølini byrjaðu í 1997. Kvartárligu hagtøl landsbankans vísa, at tað serliga var í seinnu helvt av 2005, at broytingin fór fram. Innlánini frá húsarhaldunum eru nú komin upp á 5,2 mia. kr. og útlánini til húsarhaldini eru komin uppá 6,0 mia. kr. Hesi hagtøl umfata Føroya Banka, Føroya Sparikassa, Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa.

Lækkingin í rentuni og fleiri fíggingarmøguleikar (m.a. avdráttarskáar), ið sóust seint í 2005 hava helst ávirkað fólk at tikið størri lán og kann tað vera partur av grundarlagnum undir vøkstrinum í útlánum til húsarhaldini.

Tað hevur verið frammi í seinastuni, at hugurin hjá privatum at seta pening í virðisbrøv hevur verið stórur (m.a. er upphædd á 600 mió kr. nevnd frá einstøkum peningastovni). Áhugavert og eitt sindur óvæntað er tað, at innlánini vaksa so nógv, samstundis sum áhugin veksur at gera íløgur í virðisbrøv.
Vøksturin í inn- og útlánum kann vera tekin um, at ognir og peningur skifta hendur, og kemur hetta m.a. til sjóndar tá størri handlar av fyritøkum fara fram (mett verður, at í 2005 vórðu virði handlaði fyri 600 mió kr). Sølupeningurin endar møguliga sum fyribils innlán, meðan keypspeningurin lutvíst kann verða fíggjaður við lántøku úr føroyskum fíggjarstovni.
Í seinastu búskaparmetingum sínum hevur landsbankin víst á, at hóast niðurgongd hevur verið í tilfeingisvinnum, so hevur henda niðurgongd verið uppvigað av m.a. støðugari gongd í nýtslu og íløgum hjá húsarhaldum. Í seinastu búskaparmetingini varð mett, at positiv tekin eru at hóma, og hagtølini fyri inn- og útlán hjá húsarhaldum stuðla undir niðurstøður landsbankans.
Landsbankin hevur í nærum 3 ár savna inn hagtøl fyri inn- og útlánsvirksemi hjá øllum føroysku fíggjarstovnunum. Hesir boða frá kvartárliga, og hagtølini eru at finna á heimasíðu landsbankans. Næsta dagføringin verður 1. mai.
|