Fleiri búskaparligar javnvágir, so sum gjaldsjavnin, fíggjarstøðan hjá vinnufyritøkum, hinum almenna og húsarhaldum, eins og tað, at føroyingar, sum eru fluttir av landinum, kunnu flyta heimaftur, geva pláss fyri búskaparvøkstri og øktum virksemi. Øktur handil við fyritøkum og økt kapping í Føroyum kunnu eisini skapa fortreytir fyri búskaparligum vøkstri.
Hinvegin er tað forðandi, at fløskuhálsar eru á arbeiðsmarknaðinum, at handverkarar í útlendskari vinnu og sjómenn hava skattlig serrættindi og rætturin til tilfeingið verður latin ókeypis. Tað er somuleiðis ein trupulleiki, at almenni geirin, sum hevur vaksandi heilsu-, røktar- og pensiónsútreiðslur framman fyri sær, verður rikin við halli meðan tíðirnar eru góðar.
Heinta búskaparmetingina sum pdf-fílu
Búskaparmetingin á enskum, heinta sum pdf-fílu
Hoyr brot úr tíðindasending í útvarpinum