Leita
 
31. mai 2006
Sveiggj í búskapinum skapa váða og tálma vøkstri

Føroyar hava lægstu tjóðarinntøku pr íbúgva sammett við grannalondini. Soleiðis var tað eisini fyri 40 árum síðan. Vøksturin hevur samanumtikið verið sum í Íslandi, men vøksturin sveiggjar allarmest í Føroyum, og kann væl forða fyri lønandi íløgum.

Í seinastu búskaparmetingini í miðum mai mánaði metti landsbankin, at bruttotjóðarúrtøkan 2006 kann fara at vaksa 6% í leypandi prísum og kanska 4% í føstum prísum. Tað gleðiliga í hesum er sjálvandi, at stígurin, sum hevur verið, tykist at verða vendur til framgongd.

Hinvegin sigur hetta ikki so nógv um støðið og søguligu gongdina sammett við grannalond okkara. Myndirnar niðanfyri sammeta tøku bruttotjóðarinntøkuna í Føroyum, Danmark, Íslandi og Noregi. Mynd 1 vísir støðuna, sum hon verður mett fyri 2006 og mynd 2 vísir gongdina 1966-2006.

Upplýsingarnar um grannalondini eru frá OECD, sum hevur roknað tøku bruttotjóðarinntøkuna í dollarum pr íbúgva í keypsorkueindum (PPP = Purchasing Power Parities). Tølini eru somuleiðis roknað í føstum prísum. Á henda hátt ber til at samanbera keypsorkuna í tjóðarinntøkuni millum lond og yvir tíð hóast gjaldoyrað og príslegan eru ymisk. Av tí at Danmark og Føroyar hava sama gjaldoyra er føroyska tjóðarinntøkan her umroknað til danskar keypsorkueindir.

Grannalondini hava helst væl hægri tjóðarinntøku pr íbúgva enn Føroyar í 2006 - Danmark 19% hægri, Ísland 28% og Noreg 55% hægri. Sí mynd 1.

Sum víst í mynd 2 og talvu 1 hevur Noreg havt størsta og javnasta vøksturin (2,9% p.a.) av hesum grannalondunum seinastu 40 árini við tí úrsliti, at teirra inntøkur eru farnar væl fram um hini londini.

Danmark hevur havt lægsta, men næstjavnasta vøksturin (1,9% p.a.).

Ísland (2,5%) og Føroyar (2,4%) hava havt nakað sama vøkstur og sveiggja meira í vøkstrinum enn hini bæði størru londini, men serstakliga sveiggjar føroyski vøksturin meira enn í hinum londunum. Í miðal er tann árligi vøksturin hesi 40 árini 6%-stig hægri ella lægri enn miðalvøksturin 2,4%.

Føroyar høvdu eisini lægstu inntøku pr íbúgva í 1966. Danmark hevði tá hægstu inntøku, sum var um 50% hægri enn tann føroyska. Føroyar hava í 2006 vunnið inn á Danmark, sum nú er 19% frammanfyri. Lutfallið til Ísland er nøkulunda óbroytt, og vit hava mist sammett við Noreg, sum nú hevur 55% hægri inntøku enn Føroyar. Sum tað sæst í mynd 2, hevur inntøkuplaseringin millum londini skift hesi 40 árini, ikki minst orsakað sveiggini í serliga føroyska vøkstrinum, men eisini sveiggini í íslendska vøkstrinum.

Sveiggini í føroyska búskaparvøkstrinum umboða ein váða fyri íleggjarar, sum gera íløgur í Føroyum. Stór sveiggj í avkastunum føra vanliga til, at íleggjarar krevja størri avkast av ætlaðum íløgum. Hetta kann tí føra til, at møguliga góðar íløgur verða ikki framdar.

Tað er tí ein avbjóðing fyri føroyskan búskaparpolitik, ikki at økja um sveiggini, men heldur at minka um tey, fyri at minka um váðan fyri íleggjararnar og soleiðis økja um møguleikan fyri størri búskaparvøkstri.

 
TÌÐINDI
Menning av fíggjarmarknaðinum ávirkar húsarhaldini - 15. november 2006
Útlánini til vinnufyritøkur framvegis í stórum vøkstri - 6. november 2006
Kappingin millum peningastovnar hevur ávirkað renturnar - 31. oktober 2006
Information Memorandum 2006 er nú tøkt - 17. oktober 2006
Niðursparingslán komin fyri at vera - 21. september 2006
Íslenski virðisbrævamarknaðurin verður partur av OMX - 19. september 2006
Tryggar íløgur við fyrivarnum - 11. september 2006
Mark fyri, hvussu høgt rentan kann fara - 29. juni 2006
Bústaðarprísir í OECD-londum og Føroyum - 19. juni 2006
Stígurin í búskapinum er vendur til framgongd - 16. mai 2006
Útlánini til vinnufyritøkur sett met - 2. mai 2006
Rentan á landskassalánsbrøvum hækkað 0,5% síðan november - 10. apríl 2006
Metvøkstur í innlánum og lántøku hjá húsarhaldunum - 3. apríl 2006
Landskassans fíggjarstøða er góð - 29. mars 2006
Skeivur samanhangur framførdur - 23. mars 2006
Íløguskúlin - 22. mars 2006
Avkastið til landskassan 40,5 mió. kr. í 2005 - 20. mars 2006
Fingurin á pulsinum - 20. mars 2006
Vælkomin á nýggju heimasíðu Landsbankans - 13. mars 2006
97 mió. kr. sparing í trý ár - 13. mars 2006
Frí kapping sera týðandi fyri búskaparliga framgongd - 6. mars 2006
Íløguhugurin í Føroyum vaksandi - 13. februar 2006