Leita
 
15. november 2006
Menning av fíggjarmarknaðinum ávirkar húsarhaldini

Útlánini hjá føroysku fíggjarstovnunum til føroysku húsarhaldini vóru við endan av 3. ársfjórðingi 7,1 mia. kr. sammett við 6,3 mia. kr. eitt ár undan. Hetta svarar til ein árligan vøkstur á 14%, sum er sami árligi vøkstur sum í 2. ársfjórðingi. Orsøkin til hesa gongd er ivaleyst rentulækkingin og fleiri og betri lánimøguleikar, ið komu fyri góðum ári síðan. Spurningurin er, um tað er gott, at skuldarbindingin hjá føroysku húsarhaldunum er so mikið økt? Ilt er at svara hesum, men niðanfyri verður víst á, at samanborið við donsku húsarhaldini eru føroysk húsarhald væl minni skuldarbundin.

Innlánini eru eisini í vøkstri, hóast hesi ikki økjast eins nógv og útlánini. Mett verður, at høvuðsorsøkin til hesa broyting er fleiri íløgumøguleikar hjá húsarhaldum í onnur fíggjaraktiv enn innlán og ein ávís meirnýtsla, sum kann stava frá generella búskaparvøkstrinum og minni kostnaði av fígging.

Hagtalgrundarlagið fyri neyvari greiningum av orsøkum til hesa gongd er ógvuliga veikt. Verður hugt at gongdini aðrastaðni fyri somu hagtøl, t.d. Danmark, kann staðfestast, at gongdin í Føroyum tó ikki er heilt ólík, umframt at broytingar kunnu væntast í inn- og útlánunum frameftir, soleiðis at lántøkan hjá húsarhaldum fer at økjast nakað og at samansetingin av íløgum verður øðrvísi.

Hóast økt kapping á føroyska fíggjarmarknaðinum seinasta árið hevur økt fíggingarmøguleikarnar og lækkað rentuna, so er útboðið á føroyska fíggjarmarknaðinum meira avmarkað á ymsum økjum enn á tí danska. Ein aktuellur spurningur vil síðan vera, um útlit eru til fleiri broytingar, og hvussu skjótt tílíkar broytingar kunnu væntast.

Í altjóða høpi hevur verið mett um menningarstøði á nationalum fíggjarmarknaðum. Í høvuðsheitum verður hugt eftir, hvussu breitt og fleksibult útboðið av fíggingarmøguleikum er, hvussu løtt atgongdin hjá breiðum skara av borgarum er til fígging, umframt møguleikarnir fyri lántøku við trygd í frívirði í fastari ogn. Í so máta verður danski fíggjarmarknaðurin mettur at verða ein hin mest menti í øllum heiminum.

Í mun til bruttotjóðarúrtøkuna hava donsku húsarhaldini meiri skuld enn føroysku húsarhaldini (av tí at helmingurin av donsku íbúðunum eru leiguíbúðir, sum vinnufeløg eiga, so hava donsk húsarhald við egnum bústaði væl størri skuld enn føroysk húsarhald), og donsku húsarhaldini hava árini 2000 til 2006 vaksið lutfalsliga meira um teirra skuld í mun til BTÚ enn føroysku húsarhaldini. Orsøkin til gongdina síðan 2000/2001 í Danmark er í høvuðsheitum tann sama, sum vit hava sæð í Føroyum seinasta árið: búskaparvøkstur, lág renta og vaksandi bústaðarprísir.

Ein slík samanlíkning skal takast við fyrivarni, tí búskapirnir og fíggjarmarknaðirnir eru ymiskir í báðum londunum. Orsøkin til munin á lutføllunum báðum er ivaleyst, at menningarstøðið á báðum fíggjarmarknaðunum er ymist, t.v.s. fíggingarmøguleikarnir eru færri í Føroyum, útbjóðarar av fígging eru færri, skattliga viðgerðin í Føroyum er øðrvísi og lántøka við trygd í frívirði í fastari ogn er ikki eins vanlig í Føroyum sum í Danmark.

Lutfallið millum innlán og BTÚ í báðum londunum er samstundis tekin um mun á menningarstigi. Í Danmark hevur í mong áratíggju verið útbreidd siðvenja hjá privatfólki, at uppsparing í størri mun verður sett í virðisbrøv av ymsum slag, meðan flest øll føroysk húsarhald framvegis hava uppsparing (útyvir pensjónsuppsparing) standandi á bók í peningastovni. Møguleikarnir fyri øktum íløguvirksemi og tilvitanin hjá føroyskum húsarhaldum um, hvussu teirra uppsparing best verður røkt eru tó eisini í menning, og væntast kann tískil at innlánini í føroyskum peningastovnum verða lutfalsliga minni framyvir, meðan íløgur í virðisbrøv fara at vaksa.

Tað skal viðmerkjast, at fastrentað lán frá BRF-kredit, sum Føroya Sparikassi miðlar og veðheldur fyri, eru ikki við í føroysku útlánunum. Mett verður, at hetta ikki broytir stórvegis um niðurstøðuna.

Samanumtikið eru tekin um, at skuldin hjá føroyskum húsarhaldum sum partur av BTÚ fer at økjast. Væntan um góð útlit í búskapinum og vaksandi eftirlønaruppsparingar fara helst at gera sítt til hetta. Størri sveiggj í føroyska búskapinum enn t.d. tí danska fær helst føroyingar, eins og ráðiligt er, at ansa eftir, at nettoskuldin ikki verður ov stór.

 
TÌÐINDI
Útlánini til vinnufyritøkur framvegis í stórum vøkstri - 6. november 2006
Kappingin millum peningastovnar hevur ávirkað renturnar - 31. oktober 2006
Information Memorandum 2006 er nú tøkt - 17. oktober 2006
Niðursparingslán komin fyri at vera - 21. september 2006
Íslenski virðisbrævamarknaðurin verður partur av OMX - 19. september 2006
Tryggar íløgur við fyrivarnum - 11. september 2006
Mark fyri, hvussu høgt rentan kann fara - 29. juni 2006
Bústaðarprísir í OECD-londum og Føroyum - 19. juni 2006
Sveiggj í búskapinum skapa váða og tálma vøkstri - 31. mai 2006
Stígurin í búskapinum er vendur til framgongd - 16. mai 2006
Útlánini til vinnufyritøkur sett met - 2. mai 2006
Rentan á landskassalánsbrøvum hækkað 0,5% síðan november - 10. apríl 2006
Metvøkstur í innlánum og lántøku hjá húsarhaldunum - 3. apríl 2006
Landskassans fíggjarstøða er góð - 29. mars 2006
Skeivur samanhangur framførdur - 23. mars 2006
Íløguskúlin - 22. mars 2006
Avkastið til landskassan 40,5 mió. kr. í 2005 - 20. mars 2006
Fingurin á pulsinum - 20. mars 2006
Vælkomin á nýggju heimasíðu Landsbankans - 13. mars 2006
97 mió. kr. sparing í trý ár - 13. mars 2006
Frí kapping sera týðandi fyri búskaparliga framgongd - 6. mars 2006
Íløguhugurin í Føroyum vaksandi - 13. februar 2006