Leita
 
9. desember 2007
Danski fíggjarpolitikkurin fær avleiðingar fyri kappingarførið

Danska búskaparráðið, Det økonomiske råd, ávarar móti fíggjarpolitikkinum, sum danska stjórnin hevur sett út í kortið. Fíggjarpolitikkurin fer at fáa avleiðingar fyri danska kappingarførið. Hetta sigur ráðið í nýggjastu hálvársfrágreiðing sínari. Ráðið mælir til, at táttað verður í.

Versnandi kappingarføri
Dansk stjórnin hevur ætlanir um ein ekspansivan fíggjarpolitikk við m.a. skattalættum. Peningur er eisini settur av til lønarhækkingar hjá fleiri almennum starsvfólkum. Lønarsamráðingar vera komandi ár. Hetta hóvar ikki  danska búskaparráðnum, m.a. tí hetta fer at økja eftirspurningin á arbeiðsmegi til danska arbeiðsmarknaðin, sum frammanundan hevur trupult at fáa nóg mikið av arbeiðsmegi.

Sum konjukturstøðan er í løtuni, er tað óheppið, at fíggjarpolitikkurin er við til at økja trýstið á arbeiðsmarknaðin, sigur búskaparráiðið í frágreiðing sínari. Sokallaða ”finanseffekten”, ið mátar ta ávirkan fíggjarpolitikkurin hevur á búskaparliga vøksturin, fer væntandi at verða ½ prosentstig í 2008 og ¼ prosentstig í 2009. Sostatt fer ætlaði fíggjarpolitikkurin at hava ein stóran part av ábyrgdini fyri lønarhækkingunum og versnandi kappingarførinum, ið útlit eru til, stendur í frágreiðingini.
Í einari tílíkari støðu er tørvur á at minka um eftirspurningin, men lagt verður upp til tað øvugta, sigur Peter Birch Sørensen, formaður í ráðnum við Jyllands Posten.
– Hetta er at stoyta bensin á bálið, og vandi er fyri, at alt fer av sporinum, sigur Peter Birch Sørensen.

Útjavnandi fíggjarpolitikkur
Hóast strukturpolitisk tiltøk verða framd, ið megna at minka trýstið á arbeiðsmarknaðin, er ongin orsøk at føra ein fíggjarpolitikk, sum økir um eftirspurningin á arbeiðsmegi, stendur í frágreiðingini. Um trýstið á arbeiðsmarkanaðin skal hvørva við struktur politiskum tiltøkunum, skal arbeiðsmegin økjast við umleið 50.000 fólkum, og tað er trupult at ímynda sær, at tað kann gerast við tiltøkum, sum megna at hava positiva ávirkan á arbeiðsmarknaðin innan fyri eitt stutt tíðarskeið. Skuldi hetta hent, hevði tað rætta kortini verið, at havt ein útjavnandi fíggjarpolitikk, ið hevði eina fíggjarávirkan á null, sigur danska búskaparráðið í nýggjastu hálvársfrágreiðing sínar.

Táttast skal í
Búskarráðið mælir til at táttað verður í, soleiðis at arbeiðisloysið veksur eitt lítið vet, tí hetta fer at hava við sær, at vónirnar um lønarhækkingar í framtíðini lækka, heldur ráðið.
Ráðið mælir millum annað til, at skattalættarnir verða tiknir aftur til tess at tálma búskapin. Um táttað verður í, fer hetta eisini at bera við sær, at búskapurin fer at betrast við tí, ið svarar til 1. prosentstig av BTÙ. Hetta uppskotið vil, sambært danska búskaparráðnum, hava munandi jaliga ávirkan á langsiktaða fíggjarpolitisku støðuna.

Kelda: www.dors.dk , www.jp.dk

 
TÌÐINDI
Fyrilestur um íløgumentan - 22. november 2007
Vøksturin í heimsbúskapinum slakkar av - 14. november 2007
Borse Dubai góðkent sum keypari  - 13. november 2007
Økt bústaðarvirði økir um lántøku til nýtslu - 9. november 2007
Frágreiðingin Information Memorandum 2007 er nú tøk - 7. november 2007
Greiður samanhangur millum økta nýtslu og skuld hjá húsarhaldum - 29. oktober 2007
Tjóðbankin hartar arbeiðsætlan hjá donsku stjórnini - 26. oktober 2007
Nobel heiðurslønin í búskapi latin trimun amerikonskum búskaparfrøðingum - 15. oktober 2007
Amerikanski tjóðbankin byrgir fyri - 15. oktober 2007
Nasdaq og Borse Dubai gjørt avtalu um OMX - 21. september 2007
Heimsbúskapurin støðugur og samanrennandi - 14. september
Føroysk partabrøv undir einum - 23. juli 2007
Færri – men størri fyritøkur - 28. juni 2007
Betri kor til íleggjarar - 25. mai 2007
Kina aftur vaksandi í heimsbúskapinum - 20. apríl 2007
USA er trupult at vinna aftur - 12. mars 2007
Sleppast kann ikki undan arbeiðsloysi - 20. februar 2007
Hagtøl fyri inn- og útlán hjá føroysku peningastovnunum - 14. februar 2007
Øktir húsaprísir stimbra búskapin - 1. februar 2007
Sterkum føroyskum búskapi tørvar ábøtur - 22. januar 2007