Hósdagin 17. desember undir COP15 ráðstevnuni í Keypmannahavn var kjak um, hvussu prísurin á útláti av veðurlagsgassum skal ásetast. Á ráðstevnuni varð dentur lagdur á tørvin á effektivum politiskum tólum, ið kunnu minka CO2-útlátið. At seta rætta prísin á útlát av CO2 fer at hava avgerandi týdning fyri, í hvønn mun samlaða útlátið av veðurlagsgassum verður avmarkað og minkað kring heimin. Prísurin á útláti av CO2 skal vera við til at minka um útlátið og at økja um íløgurnar í “grønari tøkni”, ið verjir um náttúruna.
Búskaparfrøðingurin Carlo Cottarelli hjá IMF heldur, at prísurin fyri útlátið skal rindast av teimum ið dálka. Hann heldur tó, at prísurin verður torførur at áseta, tí rætti prísurin er tengdur at, hvussu nógv virði vit seta á livistøðið hjá komandi ættarliðum í mun til okkara egna í dag (t.e. diskonteringsfaktorurin). Tað ið vit dálka í dag, verður rindað av komandi ættarliðum, ið fara at líða undir veðurlagsbroytingunum, sigur Cottarelli. Ymiskir hættir eru at seta prís á útlátið av veðurlagsgassum, men Cottarelli mælir til at skatta CO2-útlátið ella býta eina avmarkað nøgd av CO2-kvotum út, ið kunnu keypast og seljast á einum altjóða marknaði.
OECD heldur, at CO2-kvotur eru neyðugar til tess at minka um útlátið av veðurlagsgassum. Tann evropeiska handilsskipanin (EU ETS), hevur eftirlit við meira enn helvtini av samlaða CO2-útlátinum, ið kemur úr ES gjøgnum kvotur. Á sama hátt kann samlaða CO2 útlátið í heiminum avmarkast gjøgnum kvotur. Kvoturnar verða býttar út til tey ymsu londini, alt eftir hvussu stóran part av samlaða útlátinum tey eiga (útlát pr. íbúgva) og eftir hvussu væl fyri tey eru fíggjarliga (BTÚ pr. íbúgva). Á hendan hátt kann eitt mark fyri heimsins samlaðu mongd av veðurlagsgassum setast. Tey einstøku londini kunnu dálka so mikið, sum teirra kvotur loyva, og um tey dálka minni, kunnu stjórnirnar selja burturav kvotunum á altjóða marknaðinum. Fyritøkur í teimum einstøku londunum kunnu keypa kvotur, um tær dálka meir enn tær hava loyvi til, og prísurin á kvotunum verður settur út frá eftirspurninginum og útboðnum.
Hesin prísurin á CO2 verður roknaður uppí, tá ið fyritøkur og nýtarar umhugsa, hvør vøra skal keypast ella framleiðast, og hvussu framleitt verður. Harafturat hevði tað verið hent, um kostnaðurin hjá tí einstøku fyritøkuni at lækka um egið CO2-útlát var minni enn marknaðarprísurin fyri eina kvotu. Tað hevði eggjað fyritøkunum at minka um útlátið fyri at selja burturav sínum kvotum, og gera íløgur í burðardyggari orku. Samlaða CO2-útlátið í heiminum hevði tá verið minkað fyri lægst møguliga kostnað, sigur OECD.
Tað hevur verið umrøtt, um CO2 kvoturnar skulu skattast. OECD metir, at um eingin skattur er á kvotunum, fer tað at reingja sølu og keyp av kvotunum, tí tær ikki fara at verða javnsettar við aðrar handilsavgerðir. Størsta avbjóðingin í samband við skatti á CO2-kvotur er tó, at tær skulu handlast tvørtur um landamørk, har ymsar juridiskar reglur eru í gildi. Umráðandi er eisini at hava eitt gott eftirlit við CO2 kvotunum so vandin fyri sviki verður so lítil sum gjørligt.
Samlaði kostnaðurin fyri at minka um CO2-útlátið er munandi lægri, jú fleiri lond luttaka. Um bert tey londini, ið hava dálkað mest gjøgnum tíðirnar, lækka útlátið, verða veðurlagsbroytingarnar ikki tálmaðar nóg mikið. Avbjóðingin er tískil at finna eitt effektivt tól til minking av veðurlagsgassum, samstundis sum øll heimsins lond kunnu luttaka.
Keldur: www.imf.org, www.oecd.org