Leita
 
3. JUNI 2009
Búskaparlig heilsubót í krepputíðum

Rættiligt hóttafall hevur sum kunnugt rakt altjóða búskapin. Fíggjarkreppan ávirkar nú eisini framleiðsluna og vanliga búskapin, og roknað verður við, at heimurin sum heild fer at hava negativan búskaparvøkstur í 2009.
Ikki bara tey harðast raktu londini her um okkara leiðir, Ísland, Írland og baltisku londini, kenna sviðan av verri tíðum. Eisini hini norðurlondini, sum vanliga standa seg væl búskaparliga, fara væntandi at hava negativan búskaparvøkstur, millum -0,6 til -4,5%, í 2009.
Fíggjarkreppan er nú eisini við at gerast ein sosial kreppa, og arbeiðsloysið fer væntandi at økjast til heili 10% í OECD-økinum í 2010. Og tað bøtir ikki um støðuna, at heimshandilin er minkaður munandi seinasta árið.
 
Í einum tilmæli The Road to Recovery (27. mars 2009), sum er ein dagføring av Strategic Response to the Financial and Economic Crisis, sum OECD kom við um ársskiftið 2008, verður dentur enn einaferð lagdur á týdningin, at lond um allan heim taka støðu til og gera reglur um, hvussu vánaliga búskaparstøðan kann betrast og hvussu sleppast kann undan, at sama støða, eitt nú ógvisliga fíggjarskrædlið, skal endurtaka seg.
 
OECD mælir til at fáa til vega eitt betri regluverk, sum í komandi tíðum skal vera við til at stýra marknaðarbúskapinum og stuðla altjóða samskipan av átøkum. 
 
OECD nevnir ein hóp av uppgávum, sum skulu avgreiðast í kjalarvørrinum á fíggjarkreppuni.
 
Fyrst av øllum er umráðandi at fáa fíggjarskipanina at virka aftur. Neyðugt er eisini at tryggja kapping í fíggjarsektorinum, sum fleiri staðnis í stóran mun nú er ogn hjá tí almenna. OECD arbeiðir við at lýsa, hvør tilstuðling kann vera við til at tryggja eina komandi væl virkandi og trygga fíggjarskipan. Hetta málið verður umrøtt á komandi ráðharraráðsfundinum hjá OECD nú í juni.
 
OECD nevnir eisini í sínum tilmæli, at tað hevur alstóran týdning, at fólk aftur fara at hava álit á at hava privatar eftirlønarskipanir. Serliga hava stóru tapini í hesum fíggjarsektorinum máað burtur av álitinum á, hvussu tryggar slíkar eftirlønarskipanir, ið byggja á uppsparing, eru.
 
Onnur týðandi viðurskifti er at fáa betri tól og hættir at stýra váða í fíggjarsektorinum og í búskapinum sum heild, uttan at hetta kortini skal gerast eitt haft og forða vanligum skilagóðum fíggjarvirksemi.
 
Vánaliga virkisstýringin, sum skal vera ein orsøk til fíggjarkreppuna, hevur fingið gongd á aftur prátið um at fáa gjørt betri reglur og at menna hegnið, tá ið tað snýr seg um virkisrakstur og stýring (corporate governance).
 
OECD mælir eisini til makrobúskaparlig átøk, sum skulu seta meiri ferð á búskaparligu hjólini. Talan kann verða um at virka fyri at økja privata og almenna eftirspurningin. Almennar íløgur kunnu vera við til at halda virksemi í gongd, og eitt víðkað skattagrundarlag kann vera við til at minka um undirskotið í almenna fíggjarrakstrinum.
 
OECD mælir frá at skerja talið av arbeiðstøkum við at koyra fólk til hús í ótíð við eftirløn. Eisini eiga myndugleikarnir at hava fyrilit fyri serligum vandabólkum, eitt nú teimum ungu arbeiðsleysu, sum skjótt kunnu missa sambandið við arbeiðsmarknaðin.
 
Ein ítøkilig hóttan, nú tað sansar at, eru útlitini fyri handilsforðingum og forðingum fyri útlendskum íløgum í heimligt vinnulív, sum kann fara at skerja heimshandilin enn meira. Tað er kanska meir enn nakrantíð brúk fyri alheimsgerðini, tí øktur altjóða handil er at rokna sum dupultur vinningur. Øktur heimshandil er í størri mun enn lokalur handil og vart vinnulív við til at økja inntøkurnar hjá bæði fólki, vinnu og tí almenna.
 
OECD ger eisini vart við, at íløgur í gransking og menning, nýggjar kt-skipanir og í útbúgving og eftirútbúgving hava lyndi til at minka í ringum tíðum. Ein tílík minking er ikki skilagóð, tí hesar íløgurnar eru ein fyritreyt fyri komandi vøkstri.
 
Kreppan kann tó eisini fara at vísa seg at hava positiv árin. OECD mælir staðiliga til, at ein komandi búskapur verður ein grønur búskapur, og at skilagóðar íløgur verða gjørdar í infrakervi og bygningar, sum gera varandi nyttu. Hetta ikki minst nú 15. ST-ráðstevnan, COP-15, um veðurlagsbroytingar verður í Keypmannahavn í desember í ár.

 
TÌÐINDI
Prísurin á CO2 útláti - 28. DESEMBER 2009
Ráðstevna um veðurlagsbroytingar í Keypmannahavn  - 16. DESEMBER 2009
Information Memorandum 2009 er nú tøkt  - 9. DESEMBER 2009
Seinasti G-20 fundurin  - 8. DESEMBER 2009
Menningarlond trygga seg ímóti náttúruvanlukkum  - 30. NOVEMBER 2009
Asiatiski búskapurin mennist skjótt  - 20 NOVEMBER 2009
Heimshandilin er í framgongd  - 12 NOVEMBER 2009
Búskaparráðið: "Fíggjarpolitikkurin má aftur á beint nú"  - 6. NOVEMBER 2009
Ringa gongdin í altjóða búskapinum er um at venda  - 30. OKTOBER 2009
Amerikansk ætlan um nýggjar fíggjarligar reglur er slóðbrótandi  - 20. OKTOBER 2009
Búskaparútlit 2009 og 2010 - 13. OKTOBER 2009
Heimshandil bøtir um heimsbúskapin - 20. SEPTEMBER 2009
IMF veitir stuðul til heimsins mest fátæku undir kreppuni  - 10. SEPTEMBER 2009
Afturgongdin í ES verður møguliga langdrigin  - 4. SEPTEMBER 2009
Landsbanki Føroya nýggjan bústað og nýtt telefonnummar  -  22. JULI 2009
Ísland fær positivan vøkstur í 2010  - 20. JULI 2009
Umhvørvisbetringar umvegis fíggjarliga stimbran  - 2. JULI 2009
Fallandi húsaprísir í fleiri londum - 22. JUNI 2009
Kinverjar - farið út í heimin og keypið - 17. JUNI 2009
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð  - 4. JUNI 2009
Búskaparútlit í 2009 og 2010 - 15. APRÍL 2009
Tjóðbanka- og stjórnartiltøk kring heimin gera mun  - 5. JANUAR 2009