Leita
 
22. JUNI 2009
Fallandi húsaprísir í fleiri londum

Sum víst á áður av landsbankanum og øðrum stovnum, eru húsaprísir vaksnir óvanliga nógv í at kalla øllum londum í vesturheiminum seinastu umleið 15 árini.

Hetta er galdandi bæði fyri leypandi húsaprísir og realar húsaprísir, um vanligur prísvøkstur verður drigin frá húsaprísum. Sostatt eru húsaprísir seinastu umleið 15 árini vaksnir munandi skjótari enn prísirnir á øðrum vørum og tænastum. Henda gongdin tykist tó vera vend í flestu londum miðskeiðis í 2007.

Mynd 1 og 2 vísa, at hóast vøksturin hevur verið stórur, er munur á frá landi til land, hvussu stórur vøksturin hevur verið. Eitt nú eru realir húsaprísir meira enn trífaldaðir í Írlandi, meðan vøksturin í Føroyum og USA hevur verið meira hóvligur. At realir húsaprísir trífaldast merkir, at húsaprísir eru vaksnir tríggjar ferðir skjótari enn prísirnir á øðrum vanligum vørum og tænastum. Í okkara grannalondum eru húsaprísir vaksnir serliga skjótt í Noregi og Danmark seinastu umleið fimm árini.

Myndirnar og talvan niðanfyri vísa eisini, at húsaprísirnir eru fallandi í teimum flestu londunum í vesturheiminum, og at teir falla skjótast í teimum londum, har vøksturin frammanundan var størstur, eitt nú í Írlandi og í Stóra Bretlandi.

Mynd 1 og 2 benda eisini á, at føroyski húsamarknaðurin í minni mun hevur verið yvirupphitaður enn flestu aðrir húsamarknaðir. Hóast hetta hava húsaprísir í Føroyum verið fallandi síðani á heysti 2007. Hetta kemst av at føroyski húsamarknaðurin ávirkast av gongdini í umheiminum.

Í samanburðum av húsaprísum frá landi til land og yvir tíð, skal fyrivarni takast fyri ymsum viðurskiftum. Eitt nú er ymiskt, hvussu húsaprísir verða gjørdir upp í ymsum londum, eins og bústaðarsamansetingin á sethús, íbúðir, leigu- og almannabústaðir er ymisk frá landi til land og yvir tíð. Harafturat er ymiskt, hvussu vanligur prísvøkstur verður gjørdur upp. Við hesum fyrivarnum í huga áttu myndirnar og talva 1 hóast alt at givið eina nýtiliga mynd av, hvar húsaprísir eru vaksnir skjótast.

Eins og við øðrum íløgum, vørum og tænastum er tað útboð og eftirspurningur, sum avgera marknaðarprísin á húsum. Eftirspurningurin er meira broytiligur enn útboðið yvir styttri tíðarskeið, við tað at tað tekur tíð at leggja byggiætlanir til rættis og at byggja eini hús ella íbúðir. Tí er eftirspurningurin avgerandi fyri gongdina á húsaprísum yvir styttri tíðarskeið, meðan útboðið er avgerandi fyri gongdina yvir longri tíðarskeið.

Eftirspurningurin eftir húsum ávirkast av núverandi og væntaðu tøku inntøkuni í framtíðini hjá húsarhaldum, fólkatalinum og av húsaprísum sjálvum. Harafturat ávirkar rentustøðið, kostnaðurin av og atgongdin til fígging eftirspurningin eftir húsum.

Útboðið av húsum ávirkast av, hvussu nógvar íløgur verða gjørdar í bústaðir, bæði í hús, íbúðir, leigu- og almannabústaðir. Kostnaðarstøðið í byggivinnuni, atgongdin til øki at byggja á, møguleikarnir at fáa byggiloyvi o.t. eru avgerandi fyri, hvussu nógvar íløgur verða gjørdar í bústaðir. Haraftrat ávirka húsaprísir, hvussu nógvar íløgur verða gjørdar í bústaðir, við tað at vaksandi húsaprísir økja um væntaða vinningin av at byggja bústaðir.

 
TÌÐINDI
Prísurin á CO2 útláti - 28. DESEMBER 2009
Ráðstevna um veðurlagsbroytingar í Keypmannahavn  - 16. DESEMBER 2009
Information Memorandum 2009 er nú tøkt  - 9. DESEMBER 2009
Seinasti G-20 fundurin  - 8. DESEMBER 2009
Menningarlond trygga seg ímóti náttúruvanlukkum  - 30. NOVEMBER 2009
Asiatiski búskapurin mennist skjótt  - 20 NOVEMBER 2009
Heimshandilin er í framgongd  - 12 NOVEMBER 2009
Búskaparráðið: "Fíggjarpolitikkurin má aftur á beint nú"  - 6. NOVEMBER 2009
Ringa gongdin í altjóða búskapinum er um at venda  - 30. OKTOBER 2009
Amerikansk ætlan um nýggjar fíggjarligar reglur er slóðbrótandi  - 20. OKTOBER 2009
Búskaparútlit 2009 og 2010 - 13. OKTOBER 2009
Heimshandil bøtir um heimsbúskapin - 20. SEPTEMBER 2009
IMF veitir stuðul til heimsins mest fátæku undir kreppuni  - 10. SEPTEMBER 2009
Afturgongdin í ES verður møguliga langdrigin  - 4. SEPTEMBER 2009
Landsbanki Føroya nýggjan bústað og nýtt telefonnummar  -  22. JULI 2009
Ísland fær positivan vøkstur í 2010  - 20. JULI 2009
Umhvørvisbetringar umvegis fíggjarliga stimbran  - 2. JULI 2009
Kinverjar - farið út í heimin og keypið - 17. JUNI 2009
Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð  - 4. JUNI 2009
Búskaparlig heilsubót í krepputíðum  - 3. JUNI 2009
Búskaparútlit í 2009 og 2010 - 15. APRÍL 2009
Tjóðbanka- og stjórnartiltøk kring heimin gera mun  - 5. JANUAR 2009