Afturgongdin í altjóða búskapinum sæst aftur í handlinum. Vøksturin í heimshandlinum hevur í miðal verið umleið 6% í tíðarskeiðnum 2001-2007. Men í seinnu hálvu av 2008 minkaði vøksturin í heimshandlinum við eini helvt í mun til vøksturin í 2007 (lækkaði úr 7,2% til 3,3%). Í 2009 hevur vøksturin í heimshandlinum enntá verið negativur og mettur til -11%. Fíggjarkreppan hevur millum annað avmarkað kredittveiting, ið verður nýtt til fígging av inn- og útflutningi.
Orkukostnaðirnir hækkaðu umleið 40% í 2008, og hesin økti framleiðslukostnaðurin tálmaði handilin munandi. Umframt hava tey óstøðugu gjaldoyruni hildið handilin niðri, og kreppan hevur sum heild verið atvoldin til, at framleiðslan og álitið hjá hùsarhaldum er lækkað kring heimin. Evropa hevur havt lægsta vøksturin í útflutningi í 2008 í mun til líknandi øki í heiminum. Vøksturin í útflutninginum var einans 0,5% í 2008 í mun til 4% í 2007, og vøksturin í innflutningi var negativur í 2008. Útflutningurin av vinnutænastum frá tí evropeiska økinum vaks 19% í byrjanini av 2008, men í fjórða ársfjórðingi fall hann við 11%.
WTO vísir á, at lond í krepputíðum kunnu verða freistað at nýta verjutoll og onnur tiltøk, ið broytir prísin á inn– og útflutningsvørum, til tess at betra um handilsjavnan. Lond eiga ikki, sambært búskaparligari læru, at leggja uppí handilin á nakran hátt, tí hyggjuráðini eru at hava heimshandilin so opnan og marknaðargjørdan sum gjørligt. Tó kunnu óvæntaðir tilburðir koma fyri, sum t.d. búskaparligir ella politiskir stoytir, har uppílegging gerst neyðug, sigur WTO. Tó metir WTO, at tollverja avmarkar heimshandilin og kann virka til, at altjóða búskaparkreppan verður enn drúgvari.
Nýggja WTO avtalan loyvir stjórnum at leggja uppí handilin, men setir mørk, soleiðis at heimshandilin ikki verður hildin niðri. Til dømis ásetir WTO reglur fyri í hvønn mun lond sleppa at verja innlendis fyritøkur við tollgjøldum og tollverju. WTO roynir eisini at steðga “dumping”, ið er at veita stuðul til innlendis fyritøkur, so tær kunnu útflyta fyri lægri prís, enn vørurnar kunnu seljast fyri á innlendis marknaðinum. Soleiðis skapa summi lond sær eitt slag av monopolstøðu á altjóða marknaðinum.
Londini binda seg til eina langtíðaravtalu, har tað tó er loyvt at víkja frá, um okkurt óvæntað, ið er av avgerandi týdningi fyri búskapin, kemur fyri. Til dømis kann ein tjóð víkja frá, um innlendis eftirspurningurin brádliga verður rættaður mótvegis einari innfluttari vøru, og kappingin verður so stór fyri tey innlendis virkini, at vandi er fyri at tey fara av knóranum. Kostnaðurin við at binda seg til avtaluna skal ikki verða so høgur, at summi lond ikki hætta sær at skriva undir, heldur WTO.
Heimshandilin er farin sera nógv aftur seinasta árið. Ein forsøgn hjá IMF vísur, at vøksturin í heimshandlinum í 2010 fer at verða 0,6%. Heimshandilin er til fyrimuns fyri heimsins búskapir, men um tær einstøku tjóðirnar ikki bera seg rætt at, kann stígur koma í menningina av heimshandliunm frameftir, metir WTO.
Sí meira á: http://www.wto.org/english/res_e/booksp_e/anrep_e/world_trade_report09_e.pdf
Keldur: www.imf.org, www.wto.org